Seinastu árini hava Lena Anderssen og maðurin Niclas Johannesen ferðast víða við teirra tónleiki. Tey hava skrivað sangir, verið í studio, spælt á størri og smærri konsertum, og í farnu viku kom triðja fløgan hjá teimum út – nú sum áður undir navninum hjá Lenu Anderssen.
Tey stríðast áhaldandi fyri at vinna fram uttanlands, og tey spæla støðugt til konsertir uttanfyri Føroyar – í løtuni serliga í Danmark.
- Tónleikur er ein partur av okkum, líkamikið var vit eru stødd. Vit hava kanska manglað at havt ein basa at ferðast út frá, men tað hava vit fingið í Danmark. Tá ið tú hevur basa, so er lættari at ferðast við tónleikinum, tí tú hevur altíð nakað at koma heimaftur til, sigur Lena Anderssen.
- Tá ið tú hevur tónleik sum lívsstíl, so mást tú eisini venja teg við, at tú ert nógv á ferð. Tað er eisini nógv praktiskt við at ferðast, tí kuffertið skal pakkast hvørjaferð. Fyrstu tíðina hevði eg alt ov nógv av klæðum við mær, men eg eri blivin betur til at pakka kuffertið – kanska havi eg stundum ov lítið við mær, sigur hon flennandi.
Hjún og tónleikarar
Munurin millum Lenu og Niclas og flestu aðrar tónleikarar í einum bólki ella samstarvi er, at tey eru gift við hvørjum øðrum. Tey spæla tónleik saman og liva saman, tá ið tey hava frí.
- Tað er krevjandi til tíðir, men tað er eisini ein stórur lætti til tíðir. Tá ið vit eru á veg heim frá onkrari konsert og eru troytt, nýtast vit ikki at hugsa um at undirhalda hvørjum øðrum. Vit kunnu slappa av ella leggja okkum at sova í einum toki, og tað er ein lætti, sigur Lena.
- Tá ið tú livir saman soleiðis, sum vit gera, verður nógv er ein sjálvfylgja. Sjálvandi skal Niclas gera hatta fyri meg, og sjálvandi skal eg gera hetta fyri hann. Men eg haldi, at tað er umráðandi, at vit eisini steðga á viðhvørt og seta prís upp á tað, sum vit gera fyri hvønn annan. Tað havi eg hugsað nógv um seinastu tíðina, og eg havi lært meg at siga takk við Niclas, tá ið hann ger nakað fyri meg.
Alt skal ikki verða saman
Lena Anderssen heldur ikki, at tað eru nógvir vansar við at liva so tætt saman, sum hon og Niclas gera.
- Vit hava tað sera gott saman, og tað eru eisini nógvir fyrimunir við at verða felags um lívið og tónleikin. Vit sakna ikki hvønn annan, tá ið vit ferðast, tí sum oftast ferðast vit saman. Tað man vera strævið hjá fólki, sum eru á ferð og sakna tann, sum tey eru góð við.
- Vit dyrka eisini okkara egnu verð hvør sær. Alt skal ikki verða felags, og tað er tað heldur ikki hjá okkum. Vit hava eisini okkara egna, sum vit ganga upp í, sigur Lena.
Tey hava ikki sett sær fyri at brúka nøkur ár til tónleikin og so hugsa um at etablera seg meira.
- Tónleikur er ein stórur partur av okkara lívi, og tað eru eisini nógvir møguleikar við tónleikinum. Vit kunnu halda áfram at skriva sangir, taka upp og spæla teir live, men vit kunnu eisini skriva fyri onnur ella fara at framleiða meira fyri onnur. Í løtuni gera vit hetta, og tað dámar okkum væl, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður næstu árini.
Arrini mugu ikki køva lívið
Nýggja fløgan hjá Lenu kallast “Let Your Scars Dance” – lat tíni arr dansa. Vanliga verða arr ikki sett í samband við góðan popptónleik, men verða heldur samantvinnað meira við pínu enn dans og gleði. Boðskapurin í heitinum á fløguni hjá Lenu er tó greiður.
