Turið Kjølbro
Tað hevur gingið skjótt upp eftir stiganum hjá stjóranum á Ferðaráð Føroya. Fyri fýra árum síðani varð hon liðug við útbúgvingina sum cand. negot. og hon hevur longu sitið í hálvt annað ár í heita sessinum á Kongabrúnni. Henda tíðin hevur verið strævin og alt hevur ikki rættiliga verið sum hon hevði roknað við. Og hon fær nóg mikið at síggja til í framtíðini, tí úr Tinganesi eru tey boð komin, at ferðavinnan skal verða eitt av beinunum Føroyar skulu standa á, tá ið vit hava fingið fullveldi.
Annika W. Joensen er 32 ára gomul, er fødd og uppvaksin í Danmark, men flutti til Føroya 10 ára gomul. Hon hevur tikið útbúgving í máli, búskapi, marknaðarføring og samskifti á Odense Universiteti. Tað var av tilvild, at hon kom á Ferðaráðið í 1995, og eftir ætlan skuldi hon til Danmarkar aftur, tá ið hon ístaðin gjørdist marknaðarleiðari. Og tá ið táverandi stjórin á Ferðaráðnum segði upp heitti hann á Anniku um at søkja stjórastarvið. Hon so gjørdi og millum átta umsøkjarar varð hon kosin.
Hon er fyrsta kvinnan í stjórasessinum á Ferðaráðnum og sjálv heldur hon, at fólk, myndugleikar og almenningur í byrjanini høvdu trupult við at góðtaka ein stjóra sum umframt er kvinna eisini er so ung.
- Eingin hevur sagt tað beinleiðis, men eg havi eina fatan av, at fólk sóu tað sum ein trupulleika, at eg eri kvinna og ung. Nógv ivaðust í, um eg fór at klára uppgávuna, men eg hugsaði, at eg skal nokk vísa teimum, at eg klári tað. Hinvegin er tað øgiliga lætt at detta út í tað, at allar reaksjónirnar tú fært ímóti tær koma, tí tú ert kvinna. Tað má ikki gerast ein undanførsla, sigur Annika W. Joensen.
Bitin av arbeiðinum
Annika W. Joensen hevur ongantíð droymt ella havt ambisjónir um at gerast stjóri og tað eru løtur seinasta hálvt annað árið, at hon hevur angrað, at hon tók stigið.
- Tá ið møguleikin knappliga var har sá eg beinanvegin fyri mær, hvussu ferðavinnan í Føroyum kundi stýrast og skipast. Eg sá týðiliga fyri mær, hvussu samanspælið millum tað almenna og tað privata átti at vera, hvussu ferðafólkavinnan úti um landið átti at vera, hvussu fremmandu ferðafólkini skuldu passa inn og hvat vit eiga at hava at bjóða teimum. Sum marknaðarleiðari sat eg hvønn dag og skuldi finna út av, hví ferðafólk skulu koma til Føroya og alt tað positiva vit eiga at bjóða fram. Og tað verður ein bitin av.
- Mín ambisjón uttan mun til í hvørjum starvi eg eri í er at gera eitt gott arbeiði. Men uttan mína útbúgving hevði eg als ikki bjóðað meg fram. Eg havi altíð verið spontan, havi lopið út í ymiskt og eri altíð komin heilskapað burturúr. Uttan at hugsa stórvegis um tað havi eg altíð tikið ábyrgd og mær dámar væl at taka avgerðir og av avbjóðingum. Tekur tú ábyrgd og kemur við góðum hugskotum, ið gagna arbeiðsplássinum, kemur tú fram. Tað hevur einki við kynið at gera, men heldur við persónin sjálvan. Men eg hevði ongan sum helst møguleika fyri at vita, hvussu tað fór at verða at vera stjóri. Konufólk, sum hava hug til at verða við til at mynda samfelagið sum leiðarar, skulu hugsa um, at ábyrgdin sýnist tyngri í huganum enn í veruleikanum. Tað er av alstórum týdningi at fyrireika seg væl. Eg síggi ofta, at fólk koma døllandi til ein fund púra ófyrireikað, tað er spektleyst. Fyri mítt viðkomandi finni eg sjálvsálitið í fyrireikingini, sigur Annika W. Joensen.
