- Eg hevði verið nógv skrappari enn Nyrup

- Nei, eg fari ikki at geva føroyskum politikkarum nøkur góð ráð.
- Tað týdningarmesta fyri føroyska samfelagið er, at teir hava ein vilja at menna samfelagið allatíðina, sigur fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Schlüter í eksklusivari samrøðu við Sosialin.

- Eg kann bara staðfesta, at tað er hent ótrúliga nógv her í Føroyum.
- Tað er flott. Ja, tað er faktiskt ótrúliga flott, sigur Schlüter, sum í samfull 30 ár varð knýttur at donskum politikki og seinni eisini gjørdi vart við seg sum ES-politikkari.
Sum danskur politikkari og forsætisráðharrin var hann fleiri ferðir á vitjan her á landi, og hevur tí við egnum eygum sæð ta meningina, sum samfelagið hevur verið í tey seinastu nógvu árini.
Í hesum døgum er hann aftur í Føroyum, hesaferð sum gestur hjá Eik Banka, sum í hesum sambandi hevur sett sjóneykuna á íløgur og møguleikarnar hjá føroyingum at gera íløgur í garanterað virðisbrøv.
Fyri Schlüter er eingin ivi um, at stórur framburður er at síggja í føroyska samfelagnum. Og hetta fer eisini at hava sína ávirkan í framtíðini.
- Nógvir útlendskir íleggjarar vilja fegnir koma higar at gera íløgur, sigur hann.

Fiskivinnan hevur tað gott
Poul Schlüter hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður, áðrenn henda ferðin, nú hann er gestur hjá Eik.
Hóast mong ár eru liðin síðani hann gavst í politikki, og hóast hann verður 78 ára tann 3. apríl í ár, fylgir hann framvegis við tí sum hendir í Føroyum.
Hann er sannførdur um, at tað gongur ótrúliga væl í tí føroyska búskapinum í løtuni.
- Fiskivinnan hevur tað gott, og tað er haraftrat nógvur fiskur at fáa.
- Og so haldi eg tað eisini vera sera áhugavert, at meginparturin av teirri veiðuni, sum verður landað í Føroyum, er fingin uttan fyri føroyska havøkið. “Det er ganske godt”, sum hann tekur til.
Tað er kortini ikki bert fiskivinnan, sum hevur hansara áhuga. Hann fylgir somuleiðis væl við í støðuni í føroyska búskapinum.
Og tað er ikki frítt, at fyrrverandi – og higartil einasti! – konservativi forsætisráðharrin er hugtikin av støðuni hjá føroysku peningastovnunum.

Burtur við almenna stuðlinum
- Tað er ótrúliga gott at síggja, at meginparturin av inntøkuni hjá Eik Banka kemur frá inntøkum í øðrum londum.
- Tað eri eg imponeraður yvir at síggja. Slíkt er gott, sigur Schlüter.
Hann hevur somuleiðis lagt merki til, at tann føroyski búskapurin mennir seg ótrúliga væl.
– Det er ligesom i Danmark, sum hann tekur til.
Fer ein 15 ár aftur í tíðina, tá búskaparliga kreppan herjaði í Føroyum, so er Poul Schlüter sera bilsin um, hvussu skjótt føroyingar megnaðu at koma fyri seg aftur.
Hann hevur eisini sína frágreiðing um, hví tað vendi so skjótt:
- Høvuðsorsøkin til hetta var, at ein fekk avviklað tað mesta av almenna stuðlinum til skip og trolarar. Hetta var til stóran skaða.
- Í dag sær ein tí, at tingini eru nógv meiri sjálvhjálpin. Tað var klókt av føroyingum at gera tað so, sigur royndi danski politikkarin.
At fiskur aftur kom á grunnarnar hevur eisini bøtt munandi um búskaparligu støðuna.

