Eg hugsaði ongantíð um at eg var í lívsvanda

Skírisdag var stór leiting sett í verk í Lopransdali í syðru helvt í Suðuroy. Ein heimahjálp var ikki komin vegin fram og einir 30 mans fóru at leita.

Skírisdagur 1998 verður ein dagur, Marianna Joensen í Sumba seint gloymir.

Tí henda dagin, ímeðan øll vit onnur ikki torgaðu okkum út fyri dyr fyri einum tí herviligasta kavarokinum og storminum í langa tíð, bardust hon fyri lívinum úti í óbygdum í Lopransdali.

Marianna Joensen er heimahjálp og skuldi henda dagin sjálv onnur fara til Víkarbyrgi til arbeiðis.

Men hetta bleiv ikki ein ferð, hon rósar av

­ Hetta var beint eftir døgverða, og veðrið var ófantaligt, tó at tað langt frá var útideyðaveður, sigur hon

Tær báðar koyrdu í gjøgnum bergholið til Lopra og haðani niðan ígjøgnum dalin á veg til Víkabyrgi.

Men komin nakað niðan, stóð bilurin fastur í eini fonn.

Marianna helt, at frægast mátti vera at fara til gongu omanaftur til Lopra at siga frá og at fáa hjálp.

Men tað mælti hin heimahjálpin frá, tí hon helt at tað var frægast at bíða í bilinum eftir gravkúnni hjá landinum, sum tey vistu var farin undan teimum til Víkabyrgis at grava, og tí mátti, koma framá tey aftur á veg heimaftur um ikki so langa tíð.

­ Eg helt tað kortini vera frægast at fara til gongu, tí veðrið var ikki so øgiliga ringt tá, greiðir Marianna frá.

­Men táið eg hevði gingið eina løtu, brann hann á við stormi og so herviligum kavaroki, at tað var skjótt, at eg bleiv greið yvir, at her bleiv ein galin endi, tí sum líkindi vóru, kom tað ikki at henda seg, at vann upp hús.


Breyt inn í bilin

Men Marianna var ikki ráðaleys:

­ Eg visti at tann, sum gróv fyri Landsverkfrøðingin, plagar at seta jeepin hjá sær í einum víkiplássi longri niðri.

­ Og mátti eg bara seta mítt álít á, at jeepurin var har, tí tað var ikki hugsingur um at ganga longri.

­ Og til alla lukku stóð hann har. Men tíverri var hann stongdur, so eg slapp ikki inn.

Marianna sigur, at hóast hon illa tordi, var støðan nú blivin so hættislig, at hon ivaðist ikki longi í at bróta ein rút í jeepinum fyri at sleppa inn.

­Eg royndi fyrst at sláa nevan í rútin, men tað gjørdi ikki mun. Síðani royndi eg við albógvanum, men tað segði tað sama.

­ Men tíbetur fann eg ein stein, sum eg knallaði ígjøgnum ein lítlan rút, so eg fekk hurðina upp og slapp inn.

­ Ein ketildrakt lá í bilinum og hana royndi eg at lata meg í. Men eg var so køld, at tað gekk longi aðrenn eg slapp í hana.

Marianna Joensen sigur, at sendari var í bilinum, og hon royndi at fáa boð frá sær, men dugdi ikki at brúka hann.

Hon royndi eisini at fáa tey stóru, gulu blinkljósini á takinum frá, men dugdi heldur ikki at tendra tey.

Hon sigur, at táið gravkúgvin so kom framvið á veg aftur úr Víkabyrgi, slóðaði hann fyri bilinum, sum heimahjálpirnar stóðu fastar í.

­Eg royndi at leypa út at siga frá, men eg var ov sein.

­Eina góða løtu seinni kom gravkúgvin aftur á veg niðanaftur við einum bili aftaná sær - tað var Gunnleif Midjord, sum var farin at leita - men aftur tá var eg ov sein at gera vart við meg.

Ikki fyrrenn aftur ein góð løta var farin afturat, funnu tey meg.

Tá vóru einir tveir tímar gingnir.


Ongantíð bangin

Marianna Joensen sigur, at hon var ongantíð bangin og hon helt ongantíð, at hon var í lívsvanda.

­ Eg hugsaði mest um tey avvarðandi, sum eg helt kanska fóru at vera bangin um meg. Men at eg sjálv skuldi vera í nøkrum vanda, kom mær ikki til hugs.

­ Eg haldi ikki, at eg skilti álvaran í støðuni. Ikki fyrrenn eg sá, hvussu nógv fólk var og leitaði eftir mær, bleiv hon greið yvir, her hevði verið heilt galið og tá bleiv hon illa við.

Hon sigur, at hon var heldur ikki so illa fyri, sum ein skuldi trúð, tó at hon var óluksáliga køld.

Tó vil hon siga, at tað var í síðstu løtu, at hon fann jeepin hjá landsverkfrøðinginum.