Frá tí sakliga
til tað politiska
- Eg hevði eina visjón, tá ið eg søkti stjórastarvið, men tað vóru ymisk viðurskifti, ið eg ikki var greið yvir. Ferðaráðið er rættiliga tætt knýtt at tí politiska lívinum, hetta hevði eg ikki gjørt mær tankar um frammanundan, og tí gjørdist eg ovfarin, tá ið eg sá, at Ferðaráðið varð drigið uppí politiskar samanhangir. Tað er sera óheppið, tí tá er vandin, at orðaskiftið fer frá tí sakliga yvir í tað politiska. Tá ið hetta hendir er tað av týdningi, at landsstýrið stuðlar og eg havi verið og eri ómetalig heppin í so máta. Positivt kann tað eisini vera, at Ferðaráðið verður drigið uppí politiska orðaskiftið, men enn havi eg bara sæð tær negativu síðurnar. Eg havi verið góðtrúgvin, tí eg hevði ikki roknað við, at fólk vóru negativ og høvdu fordómar. Hinvegin hevði eg heldur ikki trúð, at fólk á gøtuni vóru so vinarlig og áhugað í arbeiðinum við at menna ferðavinnuna. Ein heilsan, eitt smíl, ein viðmerking ella eitt hugskot reddar mín dag og fær meg at gleðast um at vera stjóri.
- Eitt annað eg havi upplivað sum stjóri er, at fólk, serliga menn, sum sita yvir av mær á skrivstovuni fyri ein og hvønn prís skulu hava rætt fyri ikki at missa andlit. At ásanna at fólk arbeiða meiri fyri sær sjálvum enn fyri sakini og onkuntíð beinleiðis sýnast at sabotera arbeiðið, undrar meg. Sjálv gangi eg bara eftir sakini, tað ger tað sama, hvør fær æruna, bara tað verður gjørt, sigur Annika W. Joensen.
Reint borð
Frá at hava verið starvsfelagi til at verða stjóri hevur verið torført.
- Tað er altíð ein trupulleiki, tá ið ein av starvsfeløgunum verður stjóri og harvið verður tann, sum leiðir, stýrir og gevur ordrar. Men eg havi valt at tikið allar tvístøðurnar upp, tosað um tær og um alt sum hevur gnaddað og prutlað undir lokinum. Og tað trúgvi eg er eitt kvinnuligt eyðkenni. Í dag hava vit eitt gott arbeiðsumhvørvi. Ein fyrimunur við at vera stjóri er at hava møguleikan at menna starvsfólk. Tað er eitt satt privilegium at fáa tað besta fram í fólki. Eg føli, at starvsfólkini standa saman um Ferðaráðið og at vit eru ein sterk eind.
- Eg eri ikki eftirlætin og geri sjáldan neyðsemjur fyri at fáa frið, og eg havi eisini fingið nógvar undir vangan av tí sama. Um tað er munur á monnum og kvinnum hesum viðvíkjandi veit eg ikki, men eg havi tikið nógvar tvístøður, sum leingi hava ligið og lúrt. Um tað eri eg sum persónur ella um tað er tí eg eri kvinna sum ger tað, veit eg ikki, men tá ið tað ræður um arbeiðið eri eg gløggskygd og saklig. Hevði eg boygt meg, hevði eg fingið frið, men so hevði eg ikki klárað at hugt meg sjálva í speglið. Eg havi upplivað, at menn siga við meg, at eg eri hysterisk. Hesum taki eg mær als ikki av og havi bara hug at grína at. Var tað ein maður sum reageraði sum eg høvdu fólk sagt, at hann er viljasterkur. Spurningurin er, hvør er hysteriskur, tann sum sigur tað ella tann sum tað verður sagt við, sigur Annika W. Joensen.
Renna sneisaørindi
At vera stjóri á einum stovni, sum ofta verður umrøddur í almenna orðaskiftinum og sum annars stórar væntanir eru til, kann vera strævið og møtimikið.
- Tað er mín skylda at kunna um Ferðaráðið og ferðavinnu og tí eri eg altíð sinnað at tosa við fjølmiðlarnar. Tíverri havi eg upplivað, at summir tíðindamenn ikki trúgva tí eg sigi. Teir biða meg svara nøkrum spurningum og so siga teir beinleiðis við meg at teir ikki trúgva mær. Og ikki nóg mikið við tí seta teir seg so at læra meg, hvussu eg skal røkja mítt starv og hvussu eg skal reka ferðavinnuna í Føroyum. Um tað er tí at eg eri kvinna og ung ella um teir halda seg vita alt, veit eg ikki, men eg góðtaki tað ikki. Úrslitið er við hvørt at so útleggja teir samrøðuna sum teir vilja og skriva ímóti stovninum. Eg havi sæð greinar har eg kenni orðini aftur frá ávísum persónum. Tað virkar sum hesi tíðindafólkini renna sneisaørindi fyri ávís fólk ístaðin fyri at gera eitt sakligt arbeiði. Og tá er tað ikki stuttligt.
