Vit hava spurt nøkur fólk, um tey fara at lata seg koppseta móti koronu, tá koppingarevnið kemur. Spurningurin, vit hava sett, er hesin: Fert tú at lata teg koppseta móti covid-19, tá koppsetingin kemur? Um ja - hví? Um nei - hví?
Dánjal Húsgarð, 79 ár:
- Ja, eg fari at lata meg koppseta, nú eg nærkist teimum 80. Eg hugsi ikki um møgulig hjáárin. Um eg gjørdi tað, hevði eg ikki sagt ja til koppseting.
##med2##
Lív Jacobsen, 66 ár:
- Eg fari neyvan at stilla meg fremst í køini til koppseting. Heilsan er góð. Eg taki ongan heilivág og hevði heldur viljað, at fólk, sum veruliga eru í vandabólki, sleppa fyrst framat.
Hanus Vang, 73 ár:
- Ja, eg fari, tí eg eri í vandabólki. Men, hevði eg verið sloppin til blóðroynd fyri at vita, um eg havi havt koronu, sum eg haldi, at eg havi havt, hevði verið lættari at gjørt av, um eg hevði tikið av koppseting. Eg haldi tað vera løgið, at kommunulæknar ikki kunnu senda fólk til hesa blóðroynd.
##med3##
Lesið VikuskiftisSosialin, sum kom fríggjadagin, har fleiri fólk - bæði yngri og eldri, kend og minni kend - svara spurninginum.