Eg havi einki ímóti at gerast borgarstjóri

Møguleiki er fyri, at Føroyar fáa sín fyrsta blinda borgarstjóra.

 

Uni Rasmussen er toppskorari hjá Fólkaflokkinum í Eysturkommunu. Sum toppskorari í størsta flokki er nærliggjandi at hugsa, at tað er hann, sum situr við initiativinum til at skipa eina býráðssamgongu og hann sigur við in.fo, at væntandi fara samráðingarnar so smátt í gongd í kvøld.

- Enn eru ongar avtalur gjørdar, men eg vænti, at vit fara so smátt at práta saman í kvøld, sigur Uni Rasmussen.

 

Sjálvur er hann stak væl nøgdur við úrslitið.

- Eg hevði ikki væntað eitt so gott val, men kortini hevði eg eina kenslu av, at tað stóð væl til. Eg eri sera fegin um, at so nógv hava valt at vísa mær sín stuðul, sigur hann.

 

Vanligt er, at toppskorarin gerst borgarstjóri. Verður eisini soleiðis í Eysturkommunu?
- Tað fara samráðingarnar sjálvandi at avgera, men eg havi einki ímóti at gerast borgarstjóri.

 

Uni Rasmussen er blindur og hevði sostatt uttan iva blivið fyrst blindi borgarstjórin í Føroyum.

 

Teir vóru annars tríggir brøður, ið stillaðu upp til kommunuvalið. Joen Magnus Rasmussen gjørdist nummar fýra á Fólkaflokslistanum í Eysturkommunu og gjørdist tí júst ov stuttur at koma inn. Elnar Rasmussen stillaði upp fyri lista C í Runavíkar kommunu. Listin fekk eitt umboð valt, meðan Elnar gjørdist nummar tvey á listanum. Uni Rasmussen er sostatt einasti bróðurin, sum varð valdur inn.