Eg havi bara alopecia

- Tað eru summi, ið halda, at eg havi krabbamein og eri álvarsliga sjúk. Og so hyggja tey og teska saman. Tað ger meg kedda, sigur 15 ára gamla Sunnleyg Eliassen. Hon hevur sjúkuna Alopecia og hevur tí mist alt hárið

 Hon líkist flest øðrum 15 ára gomlum gentum. Gongur í skúla, er úti við vinkonunum, er áhugað í ítrótti og móta.

Men tað er eitt, sum ger, at 15 ára gomla gentan úr Fuglafirði líkist burtur úr sínum javnaldrum. Sunnleyg Eliassen er skallut.

- Beint nú havi eg als einki hár á høvdinum. Eygnavippurnar eru byrjaðar at vaksa aftur, og eygnabrýrnar kunnu eisini hómast, men høvdið framvegis skallut, sigur Sunnleyg Eliassen.

Fyri ikki at kenna seg alt ov annarleiðis og skilja seg burtur úr mongdini plagar hon at brúka parykk.

- Líka mikið hvat, so blívi eg við at vera øðrvísi, so leingi eg eri skallut. Men tað havi eg lært meg at góðtaka, tí soleiðis er veruleikin bara.

 

Hárið datt av

Sunnleyg Eliassen hevur mist hárið í trimum stigum. Fyrstu ferð var hon fýra ára gomul.

- Mamma greiddi mær og legði til merkis, at eg misti óvanliga nógv hár. Hon fór við mær til læknan, sum beinanvegin kundi staðfesta, at eg hevði alopecia, greiðir Sunnleyg Eliassen frá. Hon var tá skallut ávís støð á høvdinum, men kundi fjala beru blettarnar við tí hárinum, sum hon framvegis hevði.

Eftir stutta tíð vaks hárið aftur javnt um alt høvdið, og so bleiv ikki so nógv meir hugsað um tað.

- Aðru ferð eg misti hár, var í triðja flokki. Tíbetur sást tað ikki so væl ta ferðina. Eg fekk tó okkurt serligt hársjampo frá læknanum, men tað riggaði einki serliga væl, sigur Sunnleyg Eliassen.

Fyri fýra árum síðani fór Sunnleyg Eliassen brádliga aftur at missa hárið. Hesaferð rættiliga ógvusliga.

- Tað várið og summarið misti eg so mikið nógv hár, at eg í august mánaði bara hevði nakrar hárdoddar í nakkanum og fremst á høvdinum. Eg minnist væl, at eg lat bara, sum tað ikki var álvarsamt, og stríddist við at koyra tey fáu hárstráini í ein hestahala. Á tann hátt spældi eg, at eg hevði líka nógv hár sum hinar genturnar. 


Goymdi seg í húgvu

At vera 11 ára gomul og næstan púra skallut var ikki ein støða, sum Sunnleyg Eliassen dámdi serliga væl.

- Eg minnist væl, at eg var rættiliga kedd. Tað var tó ikki fyrr enn systir mín rakaði teir seinastu tottarnar burtur, og eg als einki hár hevði, at eg dugdi at síggja, hvat tað veruliga var, sum var hent: Nú var eg skallut, fortelur Sunnleyg Eliassen.

Og at ganga runt ímillum onnur fólk við ongum hári á høvdinum hevði hon als ongan hug til.

- Eg gekk alla tíð í húgvu og royndi á tann hátt at goyma tann bera skallan. Tað var bara nokkso býtt, tí øll høvdu jú sæð áðrenn, at eg stórt sæð einki hár hevði, sigur Sunnleyg Eliassen.

Men at ganga í húgvu bæði inni og úti, visti Sunnleyg Eliassen og foreldur hennara fór ikki at vera nøkur varandi loysn.

- Vit komu í samband við eina hárfríðkanarkvinnu í Havn, sum tekur mát og bíleggur parykkar úti úr heimi. Tá eg fór til hana var eg so heppin at fáa ein parykk alt fyri eitt, tí hon hevði ein liggjandi, sum ein onnur genta ikki skuldi brúka allíkavæl. Hesin parykkurin sá akkurát líka út sum tann, eg ætlaði mær at bíleggja, greiðir Sunnleyg Eliassen frá.

