Sum einasti kvinnuligi bodybuildarin í Føroyum er Jórun Larsen Mørkøre von at taka egnar avgerðir. Hon venur sjálv venjingarmiðstøðini Mátt og Megi, sum hon rekur í Klaksvík, og er eisini av og á í Havn og venur.
– Eg havi vant sjálv í eitt ár, og tað er ongin trupulleiki at venja einsamøll, tá eg fylgi eini venjingarætlan, sigur hon, og leggur afturat, at hon fær hjálp til teir dagarnar, tá hon venur tungar vektir.
Hon hevur klárað seg ómetaliga væl innan greinina, síðani hon byrjaði at stilla upp í 2013. Hon greiðir frá, at fleiri av teimum, ið hon kappast saman við, hava kappast longri enn hon.
– Høvuðsorsøkin til, at eg havi klárað meg so væl er genetisk. Tað er ein fyrimunur, at eg eri lág av vøksti, tí tá eru musklarnir styttri og síggjast skjótari. Í hesi ítróttargreinini er tað ein fyrimunur at vera lítil, staðfestir hon.
Skalt tú kappast í professionelt í bodybuilding, so mást tú til Onglands ella til USA at luttaka í kappingunum.
– Um tú skalt gera teg galdandi innan hesa greinina, so er USA landið, ið tú helst skalt kappast í. Eg kappist í pro-kappingunum, og tí sleppi eg ikki at taka luttaka í amatør kappingunum í Evropa, sigur hon, og leggur afturat, at tað er tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið, at ferðast til USA so ofta.
18. november í ár er HM í Bodybuilding í Boston, og tá fer Jórun aftur til USA.
– Nú fari eg at savna meg um at venja til HM, sigur hon.