­ Eg havi einki ímóti at tosa við Nyrup

Onkusvegna er ein yvirskrift komin skeivt fyri í Dimmalætting, sum sigur, at Atli Hansen ikki vil hitta Nyrup, men hesum avsannar Atli Hansen. Hann hevur als ikki tosa við blaðið, og hann er heldur ikki endurgivin í sjálvari greinini

Tað vóru nógvar telefonir sum kimaðu hjá Atla Hansen í Gøtu týsmorgunin. Tingmaðurin tosaði við fleiri fólk í senn, men hann hevði stundir at siga Sosialinum, at hann ikki hevur sagt, at hann ikki vil hitta forsætisráðharran, tá hann kemur hendavgein 6. januar.

- Eg havi annars ongar ætlanir um at hitta Nyrup, men eg veit ikki, um hann vil hitta meg. Verði eg boðsendur, so fari eg sjálvandi at práta við hann, sigur Atli Hansen.


Ikki almenn vitjan

- Hvussu er og ikki, so er hetta ikki ein almenn vitjan hjá Nyrup. Ørindini eru at koma á Ríkisfundin, sum verður hildin í Føroyum.

- Áður hevur hann verið hildin í Danmark, og tá í forsætismálaráðnum. Hesaferð er fundurin í Føroyum, og verður tí í Tinganesi. Annað veit eg ikki um hetta, sigur Atli Hansen.

­ Er tað óheppið, at Nyrup kemur júst áðrenn bankakanningin verður almannakunngjørd?

­ Eg veit ikki um tað beinleiðis er óheppið, men tað hevði kanska verið betur at bíða til aftaná.


Sjálvi avgera, hvat vit hugsa og gera

- Er tað viðmerkingin frá Piu Larsen, í Vinstraflokkinum, ið er samstarvspartur hjá Sambandsflokkinum i Fólkatinginum, sum hevur fingið teg at góðtaka vitjanina hjá Nyrup?

- Tað nýtist ikki at vera Pia Larsen, sum skal siga mær hvat eg skal hugsa og gera, men hon hevur kortini rætt í, at tað er skeivt ikki at vilja tosa við forsætisráðharran.

- Hava vit trupulleikar, so mugu vit práta saman.Tað er klárt.

- Hinvegin, so skal Nyrup ikki fara aftur til Danmarkar og siga fólki, at vit ikki vildu hitta hann. Í tí hevur Pia Larsen rætt, men tað eru vit sjálvi, sum skulu avgera, um vit vilja ella ikki, sigur Atli Hansen.