Landsliðið hevði gjáramorgunin sína seinastu landsliðsvenjing undan landsdystinum móti Grikkalandi. Lars Olsen letur væl at fyrireikingunum.
Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg havi eina góða kenslu til dystin í morgin, sigur Lars Olsen.
Hallur Hansson hevur meldað seg kláran, men vandi ikki við alla venjingina. Enn er eisini ógreitt hvør skal spæla á høgra bakki og vinstra bakki.
Les eisini: Bíða bara eftir dystinum
Lars Olsen, landsliðsvenjari, boðaði frá á tíðindafundinum, at Fróði Benjaminsen verður við frá byrjan. Sostatt spælir hann sín dyst nummar 84 og setir nýtt landsliðsmet. Hann tekur metið hjá verjukempuni, Óla Johannesen.
Les eisini: Fótbóltspanelið um Effo-spælarar í 1.deild og landsliðið
Hallur Hansson hevur meldað seg kláran til dystin. Hóast tað, so vandi hann ikki verið fullari ferð í dag. Einastu ivamálini tykjast í løtuni vera um hvør skal spæla á høgra bakki og hvør skal spæla á vinstra bakki. Jóhan Troest Davidsen, Bárður J. Hansen og Gilli R. Sørensen tykjast berjast um tey bæði plássini.
Annars eru bæði spælararnir og venjarin væl nøgdir við venjingarnar upp til dystin. Lagið er gott í hópinum og tú hómar eisini, at spælararnir veruliga gleða seg til dystin. Somuleiðis var regnið og kaldi vindurin avloystur av eitt sindur av sól í morgun. Ótrúligt, men satt!
Landsdysturin millum Føroyar og Grikkaland verður í kvøld klokkan 19.45. Bæði in.fo og Rás2 hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.