Hann setir síni spor, har hann er.
Hann rennur hvørt ár meira enn 2000 kilometrar, hann vinnur eina kapping fyri og aðra eftir, og hann hevur verið danskur meistari tríggjar ferðir.
30 ára gamli Guttorm Sørensen úr Hvannasundi er ein av allarbestu føroysku rennarunum, og hann hevur seinastu átta árini nátt úrslitum, sum hann ikki hevði droymt vóru gjørlig, tá hann byrjaði at renna.
Tá hann hevur fingið renniskógvarnar á føturnar, er tað fáur føroyingur sum kann fylgja ídna rennaranum. Í fjør luttók hann í 13 føroyskum rennikappingum, og hann vann tær allar!
Alt frá teimum lutvíst stuttu teinunum á Grand Prix rennikappingini til FM í hálvum maraton. Og í ár er stóra málið eitt gott úrslit á Oyggjaleikunum. Alt annað kemur í aðru røð, eisini heimligu kappingarnar, sum Gottorm tó ætlar at luttaka í sum fyrireiking til Oyggjaleikirnar.
Venjingin fram móti hesi stóru kapping er byrjað, og næstu mánaðirnar verður alt lagt soleiðis til rættis, at rætti topformurin er náddur í juli mánaði í ár.
Tá skal hann so royna at endurtaka úrslitini frá seinastu trimum Oyggjaleikunum, har hann hevur vunnið trý bronsumerki.
Setti føroyskt met
í fyrstu royndini
Alt byrjaði fyri átta árum síðani í jútska býnum Vejle. Guttorm fór sum 22-ára gamal til býin at lesa, og stutt frammanundan hevði hann avgjørt, at hann fór at gera meira við renningina.
Fyrstu tekini um, at hann var góður til renning, komu, tá hann vandi fótbólt í KÍ. Har var stundum konditiónsvenjing á skránni, og tá var Guttorm altíð fremstur og bestur. Hann varð biðin um at venja til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989, men segði nei takk.
Men eftir at hava sæð kappingarnar í Føroyum, var hann seldur. Hann vildi við til næstu Oyggjaleikirnar, og tað var einasta málið, hann hevði, tá hann byrjaði.
? Eg møtti formanninum í deildini fyri frælsan ítrótt á flogvøllinum, tá eg fór niður í 1990. Eg spurdi hann, hvat kravdist fyri at sleppa við til Oyggjaleikirnar, og tað fekk eg so at vita, greiður Guttorm frá.
Tá hann kom til Vejle møtti hann bara upp, har venjing var, og segði, at hann ætlaði sær at renna. Og har var grundarlagið so lagt fyri nógvum góðum úrslitum næstu árini.
? Eg merkti allatíðina framgongd, meðan eg vandi í Vejle. Tað tók ikki langa tíð, áðrenn eg var millum teir bestu, og síðani gjørdist eg besti rennarin í felagnum.
Fyrstu kappingina vann Guttorm 22. mai í 1991, tá hann rann 5000 metrar í vesturjútska havnabýnum Esbjerg. Hann hevði tíðina 16,32 minuttir, og hon er síðani tá betrað við hálvumøðrum minutti.
Fyrstu ferð hann luttók í hálvum maraton, tað var tvær vikur eftir sigurin í Esbjerg, setti hann nýtt føroyskt met. So tað var við buldur og brak, at hann gjørdi vart við seg sum rennari.
Vann trý Danmarksmeistaraheitið
Eftir trý ár í Esbjerg, har Guttorm tók EFG og HH, fór hann til Århus at lesa til civiløkonom. Og frá 1993 menti hann seg enn meira sum rennari í felagnum Skovbakken, sum heldur til í jútska høvuðsstaðnum.
? Eg kom frá Vejle, har eg var besti rennarin, men í Skovbakken vóru nakrir betri enn eg, so har fekk eg av nýggjum nakað at stremba eftir, og tað var í tíðini í Skovbakken, at eg havi verið best fyri tey átta árini, eg higartil havi runnið, sigur Gottorm Sørensen.
Skovbakken hevði fleiri framúr góðar rennarar ta tíðina, Guttorm var har. Tríggjar ferðir gjørdust teir Danmarksmeistarar í cross-renning fyri lið, og Guttorm Sørensen fekk sum einasti føroyingurin higartil møguleika at vera við í Europa-Cup rennikapping. Tað var í Portugal í 1995. Ætlanin var, at Albert Marni Joensen, sum eisini var á liðnum hjá Skovbakken, skuldi vera við, men hann var skaddur og mátti tíverri sita yvir.
? 1995 var árið, tá eg var í mínum besta formi nakrantíð. Eg var við á Oyggjaleikunum á Gibraltar, men har kiksaði alt. Hitin var so nógvur, at eg kláraði ikki at gjøgnumføra kappingina á 10.000 metrum. Tað var eitt vónbrot, sum ávirkaði meg seinni í kappingini eisini, greiður Guttorm frá.
