Teir seinastu mánaðarnar hevur kubanski forsetin ikki víst seg alment, og fyri nøkrum vikum síðani visti eitt spanskt blað at siga, at hann lá fyri deyðanum.
Men í gjárkvøldið kom Castro á skíggjan í kubanska sjónvarpinum saman við forsetanum í Venesuela, Hugo Chávez.
-Stríðið er ikki tapt, segði tann 80 ára gamli forsetin og legði afturat, at hann ætlar sær aftur til arbeiðis, tá hann verður so frægur.
Fidel Castro hevur verið sjúkur síðani seinasta summar, tá hann varð lagdur undir skurð. Síðani hevur bróður hansara, Raul Castro, virkað sum leiðari saman við øðrum limum í kommunistaflokkinum.
Amerikanskar keldur hava fleiri ferðir sagt, at Castro hevur krabbamein, og at hann er deyðsjúkur, men tað hava kubansku myndugleikarnir avsannað. Ein spanskur lækni, sum kannaði Castro herfyri, avsannaði eisini amerikonsku tíðindini.