Trump: Vil døma tilfytarar til deyða fyri dráp

Fyrrverandi forsetin, Donald Trump, økti fríggjadagin enn meira um sín hvassa málburð mótvegis tilflytarum í USA.

 

Mario Tama/AFP/Ritzau Scanpix

Tað hendi í sambandi við veljarafundir í statunum Colorado og Nevada.

Sambært tíðindastovuni AFP málaði Trump eina dómadagsmynd av USA sum eitt land, sum er hertikið av kriminellum útlendingum.

Hann nevndi eisini hugskotið um deyðarevsing, um ein tilflytari drepur ein amerikanskan ríkisborgara.

- Eg mæli til, at deyðarevsing verður sett í gildi móti einum og hvørjum tilflytara, sum drepur ein amerikanskan ríkisborgara, segði Trump í Colorado.

Donald Trump hevur gjørt stríðið móti tilflytarum til ein miðdepil í valstríðnum fram til amerikanska forsetavalið 5. november.

 

/Ritzau/

 

 

Mario Tama/AFP/Ritzau Scanpix