– Eg havi altíð følt eg hoyri til á pallinum

– Eg havi vant meg við hasa viðmerkingina »hatta er nokk so spesielt«. Men eg hevði ongantíð klárað at verið tann, sum eg eri á pallinum, í tí vanliga gerandisdegnum, og tað havi eg heldur ikki hug til, sigur Trygvi Danielsen, sum vit eisini kenna sum Silvurdrong.

Trygvi Danielsen, Silvurdrongur (Mynd: Tordis Vang)

Í Sosialinum í seinastu viku prátaðu vit við listamannin Trygva Danielsen, sum fæst við tekst, film og tónleik. Trygvi hevur avrikað sera nógv, og kenna vit hann kanska flest aftur sum avantgarde tónleikaran Silvurdrong, umframt ein av teimum trimum høvuðspersónunum úr bólkinum AGGRASOPPAR.

 

Her er eitt longri brot úr greinini:

 

Hvat fekk teg frá fyrstan tíð, at vilja skapa og upptraðka? 

 

– Eg veit ikki ordiliga. Eg havi altíð havt onkra fasinatión av at fortelja søgur, og at brúka mál og myndir onkursvegna. Skapanartrongdin hevur altíð verið har, og hatta typiska, síðan eg var barn, hevur verið mær galdandi. Áðrenn eg dugdi at skriva, vildi eg verða teknari, og gjørdi fleiri teknirøðir. Tá eg so við tíðini lærdi at skriva, helt eg, at tað var tað kulasta.

 

– Eisini havi eg altíð verið drigin at pallinum og følt, at eg hoyri til har. Til dømis sang eg karaoke, tá eg var 7 ára gamal, og tá fór eg heilt intiutivt upp á pallin, sum var tað mítt heim. Tað hevur bara altíð verið okkurt við at upptraðka, ið hevur drigið meg til sín.

 

– Tað hevur kanska eisini okkurt at gera við tað, at eg hevði torført at úttrykkja meg annars. Við listini kann man úttrykkja allar partar av sær sjálvum, serliga teir partar man annars ikki hevur hug at úttrykkja. Listin er sostatt ein tilvitaður máti hjá mær at sleppa út við aggressiónum – ein reinsingarprosess. Tað kann fyri meg samanberast eitt sindur við at fara í sauna: Eitt slag av ritual at sleppa av við óreinleikar, ið liggja og bobla í kroppinum.

 

##med2##

 

Hvat gevur tær serligan íblástur at skapa?

 

– Eg leiti altíð eftir onkrum, eg ikki havi hoyrt ella sæð fyrr. Men tað er ikki nokk í sjálvum sær at gera okkurt formligt nýtt, tað má eisini hava innihald. At royna at fylla eitt nýtt úttrykk við veruligum innihaldi - tað inspirerar meg.

 

Hvussu hava fólk sum heild tikið ímóti tí nýskapandi tilgongdini?

 

– Man venur seg við hasa viðmerkingina »hatta er nokk so spesielt«, sigur Trygvi við einum brosi. 

 

– Jú longri man ger okkurt, jú meira venja fólk seg við tað, og eftirhondini, so skilja fólk tað betur. Tað krevur dirvi og ein hugburð um, at man skal bara gera tað, man ger, og ikki leggja í hvat fólk halda, og kortini er tað í sær sjálvum kompliserað. Man vil jú vera dámdur, tað er nokk so grundleggjandi sum menniskja. Av tí sama, verður tað ein viðkvom balansugongd millum at vera ein ‘ekstremur’ persónur sum listafólk, og so bara ein ‘vanligur’ avslappaður persónur í gerandisdegnum. Eg hevði ongantíð klárað at verið tann, sum eg eri á pallinum, í tí vanliga gerandisdegnum, og tað havi eg heldur ikki hug til. 

 

– Tað er eitt av endamálunum við list, haldi eg. At man sleppur at úttrykkja eina tulking av tí lívinum, ið ikki hoyrir til í tí vanliga gerandisdegnum – ting, ið liggja undir og uppiyvir øllum, sum vit ikki orða vanliga. Tað kann listin lýsa.