- Í fyrstani tók eg alt persónligt og gloymdi, at Ferðaráðið ikki er tað sama sum persónurin Annika. Og tað er ein kvinnuligur veikleiki. Nú havi eg lært at skilja mínar kenslur frá fakliga arbeiðinum og havi á tann hátt fingið ?hár á bringuna?.
- Eitt sum eg tó aldri venji meg við er at fólk siga ósatt um mítt arbeiði ella meg. Hetta kemst av, at eg seti erligheit høgt og av, at eg eri ómetalig ambisjøs í mínum arbeiði. Tað forðar fyri einum væl eydnaðum úrsliti, tá ið onkur sigur ósatt og elvir til stríð. Hetta kann eg ikki liva við, men eftir øllum at døma er hetta ein prísur, sum eg havi noyðst at goldið, sigur Annika W. Joensen.
Havi ikki allar loysnir
- Eg havi ongantíð latið sum um, at eg havi allar loysnir. Og havi ofta sagt, at eg kenni meg ótrygga í mun til ein og hvønn trupulleika og at mær tørvar hjálp. Hetta geri eg fyri at røkka setta úrslitinum. Eg trúgvi uppá, at vit skulu finna og brúka serfrøðingar í fólki. Í summum førum eri eg serfrøðingur, í summum førum er onkur annar serfrøðingur. At tora at siga, at man ikki veit ella at man er bangin, er ein styrki. Fyrsta reaksjónin er álit - onnur síggja, at tey kunnu hjálpa og sleppa at hjálpa. Fyri ikki at gera fólk rundan um meg ótrygg - tí tað kann vera ein reaksjón - geri eg vart við, at mín ósikkurheit ikki er generell. Eg missi ikki yvirlitið ella visjónina, bert tørvar mær hjálp til ein part av arbeiðinum fram ímóti málinum.
- Tað krevur nógv sjálvsálit at vera stjóri. Tú skalt trúgva uppá, at tú klárar tað, tí tú kanst ganga út frá at øll hyggja at tær, tá ið tú beklar. Á arbeiðsplássinum leggi eg meg eftir at rósa fólki, tá ið tey hava gjørt nakað gott. Tað er týdningarmikið. Sjálvandi upplivi eg enn fordómar mótvegis mær sum stjóra, men tað taki eg ikki so tungt. Kanska virki eg provokerandi uppá fólk, tí eg havi sjálvsálit viðvíkjandi arbeiðinum, sigur Annika W. Joensen.
Karriera og familja
Annika W. Joensen er við barn og skal eiga í februar. Hvussu hon ætlar at sameina stjórastarvið við eitt familjulív, dugir hon ikki at ímynda sær enn.
- Sum stjóri er arbeiðsdagurin ikki frá 8-5 og eg havi arbeitt nógv um kvøldið og vikuskiftini, og annars ferðast øgiliga nógv. Tí kunnu vit siga, at starvið ikki er roknað til eina kvinnu, sum fær børn. Frá fyrsta degi av havi eg fingið at vita, at tað ikki er væl sæð, at eg fái mær børn. Tí var tað ikki hugaligt hjá mær at boða frá, at eg var við barn. Men tað legði eg ikki í, tí eg havi lagt upp fyri øllum hesum í planleggingini. Í mínari verð er tað ein sjálvfylgja, at eg havi barnsburðarfarloyvi líka so leingi sum aðrar kvinnur.
- Tá ið starvið krevur so nógva tíð og orku havi eg ofta følt, at eg ikki rættiliga strekki til í húsarhaldinum. Okkurt sigur mær, at tað eri eg sum eigi at syrgja fyri øllum tí húsliga. Tað trúgvi eg vit kvinnur hava fingið í beinið ígjøgnum 1000 ár. Men tað er mín trupulleiki og ikki trupulleikin hjá manninum hjá mær. Hinvegin føli eg ikki, at eg verði skrødd ímillum arbeiðsplássið og heimið. Maðurin hjá mær er sjálvur leiðari og arbeiðir nógv. Uppgávurnar heima taka vit bæði heilt natúrliga. Hetta eri eg eisini von við heimanifrá.
Er tað neyðugt fyri kvinnur at arbeiða fyri at styrkja sjálvsálitið?
- Hatta havi eg gjørt mær nógvar tankar um, tí skjótt skal eg í burðarfarloyvi. Eg havi altíð gingið í skúla og arbeitt og tí fingið respons upp á tað, sum eg geri. Hvussu tað verður, tá ið eg havi átt veit eg ikki. Mín samleiki er mín kunnleiki fyri ein stóran part. Eg verði noydd til at skapa mær ein nýggjan samleika, tá ið eg verði mamma. Eg eri bangin fyri at missa meg sjálva burtur og tað kemst kanska av, at eg altíð havi fingið at vita, at eg skal hava útbúgving, arbeiði og at eg ikki skal fáa mær børn, áðrenn rætta tíðin er komin.
