Eg havi tað best í Føroyum

Í Barakk 28 í Mjørkadali arbeiðir ein amerikumaður. Hann er ikki ein gloymd leivd frá kalda krígnum, tá ið amerikumenn høvdu hernaðarligt virksemi í økinum. Hann skapar hugtakandi trælist við neyvum handverki og hugsaðum hugskotum.

Joel Cole kom til Føroya á fyrsta sinni í 1986, tá ið hann ígjøgnum Rotary felagsskapin var skiftisnæmingur í Klaksvík eitt skúlaár. Síðani hevur hann vitjað aftur í Føroyum minst eina ferð um árið, ofta í longri tíðarskeið, og síðani 2011 hevur hann verið búsitandi í Føroyum.

– Eg havi ikki so tætt samband við USA longur, bert við familju og nærmastu vinfólkini, og eg havi slept nógv av mínum amerikanska lívi. Einki er heim fyri meg, men eg kenni meg best í Føroyum, og eg og familjan hava tað best her, sigur Joel Cole við Sosialin í dag.

– Eg kenni meg meira sum føroying, men eg havi roynt at varðveitt tað besta úr USA. Til dømis havi eg tikið tankagongdina um, at alt ber til, við mær úr USA. Einki er miseydnað, tað er bara spurningur um, hvussu væl tað eydnast, sigur hann.

Joel Cole er trælistamaður. Hann arbeiðir við træi, sum hann sjálvur hevur felt í Minnesota í USA og flutt til Føroya. Hann ger møblar, sum stundum ferðast á markinum til list, og hann ger listarligar træskurðir og verk, har hann brúkar kenslur, tankar og upplivingar sum óítøkiligt grundarlag.

Les longri samrøðu við Joel Cole í Sosialinum, sum kom út í kvøld.