- Vit hava øll nøkur arr, sum vit stríðast við. Summi hava havt vánaligar upplivingar í barndóminum, onnur hava verið fyri keðiligum hendingum, og soleiðis er hjá okkum øllum. Tað er tó umráðandi, at vit ikki lata hesi arr køva okkum alt lívið.
- Við hvørt kann mann halda, at onkur fólk siga við seg sjálvi, at eg hevði ein vánaliga barndóm, og so ætli eg mær eisini at hava eitt lorta lív. Onkur er kanska særdur av einum forholdi, og so vil viðkomandi einki forhold hava aftur. Men tað er ikki neyðugt at lata slíkar hendingar køva lívið. Heldur skulu vit royna at sleppa nakað av tí keðiliga, sum vit hava upplivað.
- Eg havi eisini onkur arr, og eg kann lata tey tyngja meg, um eg endiliga vil tað. Eg velji tó at brúka tey til nakað positivt, tí alt tað, sum eg havi upplivað av góðum og minni góðum, hevur gjørt meg til tann persónin, sum eg eri í dag, sigur Lena Anderssen.
Pallurin er nakað serligt
Ein týðandi partur av lívinum hjá Lenu Anderssen er at fara á pallin og framføra sínar sangir fyri fólki.
- Mær dámar sera væl at spæla til konsertir. Onkuntíð kann eg gerast nervøs áðrenn eina konsert, men eg royni altíð at hugsa positivt. Tað er sum hjá einum fótbóltsspælara, sum skal spæla ein dyst. Hann skal tveita alt óneyðugt burtur og gera seg mentalt kláran at fara á vøllin.
- Sum tónleikari kanst tú hava góðar dagar, vanligar dagar og minni góðar dagar, men tað er altíð eitt gott upplivilsi at verða á pallinum.
- Ein partur av at verða kreativur er at vísa úrslitið av tínum arbeiði fyri fólki. Børn, sum hava teknað okkurt í einum barnagarði, vilja gjarna vísa foreldrunum tekningina, og tónleikarar, sum hava skrivað sangir, vilja gjarna spæla teir fyri fólki. Sum barn ella sum tónleikari hevur tú brúk fyri at verða bekreftaður, og tú vilt gjarna deilda tað, sum tú hevur skapt, við onnur fólk, sigur Lena Anderssen.
***
Lena um at flúgva
Eg havi ikki verið bangin fyri at flúgva, men eftir at eg havi havt tveir keðiligar túrar til Føroya, hevur tað sett seg í kroppin. Eg royni at siga við meg sjálvan, at eg skal ikki verða bangin, men eg havi eitt sindur av flogskrekk í løtuni. Vónandi gongur tað yvir.
Lena um at roykja
Eg royki ikki sjálv, og vanliga órógvar roykur í einum høli meg ikki – bara um tað blívur ov nógvur roykur. Tað sær eitt sindur cool út á svørt-hvítum myndum frá 50’unum, at fólk roykja, men eg havi so valt ikki at roykja.
Lena um fastfood
Ein partur av at ferðast nógv við tónleiki er, at tú hevur ikki altíð tíð og umstøður at gera tær ein góðan og sunnan døgurða. Tí verður tað javnan til fastfood, tá ið vit eru á ferð. Seint á kvøldi, eftir eina konsert, sigi eg bara takk fyri Seven-Eleven og rock n’ roll.
Lena um nýggju fløguna
Eg eri glað fyri nýggju fløguna, og eg eri nøgd við sangirnar. Eg fari ikki at siga, at hetta er rocket science, men hetta eru nakrir sangir, sum vit hava skrivað, og sum vit hava valt at framleiða á hendan hátt. Hetta vísir, hvar vit eru júst nú.