 

Har hava verið so nógv hæddarpunkt

 

Hvat hevur hæddarpunktið verið í tínum yrki inntil víðari, og hví? 

 

– Sum heild kann eg tó serliga minnist aftur á tvey hæddarpunkt. Ta eina er útgávukonsertin við Gipsy Train tann 11/11-11 – tað var her, mín áhugi fyri 11 talinum upprunar. Tað er nokk tað sterkasta og mest kensluliga hæddarpunktið av nøkrum konsertkvøldi. Tað var eitt andaligt kvøld, og eg minnist aftur á tað sum nakað heilt heilt serligt. Vit høvdu konsertina í Klubbanum, og alt var so stórt uppá so nógvar mátar. Vit vóru so rørdir og góðir við hvønn annan, og eg minnist, hvussu definerandi hendan løtan var fyri meg.

 

– Annað hæddarpunktið var eisini í Klubbanum í sambandi við frumsýningina av mínum fyrsta spælifilmi, 111 góðir dagar. Tað hevði verið ein so drúgv prosess, ið næstan drap meg. Eg var so tætt við at verða liðugur við filmin og hevði arbeitt við honum so leingi, men har manglaði fígging til tað seinasta strekkið at fáa filmin heilt lidnan. Tað var ein marra at ikki røkka málstrikuna, tá hon var so nær. Tá so filmurin endiliga varð liðugur beint áðrenn ólavsøkuna í 2021, høvdu vit frumsýning í Havnar Bio og eftirveitslu í Klubbanum: Eina fyri toyminum og eina fyri hópfíggjarunum. Seinasta fíggingin eydnaðist nevniliga umvegis hópfígging, so vit høvdu tvær frumsýningar. Tað var eitt heilt serligt kvøld. Bartal Augustinussen og Annika Hoydal sungu í klubbanum, veðrið var av tí allarbesta, og sýningarnar gingu avbera væl. Eitt vakurt kvøld.

 

##med3##

 

Starv ella samleiki

 

Følir tú, at yrki títt er tín samleiki, ella er tað fyri teg bara eitt starv? 

 

– Eg havi hugsað nógv um júst hatta, at tað er ringt skilja ímillum meg sum persón og meg sum listafólk. Eg vænti ikki, at fólk, ið ikki kenna meg, duga at skilja millum hesi bæði. Tó er man sum persónur so nógv ymiskt samstundis, og fyri meg er mítt yrki ein máti at úttrykkja ein part av mær sjálvum og heiminum sum heild, ið eg ikki havi hug at úttrykkja vanliga. Samstundis er tað partur av mínum samleika at vera eitt listafólk. 

 

Vit tosa um, hvussu man verður uppfataður og sæddur, og at tað er áhugavert, serliga í Føroyum, at tað hevur so nógv at siga, hvussu man er í almenna rúminum:

 

– Aðrastaðni enn í Føroyum kann man sum listafólk byggja sær upp eina mynd av, hvussu man vil verða sæddur. Á sosialum miðlum hevur man valdið til at skapa ímyndir av sær sjálvum, sum mann sjálvur miðlar. Sostatt kan man skapa og vinkla sín listaliga og almenna samleika, uttan at fólk hava innlit í, hvør man annars er í tí privata. Tá eg nú ikki sjálvur veruliga brúki sosialar miðlar, missi eg eitt sindur valdið til at avgera, hvussu eg kann vinkla fatanina av mær. So eru tað almenna rúmið og tær uppfatanirnar, ið verða skaptar har, ið valda.

 

– Hetta er tó partur av tí, eg geri sum listafólk. Nógv, sum eg geri, snýr seg um tað øvugta av væntanum og myndum av, hvat man eigur at vera. Fyri meg snýr tað seg um, hvat mann hevur brúk fyri at vera, heldur enn hvat mann eigur at vera. Tað haldi eg er spennandi, og júst hetta, hvat man hevur brúk fyri at vera, er nakað eg havi hugsað nógv um seinastu árini. Hetta hevur so borið við sær, at bæði nýggja plátan og bókin hava tað yvirskipaða evnið onkursvegna.

 

##med4##

 

Trygvi Danielsen, Silvurdrongur (Mynd: Tordis Vang)