Súsanna Dam
Eg havi gjørt eitt roknistykki, sum eg haldi átti at verið sera áhugavert við atliti til uppskotið hjá hinum 13 landspolitikarunum av bygd, sum í hesum døgum eru úti við rívunu eftir at skaffa sær sjálvum meira av skattaborgarans peningi.
Í staðin fyri umleið 300 bý- og bygdarráðslimir, skuldu vit havt umleið 75. Vit høvdu spart eini 33 borgarstjóralønir pluss alt hitt leysa.
Í staðin fyri uml. 3 x 40 fundir at samtykkja kommunalu fíggjarætlaninar, kundu vit sloppið við 3 x 7. Vit høvdu eisini fingið óteljandi nevndarfundur x 7 í staðin fyri óteljandi fundir x 40 til at fyrireika fíggjarætlaninar.
Og so kundu vit havt óteljandi fundir x 7 móti óteljandi fundum x 40 til at avgreiða øll onnur kommunal mál.
Skuldi onkur ivast so er bert at hugsa um, at talið av kommunalum málum eru hvørki fleiri ella færri um talið av kommunum er 7 ella gott 40.
Hendan sparingin hevði verið størst í økjunum, sum teir 13 landspolitikararnir av bygd eru úr, men bæði útjaðari og miðøkini høvdu fingið leysgivið ókenda upphædd og ókenda arbeiðsorku til at hækka livistøðið hjá hvørjum einstøkum borgara, meðan politikkarin, stakalurin, kanska fer at missa onkur gevandi bein, men hann hevur ráð til tað, og kundi kanska verður kravdur eftir onkrum av sínum ágóðum samfelagnum at gagni.
Nú vita vit, at politikkarin hugsar bert um politikkaran, og til seinasta løgtingsval egndu ein stórur partur av hesum 13 uppskotsstillarum við, at um teir bert sluppu framat, ja so skuldu almennu útreiðslurnar skerjast so at øll kundu fáa tað betur..
Tað var tá, nú er støðan ein onnur, nú skulu útreiðslurnar at vísa seg hækkast í mest møguligan mun, annars fáa vit tað ikki betur.
Í fleiri ár hevur framleiðslan verið minni enn keypiorkan. Júst um dagarnar varð sagt frá at flestu fiskaframleiðsluvirkini hava havt hall á roknskapinum fleiri ár á rað. Rationalisering og effektivisering vóru nógv nýtt orð aftan á kreppuna, men eru helst gloymd í marglætisørsku og oljudansi.
Eitt annað, sum vit eisini hava gloymt, er at í 80’unum lótu landspolitikkarnir nógvar skattafríar veitingar og tóku inntøkugrundarlagið frá mongum kommunum eins og frá landskassanum sjálvum.
Tey við almennum inntøkum rinda skatt av hvørji krónu, tey forvinna, meðan somu landspolitikarar hava samtykt at nógvar privat inntøkur – og løgið nokk helst tær stóru - ikki skulu skattast. Onkur kommuna kundi kanska fingið góð hugskot um javnari skattainntøku og kravt landspolitikkaran til at broyta hesi sera sjónsku brek og lýti í skattalógunum, um ikki var so, at lands- og kommunupolitikkari í mongum førum eru somu MENN. Pengingarenslið á privata marknaðinum í hesum landinum stendst í mesta munin av óskattaðum peningi, altso skattafríum inntøkum og lánum. Hetta sama, eftir konjunkturunum alt ov stóra privata peningarensl, setur ovurstór krøv til tær almennu veitingarnar, og tað kann einki samfelag liva við. Sjálvt ikki tey annars fyrimyndarligu húsarhaldini á bygd í Føroyum.
Eg sum skattaborgari hava alstóran áhuga fyri at - sagt við orðum Jógvans við Keldu - landspolitikkararnir úr útjaðaranum og lokalpolitikkararnir úr miðøkjunum geva mær eina sera neyva og útgreinaða frágreiðing um, hvussu teir ætla at fáa tey viðurskiftini í rættlag, áðrenn teir leggja nýggjar byrðar á meg.