- Eg kann ikki bara stinga av

Tá Kjartan Hoydal fór í farloyvi úr starvinum sum fiskivinnustjóri, var fyribils ætlanin at hann skuldi virka sum skrivari í NORA í minst fýra ár

Í løtuni verður arbeitt við at finna eina loysn fyri broyttu umstøðurnum hjá Kjartani Hoydal, sum skrivara í NORU.

Hann varð settur í starvið fyribils í fýra ár, og kundi eftir lógini sitið í átta ár.

So komu bygnaðarbroytingarnar, og Kjartan Hoydal søkti aðalstjórastarvið í fiskimálastýrinum, sum er á hædd við tað, sum hann var farin í farloyvi úr.

Hann varð settur fiskimálastjóri í vár.

- Vit royna at finna eina sømiliga loysn, men tað er ikki bara sum at siga tað. - Eingin hevði roknað við, at eg ikki fór at sita í fýra ár. Vit hava gjørt eina avtalu, sum skal enda, áðrenn eg fari aftur í Tinganes at arbeiða. sigur Kjartan Hoydal.

Hann heldur ikki, at hann bara kann stinga av, og soleiðis seta sín núverandi arbeiðsgevara í knípu.

Kjartan Hoydal væntar, at hann fær svar frá sínum arbeiðsgevara, sum eru norðurlendsku londini, um einar 14 dagar.

Hóast hetta, so hevur Kjartan Hoydal tikið lut í interna arbeiðinum við bygnaðarbroytingunum, men hann luttekur ikki í dagliga arbeiðinum á fiskivinnudeildini, so leingi sum hansara núverandi starvsviðurskifti ikki eru endaliga avgreidd.

Í hansara stað situr Kaj Andreasen, ið tók við sum dagligur leiðari á fiskivinnudeildini, tá Kjartan Hoydal fór í farloyvi.