Hár frá munkum

Líka síðani Sunnleyg Eliassen fekk fyrsta parykkin hevur hann verið brúktur dúgliga.

- Við parykki kenni eg meg meira sum hini. Hóast tað er meira viðbrekið enn vanligt hár, sum veksur á høvdinum, so sær tað rættiliga ordiligt út, haldi eg sjálv, sigur Sunnleyg Eliassen.

Orsøkin til at hárið á ongan hátt líkst burtur frá vanligum hári er, at talan er um ektað hár.

- Parykkurin er gjørdur úr hári, sum munkar í India hava latið. Hárið fer úr India til Kina, har tað verður viðgjørt. Tey hava mátini á mínum høvdi har, og snikka síðani parykkin til, áðrenn hann verður sendur til Føroya, fortelur Sunnleyg Eliassen.

Hon plagar at fáa ein nýggjan parykk umleið tríggjar ferðir um árið. Hetta tí at hárið á parykkinum slítist skjótari enn vanligt hár.

- Nógv halda tað vera eitt sindur løgið, at eg gangi við hári frá indiskum munkum, men haldi bara tað er kul. Eg eri eisini bara takksom fyri, at teir yvirhøvur vilja lata hár til parykkar, sigur Sunnleyg Eliassen.

Vil ikki fjala seg

Hvør parykkur hjá Sunnleyg Eliassen kostar útvið 10.000 krónur. Higartil hevur almannastovan hjálpt við hesum, men um trý ár, tá Sunnleyg er 18 ár, skal hon sjálv gjalda fyri parykkarnar. Tí vil hon venja seg við at vera saman við fólki uttan at parykkurin er á skalluta høvdinum. Á tann hátt kann hon sleppa undan at keypa fleiri parykkar hvørt ár.

- Eg vil tora at stilla meg fram, soleiðis sum eg nú einaferð síggi út. Eg kann ikki gera við, at eg havi eina sjúku, sum ger, at eg havi eina annarleiðis útsjónd enn flest onnur á mínum aldri, sigur Sunnleyg Eliassen avgjørd. Hon veit ikki, nær ella um hon nakrantíð fer at fáa hárið aftur.

Tí valdi hon eisini herfyri at leggja eina mynd út á Facebook, har hon sæst uttan parykk. Eisini skrivaði hon, at hon hevur alopecia og tí er skallut.

- So vita líkasum øll tað og hava eisini sæð meg uttan parykk. Tað verður kanska eisini lættari fyri meg og hini, tá eg einaferð fari at tora at ganga millum fólk við mínum bera høvdi, sigur Sunnleyg Eliassen og smílist.

Viðhvørt kann tað tó vera ein fyrimunur at hava eitt bert høvd, heldur Sunnleyg Eliassen fyri.

- Á føstulávint kann eg vera Homer Simpson, sigur Sunnleyg Eliassen


Í faktaboks

Hvat er alopecia?

Alopecia verður á føroyskum kallað plettskalla. Tað er óvist, hví summi fólk missa alt hárið ella missa hár á ávísum støðum. Hildið verður, at bruni kemur í hársekkir ella ein immunverju-reaktión fer fram í kroppinum, soleiðis at hárvøksturin heldur uppat, og hárið dettur av.

Tey, ið hava alopecia, missa sum oftast hárið á høvdinum, men til ber eisini at missa eitt nú eygnabrýr, eygnahár, skeggvøkstur og onnur hár á kroppinum. Í flestu førum eru tað børn og yngri vaksin millum 20-40 ár, ið fáa alopecia. Bæði kynini kunnu fáa alopecia.

Summi missa hár í eina tíð og fáa tað síðani aftur, meðan onnur ongantíð fáa hárið aftur.

Um eitt foreldur ella systkin hevur ella hevur havt berar blettir, er øktur vandi fyri, at tú sjálvur fært alopecia. Sostatt er sjúkan í summum førum arvalig.

Fólk við astmu, ovurviðkvæmi ella barnaeksemi eru í størri vanda at fáa alopecia. Tað sama er galdani fyri fólk við Downs syndrom.

Alopecia

Kelda: alopecia.dk