­ Eg var so mikið illa fyri, at tað var ikki hugsingur um at halda leiðina fram.

­ So nú eg hugsi um tað aftaná, eri eg púra vís í, at var bilurin hjá landsverkfrøðinginum ikki har, og fann eg ikki ein stein, so eg fekk brotið rútin, so yvirlivdi eg heldur ikki hesa ferðina, sigur Marianna Joensen.


Hevur lært

Marianna Joensen sigur, at eitt hevur hon í hvussu so er lært av hesum:

­ Tað býttasta ein ger undir slíkum umstøðum er at fara út bilinum. Tí nú á døgum gongur ongantíð long tíð, áðrenn fólk fara at leita, og tá ert tú nógv tryggast í bilinum, tí úti í kavaroki og stormi yvirlivir ein ikki leingi í vanligum klæðum.


30 mans og leitaðu

Tá ið Marianna Joensen var á veg oman til Lopra, ætlaði hon sær inn til systirsonin Gunnleif Midjord.

Men táið hin heimahjálpin so kom fram við hjálp frá gravkúnni, og ongin Marianna var komin, gjørdust teimum greitt, at nú var vandi á ferð.

­ Tað var onki at gera uttan at fara at leita beinanvegin, sigur Gunnleif.

­ Sjálvur skræddi hann seg í klæðini og í bili aftana á gravkúnni niðan aftur.

Men áðrenn, hevði hann sett eina telefonketu í verk og hann er heilt ovfarin av, hvussu skjótt tað gekk at savna fólk.

­ Tað gekk ikki meiri enn ein lítil løta, so vóru einir 30 mans til reiðar í Lopra.

­ Samstundis vóru boð send eftir bjargingarliðinum í Vági og eisini har vóru einir 10 mans til reiðar beinanvegin, sigur Kári Hammer, formaður í bjargingarfelagnum.

­ Men líkindini at sleppa úr Vági til Lopra vóru so vánalig, at tað tók sína tíð.

­ Tað var so ringt, at hóast vit høvdu jeepar, sum trektu á øllum fýra, stóð á.

­ Og bjargingarfelagið kom ongantíð upp í leitingina, tí tá var Marianna tíbetur afturfunnin.

­ Men líkindini vóru so ring, at vit høvdu ikki farið at leita uttan at vit høvdu band ímillum okkum, tí ongin sá nakað sum helst sigur Kári Hammer.

Gunnleif Midjord sigur, at táið teir í Lopra fóru at leita, býttu teir fólkið í tríggjar bólkar og býttu leitingarøkið ímillum sín. teir høvdu samband sínamillum um fartelefon.

­ Vit ivaðust ikki í, at hon var farin oman ígjøgnum hagan so tað var tann vegin, vit ætlaðu okkum at leita.

­ Vit høvdu ikki farið eftir vegnum at leita. Okkara ætlan var at ganga sum skjótast niðan eftir vegnum og so leita oman ígjøgnum hagan.

So hevði hon ikki funnið jeepin, høvdu vit heldur ikki funnið hana.

­ Men táið nakrir av bjargingarmonnunum á veg niðan gingu framvið jeepinum hjá Landsverkfrøðinginumá, sóu teir okkurt skøvast inni í honum. Tá var tað Marianna.

­ Eg haldi, at hon var illa fyri. Í hvussu so er var ikki hugsingur um at fáa hana oman til húsar til gongu. Um fartelefonina fingu vit tí ein jeep niðan eftir henni.

­ Men tað var so ringt sýni, at fólk máttu ganga báðu meðin undir liðini á jeepinum, vit høvdu við, fyri at markera vegjaðaran, sigur Gunnleif Midjord.

­ Bilurin var heitur. So táið vit høvdu fingið hana til húsar og hon hevði fingið ein heitan munn, rætnaði hon skjótt aftur.

Gunnleif Midjord heldur, at støðan var sera hættislig.

Hann ivast ikki í, at var hon ikki so heppin at finna jeepin hjá landinum, og var hon ikki so heppin at finna ein stein, so varð hon heldur ikki bjargað.


Fjarða burtur

Gunnleif Midjord heldur, at tað er sera umráðandi, at fólk sum koma í slíka støðu, verða verandi í bilinum, tí at fara til gongu er tann vissi deyði.

­ Í hesum føri gingu ikki meiri enn tveir tímar, frá tí hon var farin úr bilinum, til vit høvdu funnið hana.

­ Og tá var hon so illa fyri, at bjargingarmenninir máttu hjálpa henni ordiliga í ketildraktina, tí hon var ikki ment sjálv, hóast hon hevði sitið í einum bili ein part av tíðini.

­ Tað sigur eitt sindur um, hvussu stutt fólk yvirliva í slíkum líkindum.

­ Tað er eisini so skjót, at fólk fjarða burtur í slíkum kulda, at tey sansa ikki at fáa boð frá sær, hóast fólk ganga tætt framvið.