- Sjálvandi skulu tey, sum síggja eina grind, men ikki boða henni, revsast.
Tað heldur Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin og landsstýrismaður í grindaveiðimálum í farnu samgongu.
Hann stóð á odda fyri at smíða grindalógina, og tá helt hann, at tey, sum brutu lógina skuldu minst hava 5000 krónur í bót. Men tað helt Løgtingið vera alt ov lítið og tí varð samtykt, at tann minsta bótin skuldi vera 25.000 krónur.
Tað fór sum eldur um allan heimin, at tey, sum komu til Føroya at ferðast, settu seg sjálvan í vanda fyri at fáa eina risabót, skuldu tey sæð eina grind, uttan at boða frá henni.
Ferðavinnan gjørdi vart við, at hetta fór at elva til trupulleikar og Tórshavnar Havn hevur boðað frá, at fleiri ferðamannaskip hava slept ætlanini at koma til Føroya av tí sama.
Men nú er ætlanin at broyta lógina, so at revsingin fyri ikki at boða frá grind, verður avtikin. Hinvegin er endamálið, at sjálv fráboðanarskyldan skal varðveitast, men nú verður tað so ikki longur revsivert at síggja eina grind, uttan at boða frá.
Men fremur tann, sum sær eina grind uttan at boða frá, eisini onnur brot á grindalógina, verður revsingin herd fyri at viðkomandi ikki hevur boðað frá grindini.
Hesum er Jacob Vestergaard grundleggjandi ósamdur í.
- Tað er skeivt at sleppa órevsaður frá at boðað frá grind, so sjálvandi skal revsingin ikki takast av, sigur hann.
Hinvegin heldur hann, at tað er kanska tikið nakað grovliga til at áseta revsingina til 25.000 krónur, og tað var heldur ikki tað, hann hevði ætlað. So kanska hevði ein lægri bót verið meiri hóskandi, heldur hann.
- Eg hevði verið øgiliga forargaður, sá onkur eina grind, men ikki boðaði frá og ístaðin legði myndir av henni á Facebook, helt Jacob Vestergaard, tá ið Løgtingið umrøddi ætlanini.
- Hví skal eitt heilt grindaøkið líða undir tí, og missa eitt týðandi tilfeingi av hondum, bara tí at onkur sær eina grind, men letur hana fara, spurdi hann.
- Tað hava vit ikki ráð til, tí vit skulu hava hvørja einastu grind, vit kunnu fáa fatur á, legði hann afturat.
- Vit mugu ikki lata okkum taka av fótum av slíkum, sum stingur seg upp av og á, men tíverri leyp Ferðaráðið útí við báðum beinum, og tað mesta av Løgtinginum rennur nú undan tí, tit sjálvi hava samtykt, segði fyrrverandi landsstýrismaðurin.