Kvinnulig og
mannlig eyðkenni
Tíðin er farin frá tí slagnum á stjórum og leiðarum, sum einaræðisliga áleggja arbeiðsfólkunum ómannsømiligar treytir. Í dag verða stjórar valdir út eftir øðrum fortreytum og leiðslur geva sær far um, at bestu leiðararnir hava bæði kvinnulig og mannlig eyðkenni.
- Tað er avgjørt tað rætta. Summi virki í Danmark velja sínar komandi stjórar millum menn, sum hava verið í barnsburðarfarloyvi, tí tá ið teir hava verið heima duga teir betri at skipa seg og at hava atlit til serliga tørvin hjá starvsfólkunum, tað vil siga til tað menniskjaliga. Fyrimunurin hjá konufólki í leiðandi størvum er, at tær duga øgiliga væl at skipa seg, at býta uppgávur út og at hava yvirlit. Kvinnur hava eisini stóra fatan fyri, hvussu fólk reagera.
- Sum stjóri havi eg altíð lagt dent á, at starvsfólkini hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, at tey arbeiða í arbeiðstíðini, ikki hava ov nógva yvirtíð og at arbeiðið ikki skal ganga út yvir familjulívið. Eru børnini sjúk fara tey heim uttan at skula hava ringa samvitsku. Og tað trúgvi eg er eitt kvinnuligt eyðkenni, sigur Annika W. Joensen.
Framtíðarvánir
fyri javnstøðu
- Tað besta eg kann gera er at halda fram við at uppføra meg sum um javnstøða er ein sjálvfylgja og í atburði vísa, at eg havi somu møguleikar sum øll onnur. Ein máti er at eggja øðrum kvinnum til at leypa út í tað, átaka sær ábyrgd og vera við til at mynda allar liðir í samfelagnum. Eg royni at gera mín part við nettupp at søkja at stjórastarv, taka ábyrgd og vera við til at slóða fyri, at fleiri konufólk taka av avbjóðingum.
Hvussu Annika sær møguleikarnar hjá konufólki at koma fram í samfelagnum og fáa eina karrieru, sigur hon.
- Eg havi tað álit á fólki, at tey seta tey røttu fólkini í størv. Tað geri eg í øllum førum, eg velji tey best skikkaðu og tey sum hóska best inn. At flestu starvsfólkini á Ferðaráðnum eru konufólk er av tilvild, kvinnurnar hava rætt og slætt verið betri skikkaðir enn menninir, sum hava søkt. Mær er eina ferð mælt frá at seta eina kvinnu, sum er einlig mamma í starv hóast hon var best skikkað til starvið. Tíbetur tók eg tað ikki til eftirtektar.
Hvat heldur tú um kvinnurørsluna, týdningin hon hevur havt og í tíðini sum kemur?
- Kvinnurørslan hevur havt øgiliga stóran týdning, men tað sum hevur havt størri týdning fyri meg er at hava mammu mína sum fyrimynd. Her hugsi eg um hennara máta at uppala okkum uppá og at ganga undan.
- Uppgávan hjá kvinnurørsluni í dag og í framtíðini eigur at vera at taka spurningar upp sum eru viðkomandi. Um vit vilja hava fleiri kvinnur í leiðandi størv er tað til dømis neyðugt at byrgja upp fyri at tær verða við barn. Hóast eg ikki skal eiga fyrr enn um tveir mánaðir eri eg noydd at fara úr starvinum, tí at tað er ov kravmikið. Hetta kundi møguliga verið fyribyrgt. Tí er neyðugt í framtíðini at hugsa um, hvussu eitt stjórastarv til eina kvinnu skal skipast. Eisini er tað av týdningi, at barnaansingin ikki verður ein forðing fyri møguleikunum hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. Eitt sum vit øll kundu gjørt meiri við er at eggja og stuðla børnunum og læra tey at taka orðið og at vera virkin í orðaskifti. Tað ber til. Sum smágenta tordi eg aldri at taka orðið í skúlanum, eg havi framvegis ikki so lætt við at tosa alment, men eg læri tað alla tíðina, sigur Annika W. Joensen at enda í viðtali.
__________
Prát við kvinnur í leiðandi størvum
Komandi vikurnar tosa vit við kvinnur í leiðandi størvum um javnstøðu, um hvussu ein sameinar arbeiði og familjulív, karrierumøguleikar og fordómar ímóti kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. Næsta samrøðan verður í blaðnum næsta leygardag við Elsu Mariu Holm Olsen, stjóra á Handilsskúlanum á Kambsdali.