Við Áir: - Ein má stremba eftir tí sum ein vil, slær Tanja Joensen fast.
Sjálv hevði hon ein trupulleika - ella rættari sagt tveir: Hon stamaði rættiliga illa. Og hevði haraftrat trupult við at konsentrera seg í stórari mannfjøld.
Fyri hana var tað nóg ringt at hava slíkt at stríðast við. Stuttligari varð tað heldur ikki, tá hon einaferð varð stungin við hesum av einum lærara. Tað var ikki júst tað, ið ein ung kvinna við slíkum talibreki hevði brúk fyri at hoyra og uppliva.
Men hvat ger ein ung genta í Kollafirði, sum hevur hug at fara víðari á skúlagøtuni, men sum ikki hættar sær í ein størri skúla ella eina størri mannfjøld í einum flokki.
Mamma hennara visti tíbetur ráðini: Í skúlanum við Áir kann ein taka FHS; har eru fáir næmingar í hvørjum flokki, og har eru tey øll sum ein stóra familja, hóast aldursmunurin kann vera stórur. Óttin var kortini í Tanju fyri, hvussu hini í flokkinum fóru at taka tað við ógvusligu staming hennara.
- Hetta var faktiskt tað sum eg stúrdi allarmest fyri. Men tá eg so kom her á skúlan, fann eg útav, at eg hevði als einki at stúra ella stama fyri. Her vóru bara góð fólk, góðir lærarar og fittir næmingar, greiðir Tanja frá.
Her var eingin sum hugsaði negativt um nakran av hinum næmingunum. Her var heldur eingin sum flenti eftir einum øðrum, tí viðkomandi bar eitt brek ella hevði ikki klárað seg væl í skúlanum frammanundan.
- Her sá eg, at øll høvdu ikki nakað brek, men høvdu kanska brúk fyri einum skumpi at koma víðari, ella bara fyri at fáa ein hægri karakter í onkrari lærugrein.
- Nei, eingin er verri fyri, um ein gongur í skúlanum við Áir, á miðnámsskúlum kring landið ella til talupedagog á Sernámsdeplinum. Tú skalt í øllum førum ikki gera teg minni, tí at tú ert soleiðis sum tú ert, slær Tanja fast.
Mikudagin í farnu viku fór hon ein túr framvið gamla skúla sínum. Og her nýtti hon høvið at greiða verandi næmingunum frá upplivingum sínum, áðrenn hon fór á skúlan, meðan hon gekk her og hvussu hon sjálv er komin víðari.
- Jú, eg veit ikki, hvar eg hevði endað, um eg ikki fór her, - kanska á einum flakavirki. Men eg kom so víðari. Og í dag havi eg eitt lærupláss hjá Bakkafrost á Glyvrum.
Smátt er stórt
Gjøgnum árini hevur eitt stórt tal av næmingum gingið á skúlanum við Áir, sum hann verður nevndur manna millum.
Fyri fýra árum síðani trein Tanja Joensen fyrstu ferð inn um hesa skúlagáttina. Og fyri hana var hetta samstundis byrjanin til eina positiva vend í lívi hennara.
Hon hevði frammanundan gingið í barnaskúla í heimbygdini Kollafirði og síðani í framhaldsdeild í Eysturskúlanum í Havn. Nú skuldi hon so taka eitt stig víðari á útbúgvingarleið sínari.
Tað var heldur ikki uttan orsøk, at hon júst byrjaði her við Áir:
- Orsøkin var hon, at eg hevði hoyrt frá øðrum, at tað var so sera góð hjálp at fáa her hjá tí einstaka næminginum, greiðir hon íðin frá.
Størsti fyrimunurin við hesum skúlanum var - og er - at tað eru so fáir næmingar í hvørjum flokki, at lærararnir fáa góða tíð til hin einstaka næmingin, í mun til ein størri handilsskúla við nógvum næmingum.
- Eg søkti um at sleppa inn, og tá eg so fekk at vita, at hetta var í lagi, var eg ordiliga ordiliga glað. Hetta var simpelthen tað besta sum kundi henda fyri meg.
- Tað var sera gott at koma her á skúlan. Tað var ordiliga “yes” fyri meg.
Konsentrera seg
Tað krevur sítt at skula ganga í einum flokki, har ein skal fáa nakað burturúr tímunum, og har ein somuleiðis skal kunna konsentrera seg um undirvísingina.
Hetta hevur verið ein av trupulleikunum hjá Tanju. Og tað var tí sum at koma á rætta stað, tá hon slapp í skúlan við teimum fáu næmingunum í hvørjum flokki.
- Lat meg beinanvegin siga, at eg havi einki ímóti teimum stóru skúlunum í Havn og á Kambsdali. Als ikki. Men júst tað er bara einki fyri meg, tí eg havi havt so trupult við at konsentrera meg í stórum samanhangi.
- Eg var heppin í so máta, tí her vóru vit faktiskt bara 12 í okkara flokki, sigur hon brosandi. - Og eg má siga, at hetta er ein sera góður skúli.
Tað vísti seg, at allar vónir hennara til skúlan hildu: Undirvísingin var góð; næmingarnir sera fittir at vera saman við; eingin klikaði seg; og øll tosaðu væl saman. Tanja var bara 18 ár og hini eitt sindur eldri, men tað var eingin trupulleiki at finna útav tí saman við hinum.
Tað sum Tanja í dag setir mest prís uppá, er tann hjálpin hon fekk. Hon slapp m.a. á eitt skeið fyri fólk við staming. Tað er helst so sum hon sigur: - Eg fekk ta hjálpina, sum eg hevði brúk fyri, soleiðis at eg kundi koma víðari í lívinum.
- Eg hevði brúk fyri at kunna konsentrera meg, og tað fekk eg allar møguleikar til her á skúlanum.
Hjálpin er onkustaðni
Tanja var sum nevnt bert 18 ár, tá hon byrjaði á skúlanum. Men hevði hon gjørt sær nakar tankar um framtíðina - ja, var nøkur framtíð fyri eina gentu, sum stamaði so illa sum hon gjørdi, og sum haraftrat hevði trupulleikar at konsentrera seg í størri samanhangum?
- Ja, tá tú nú spyr, so má eg siga, at eg hevði faktiskt ongar vónir um nakað sum helst. Men eg tonkti bara sum so: At um eg ikki prøvi, so fái eg einki at vita.
- Tja, hjálpin má vera onkustaðni at heinta - og hví ikki her?!
Halda fram
Eitt ár gongur skjótt, og nakað eftir at skúlagongdin var lokin, fekk Tanja møguleika at søkja eitt lærupláss sum skrivstovufólk hjá Vestlaks, sum tað æt tá, men sum nú er vorðið partur av stórfyritøkuni Bakkafrost á Glyvrum.
Hetta er ikki hvør sum helst fyritøka. Hon var kosin ársins virki í fjør, og er eisini farin at gera vart við seg á útlendskum keypsskálum.
Hon sendi umsóknina inn, men fekk ikki læruplássið beinanvegin. Men eitt ár aftaná ringdu tey og spurdu, um hon framvegis var áhugað í starvinum. Tað var hon, og so fekk hon eisini starvið.
Nú er komin væl áleiðis við lærutíðini, og tíð er at hugsa eitt sindur longu fram.
- Eg verði útlærd um tvey ár. Kanska sleppi at halda fram har. Tað vil eg fegin, tí hetta er eitt sera gott arbeiðspláss. Men tað fáa vit at síggja.