Nógv skrappari
Ta tíðina Schlüter var forsætisráðharri – í árunum 1982 til 1992 – fylgdi hann væl við í føroyskum politikki.
Tað ger hann sjálvandi ikki so væl longur, men hann roynir tað framvegis. Men árini undan - og ikki minst við - búskaparligu kreppuni er hann væl kunnaður um.
Kreppan byrjaði stutt áðrenn hann fór frá sum forsætisráðharri. Og sum hann sigur: - Eg náddi at staðfesta at kreppa hevði rakt Føroyar.
- Men loysnin á kreppuni varð latin upp í hendurnar á Nyrup-stjórnini.



- Høvdu tygum gjørt nøkur ting øðrvísi enn Nyrup, til tess at fáa føroyska samfelagið úr aftur kreppuni?

- Hatta er jú ein teoretiskur spurningur. Tað tori eg ikki at svara uppá.
- Men eg haldi, at eg hevði verið nakað væl skrappari enn Nyrup var, staðfestir Schlüter.
Eftir hansara meting fingu føroyingar eina ótrúliga góða skipan, og hevur henda verið við til at beina føroyska samfelagið aftur á rætta leið.

Freistar
Poul Schlüter er komin higar at halda fyrilestur saman við íløgufyritøkuni Garanti Invest, har Eik Banki er partaeigari.
Hóast hann ikki hevur beinleiðis politiska ávirkan í dag, so staðfestir hann kortini at nógvir møguleikar eru fyri at gera íløgur í Føroyum.
- Tá tað gongur so gott við føroyska búskapinum, so freistar tað útlendskar fyritøkur at gera íløgur í Føroyum.
- Tær fara heilt víst at koma higar, tí menningin er so stór innan fiskivinnu, byggivinnu og annað sum hevur stóra ávirkan á búskapin.

- Olja er eisini í føroyskum øki
Eitt av tí, sum Schlüter er vorðin kendur fyri í Føroyum, er avtalan um føroysku undirgrundina sum varð gjørd í 1992.
- Hetta var í roynd og veru tað seinasta, eg gjørdi sum forsætisráðharri.
- Eg avgjørdi beint undan jólum, at nú skuldi tað altso vera. Nú skuldi avtalan gerast, greiðir hann frá.
Henda avtalan varð undirskrivað fáar dagar undan jólum hetta árið. Fyri Føroyar skrivaði Atli Dam, táverandi løgmaður undir.
- Henda avtalan gekk í stuttum út uppá, at undirgrundin verður yvirtikin av føroyingum, men at Danmark fekk rætt at blanda seg uppí, um olja varð funnin.
- Í so fall kundi blokkstuðulin verða niðurskorin. Á tann hátt var avtalan til fyrimunar hjá báðum pørtum, um olja varð funnin, sigur Schlüter sum annars er útbúgvin løgfrøðingur.
Hann vónar framvegis, at olja verður funnin á føroyskum øki. Olja er haraftrat funnin í norskum øki og bretskum øki.
- Tað vildi tí verið løgið, um øll oljan gekk uttanfyri føroyskt havøki!, sigur hann.




FAKTA um Schlüter
Poul Schlüter (føddur 3. apríl 1929) var danskur forsætisráðharri frá 1982-1993. Hann varð føddur í Tønder í Suðurjyllandi, og varð cand. jur. í 1957 og gjørdist seinni advokatur í 1960.
Poul Schlüter gjørdist limur í Folkatinginum frá 1964-1994 fyri Konservativt Folkeparti, sum hann var landsformaður fyri frá 1974-1977 og 1981-1993.
Hann hevur higartil verið limur í Europaráðnum fra 1971-1974 og leiðari av donsku sendinevndini í Norðurlandaráðnum og limur í formansskapinum har í 1978-1979. Í 1984 varð hann kosin sum "Årets politiker i Norden".
Poul var limur í Europatinginum 1994-1999.
Poul Schlüter hevur skrivað sjálvbiografi’ina “Sikken et liv” sum kom út í 1999.