- Eg havi bæði hug á áræðið til at taka eitt tak afturar í fremstu røð.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, og løgmaður.
Nú Sambandsflokkurin hevur landsfund, er greitt, at hann verður valdur aftur til formann í flokkinum, tí tá ið freistin fyri at stilla valevni upp til floksleiðsluna, fór í gjár, hevði eingin annar stilla upp.
Veljarakanningarnar, sum eru gjørdar síðani seinasta val, hava ikki verið mjúkar við Sambandsflokkin, tí hann stendur til at fáa stóra afturgongd. Og onkur hevur hildið, at løgmaður man vera eitt sindur slitin eftir at hava sitið í samgongu so leingi.
Men Kaj Leo Holm Johannesen følir seg ikki slitnan, tí hann sigur, at hann hevur avgjørt tilboð upp á at taka eitt tørn afturat sum formaður í Sambandsflokkinum.
Hann sigur, at skuldi sambandsflokkurin komið aftur í samgongu eftir løgtingsvalið, hevði hann avgjørt eisini tikið av møguleikanum at verðið løgmaður eitt valskeið afturat, skuldi tað komið hartil.
- Tað er nú, tað av álvara verður spennandi og áhugavert at føra politikk í Føroyum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen
Hann sigur, at tá ið hann varð løgmaður í 2008, var kreppa í landinum.
- Umstøðurnar vóru ringar og politiska arbeiðið var ómetaliga strævið við tað, at tað mest snúði seg um at sløkkja eld.
Men nú er gongdin vend, sigur løgmaður. Hann heldur, at vit eru sloppin merkiliga snikkaleys undan kreppuni. Nú eru pílarnir farnir at vísa rætta vegin og nú ber tað av álvara til at føra frameftirlítandi politikk
- Nú er tað av álvara farið at bera til at raðfesta í føroyskum polikki, tað hevur tað ikki borðið so væl til hesi seinastu árini, tí vit hava verið í kreppu.
- Og eg hevði einki havt ímóti at verið við til at heysta fruktirnar, nú tað er farið at ganga betri aftur, aftan á arbeiðið hesi seinastu árini fyri at bjarga okkum so væl ígjøgnum kreppuna sum gjørligt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.