Dagny Joensen
Jens Kr. Vang
Ólavsøkan var óluksáliga stuttlig fyrr í tíðini. Tað var ikki so nógv at fara til, sum í dag, men vit skemtaðu okkum óført, sigur Rigmor Restorff, tá vit vitja, fyri at fregnast, hvussu ólavsøkan var, tá hon var barn og ung.
Tá var kappríðing og kappróður, eins og fótbóltsdystur á skránni. Kristian Martin Rubbeksen átti eina karrusel, sum varð sett upp á økinum har Sjónleikarhúsið er í dag.
Í portrinum hjá Lützen á Áarvegnum kundu vit keypa ís. Hann kostaði eini fimm - 10 oyru, og smakkaði nærum bert av vatni, men vit vóru fegin kortini, sigur Rigmor.
Í Avhaldinum kundu vit keypa rabarbugreyt fyri 25 oyru. Hann smakkaði so ómetaliga væl. Tað var Elisebeth í Sandagerði, sum stóð fyri, og vit sluppu inn í stovuna at eta, men noyddust at fara út aftur beinanvegin, vit høvdu etið, fyri at onnur skuldu sleppa inn.
Tá var Havnin bert niðan til Telegrafstøðina á Tinghúsvegnum, og alt var um eina leið.
Kappróðurin var eisini øgeliga spennandi. Nógv bygdafólk vitjaði á ólavsøku, og nógv fólk vitjaðu hjá okkum á Skálatrø, minnist Rigmor.
Pápin ótolnaðist inn á dóttrina
Tá Rigmor var eisini 15 - 16 ára gomul, slapp hon í dans á ólavsøku, men hon tímdi ikki at dansa. Hon vildi heldur sleppa at spæla. Pápin ótolnaðist av dóttrini, og físti tí hon ikki tímdi: ?Gå hjem og spil!³. Tað vildi eg fegin og spelaði heim, sigur Rigmor skemtandi..
Seinni fór hon í dans við eldru beiggunum, við teirri treyt, at teir fylgdu henni heim, tá dansurin var liðugur.
Beiggjarnir góvu mær ein krónu aftur fyri at lúgva. at teir høvdu fylgt mær heim, og fegin var eg fyri peningin. Eg var ikki bangin fyri at ganga einsamøll. sigur Rigmor Restorff.
Ólavsøkutíð var eisini sveimutíð, og tað var bæði spennandi, romantiskt og óskyldugt. Oftani vóru havnardreingir illir, tá teir fremmandi dansaðu ov leingi við havnargentunum, og tá kom eldur í, men tað var einki álvarsligt.
Ólavsøkuaftan var føroyskur dansur í Sjónleikarhúsinum. Tá komu sumbingar oftani norður at dansa, og tá fór mamma í dans, tí henni dámdi so væl føroyska dansin hjá sumbingum, sigur Rigmor.
Gestirnir svóðu í stovunum
Á ólavsøku vóru eisini altíð nógv, sum gistu heima hjá foreldrunum hjá Rigmor. Mamma Rigmor var úr Hvalba, og tí komu ofta nógv í familjuni hjá teimum norður.
Eg veit ikki, hvussu mamma bar seg at við at fáa so nógvum gestum eitt stað at sova, men vit høvdu tríggjar stovur, og har gistu fleiri fólk í hvørjari stovu. Øll vóru vælkomin, og hurðin hjá okkum varð ongantíð stongd.
Sjálvandi, tey vóru ikki komin til Havnar at sova, og tí hevur svøvnurin ikki verið tann nógvi hesar dagar.
Rigmor minnist aftur á ein vakran grønan teig í Havnini, sum var serliga nógv vitjaður á ólavsøku.
Tað var ein græsgrønur teigur hinumegin Sjónleikarhúsið, har parkeringspláss eru nú. Á hesum stað hittust fólk at rinda møðina, og hugnaðu sær óført, tí har var oftani góður felagssangur. Annars var basarur í Kommunuskúlanum, har møguleiki var fyri at keypa sær en drekkamunn og ein køkubita afturvið.
Tað var ógvuliga primitivt, men deiligt, sigur Rigmor Restorff.
Hon minnist aftur á tíðina tá Goggan spældi ólavsøkukvøld til kl. fýra á morgni. Ikki tí at henni dámdi at dansa, sum áður nevnt. Heldur dugdi hon at kvøða, men henni dámdi væl at líða á og vera við í veitslulag.
Tónleikurin er hjálpiamboðið
Tað er nógv at minnast aftur á, tá ein er komin so mikið til aldurs sum Rigmor Restorrf. Hon er 80 ára gomul, og hevur mestu tíð sína búð í Havn.
Hesa løtuna vit hava prátað og Rigmor Restorff hevur leitað aftur í tíðina, er tónleikurin hjálpiamboðið. Tónleikur hevur fylt lív hennara, og tónleikurin verður tikin fram, tá eitt ávíst tíðarskeið skal ásetast.
Vit fara aftur í tíðina, tá Rigmor bert 12 ára gomul, á fyrsta sinni spældi klaver alment í bólkinum Jazzband Triumph.
Beiggi hennara, sum spældi við í hesum bólkinum, var farin til Danmarkar, og eingin var sum kundi setast í hansara stað. Av tí at Rigmor plagdi at venja við bólkinum, varð hon biðin um at spæla.
Hon varð latin í ein fínan kjóla, sum Denna Mohr, sála, hevði seymað. Tá Rigmor skuldi spæla fyri kongi, varð ein eyka fles seymað á kjólan.
Kongavitjan var í Havn, og veitsla hildin í Klubbanum. Nógvir víðagitnir persónar vórðu bodnir í veitslu, og Rigmor minnist enn, hvussu vøkur borðreiðingin var, og hvussu vakurt varð pyntað í Klubbanum, hetta kvøldið.
Síðani hevur hon spælt til óteljandi veitslur og eitt mannaminni til goggudans, umframt at hon hevur havt fylgispælið tá ólavsøkukabarettir o.o. tiltøk hava verið framførd í Sjónleikarhúsinum og aðrastaðni, og sum Rigmor Restorff so frálíka væl hevur greitt frá í Útvarpinum.
Spurd, hvat hon fer at gera á ólavsøku í ár, sigur Rigmor, at um veðrið verður øgeliga gott, so fer hon oman at hyggja at kappróðrinum. Um ikki, so verður hugt í sjónvarpið.
Annars ætlar hon at gera seg til reiðar at taka ímóti gestum. Hon kennir nógv fólk, og vanliga kemur onkur inn á gólvið á ólavsøku.