Eg havi onki sæð til nakra njósning

? Um russiskir sjómenn hava njósnast í Føroyum, veit eg ikki. Eg veit bara, at eg havi so ikki merkt nakað óvanligt, sigur Árni Dam á Skipafelagnum, sum hevur umboðað russisk skip í Føroyum í næstan 60 ár

Reyða Bók

? Eg havi ongantíð verið varugur við nakað sum helst.
Ongin føroyingur hevur havt so nógv við russisk skip at gera, sum Árni Dam á Skipafelagnum.
Skipafelagið hevur umboðað russisk skip í Føroyum síðani 1947 og sjálvur hevur Árni Dam tikið sær av hesum uppgávunum síðani 1978.
Í Reyðu Bók verður róð framundir, at russisk fiskiskip Føroyum njósnaðust fyri russisku fregnartænastuna.
Hetta vóru bæði skip, sum fiskaðu undir Føroyum og skip, sum vóru á føroyskum skipasmiðjum eftir at avtala varð gjørd ímillum Føroyingar og russarar um at umvæla russisk skip í Føroyum.
Tað veit Árni Dam í hvussu so er, onki um.
Tó heldur hann fyri, at øll lond hava røkt síni egnu áhugamál og hava roynt at savna sær uplýsingar saman av ymsum slagi.
? So, hvat ið er rætt og hvat er skeivt í hesum føri, eri eg ikki førur at svara fyri.
Men Árni Dam hevur í hvussu so er ikki lagt merki til nakað og hann hevur onki, uttan alt tað besta, at bera russisku sjómonnunum.
?Eg havi ongantíð ansa eftir nøkrum sum helst løgnum. Eg havi onki sæð og onki hoyrt og ongin hevur nakrantíð spurt meg um nakað sum helst, sigur Árni Dam.
Og hann hevur heldur ikki lagt nakað annað til merkis enn tað, at russiskir fiskimenn vóru annað enn júst fiskimenn.
Tað er heldur ongin av mínum undanmonnum í hesum arbeiðnum, sum kennir nakað sum helst til nakra njósning.
Eitt, sum verður ført fram í Reyðubók, er, at lastin á onkrum av hesum fiskiskipum, hevði ongi sum helst tekin um, at fiskur hevði verið í teimum.
? Tað veit eg ikki. Men av teimum skipum, sum komu higar til umvælingar, var talan í summum førum um skip, sum høvdu ligið fyri teymi í fleiri ár, so tað var kanska ikki so undarligt, at onki sást til fisk í lastini.

Trupuleikar eina ferð
Hann sigur, at tað hava heldur ikki verið stórvegis trupuleikar ímillum russarar og føroyingar.
? Samstarvið við russarar hevur verið ógvuliga gott, tað er tað einasta, eg kann siga um teir.
?Einastu trupulleikar, vit hava havt, var tá ið tað fyrsta skipið kom á Skála Skipasmiðju til umvælingar fyrst í áttatiárunum.
? Tá østi eitt ávíst blað (Dagblaðið, blm.) føroyingar upp ímóti russarunum og tað førdi til, at ungdómar herjaði á Skála Skipasmiðju at kasta egg og annað líkt og ólíkt, eftir russisku sjómonnunum.
? Men eftir eina grein í Sosialinum beint aftaná, helt alt tað uppat og síðani hava als ongir trupuleikar verið.
Árni Dam sigur, at føroyingar eru ógvuliga høgt í metum ímillum russarar og tað er onki fólk, sum teir meta hægri enn føroyingar.
Annars biðjur Árni Dam okkum takka føroyingum og serliga sjómanskvinnuringunum, so hjartaliga frá russisku útgerðarfeløgunum fyri allar tær stórfingnu jólagávurnar, sum russisku sjómenninir fingu til jóla.