Men hann kláraði so saman við Albert Marna Joensen og Freddy Poulsen at vinna eitt bronsumerki í hálvum maraton fyri lið.
Í hagan at renna
Í 1996 flutti Guttorm Sørensen til Klaksvíkar at búgva, og har gjørdist venjingin eitt øðrvísi upplivilsi.
? Tað var løgið at skula venja einsamallur allatíðina. Í Skovbakken høvdu vit felags venjing tríggjar ferðir um vikuna, men tá eg kom til Klaksvíkar, varð eg noyddur at gjøgnumføra alla venjingina einsamallur, greiður Guttorm frá.
? Og tað var ikki frítt fyri, at fólk hugdu eftir mær, tá eg fór rennandi gjøgnum býin. Bilar høvdu hug at seta ferðina niður, og tað var um reppið, at ikki okkurt óhapp spurdist burtur úr, tá fólk hugdu so nógv.
Síðani 1996 hevur Guttorm vant í Klaksvík, og tað er úti á gøtunum, at øll venjing fer fram.
? Eg sakni skógirnar í Danmark, har undirlagið er bleytt at renna á. Her heima renni eg bara á asfalti, og tað er hart at renna á. Tað ber ikki til at renna so langt av tí sama. Kanska skuldi eg roynt at farið út í hagan at vant.
DM kann ikki samanlíknast við Oyggjaleikirnar
Guttorm Sørensen ætlar sær at luttaka á Oyggjaleikunum í summar, og í so fall verður tað fimta ferðin, at hann umboðar Føroyar í Oyggjaleikahøpi.
? Oyggjaleikirnir eru tað, sum eg droymi um at luttaka í. Heimligu kappingarnar kunnu ikki samanlíknast við Oyggjaleikirnar, og tað kunnu meistarakappingarnar í Danmark heldur ikki, sigur Guttorm.
? Tað er ilt at spáa um, hvat úrslit eg kann náa, men eg ætli mær at vera so væl fyri sum gjørligt, tá eg fari til kappingarnar í juli. Eg skal væntandi eisini renna saman við øðrum á liðnum í hálvum maraton, og har er týdningarmikið, at allir eru sera væl fyri, og at onkur kann vera við frammi millum teir fimm bestu, um vit skulu hugsa um heiðursmerki aftur í ár.
Beint fyri jól fór Guttorm í holt við venjingina, eftir at hann hevði havt ein steðg í tveir mánaðir (tað er longsta ferian, hann hevur havt frá renningini, síðani hann byrjaði fyri átta árum síðani), og í ár verður alt lagt til rættis eftir Oyggjaleikunum. Heimligu kappingarnar verða tiknar við, men tær skulu ikki órógva venjingina fram móti Oyggjaleikunum.
? Fyrstu mánaðirnar ræður um at renna nógv og langt. Seinni fari eg at venja meira skjótleika og styttri teinar. Og um alt gongur sum tað skal, eri eg í toppformi í juli mánaði.
Rann frá øllum
hinum í Føroyum
Í fjør var Guttorm Sørensen fremstur hvørja ferð hann var við í eini rennikapping í Føroyum, og hóast tað kundi tykjast so sum so við mótstøðuni, helt Guttorm tað verða stuttligt at vinna so ofta.
? Eg havi verið so nógv burtur, so tað var eitt upplivilsi hjá mær at renna kring um í Føroyum og vinna hvørja ferð. Hevði eg havt kappast meira í Føroyum, hevði eg ivaleyst ikki havt sama stuttleikan av tí, sum eg nú einaferð hevði.
Roynt var við nýggjari Grand Prix rennikapping í fjør. Hon var skipað á sama hátt sum til dømis súkklukappingini. Á teimum seks summarstevnunum, har FM-kappróður var, var eisini Grand Prix rennikapping.
? Undirtøkan í hesi kappingini var ikki ov góð. Vit vóru nakrir fáir, sum vóru við í øllum kappingunum, og eg kundi sjálvandi ynskt mær, at tað vóru fleiri sum luttóku, sigur Guttorm Sørensen.
? Flaggdagsrenningin plagar at vera ein tann besta kappingini á árinum, tí har eru nógv fólk við. Í ár vóru vit eini 70, sum luttóku, og tað ger tað sera hugaligt at renna.
Guttorm saknar, at fleiri børn og ung fara at renna.
? Eg kundi hugsa mær, at skúlarnir góvu børnunum fleiri møguleikar fyri at íðka frælsan ítrótt. Tað krevur ikki teir stóru fasilitetirnar, og øll kunnu verða við. Er onkur ov tungur ella ov seinur, kann hann tveita kúlu, og onnur kunnu renna ella loypa.
? Vit hava skipað fyri rennikappingum fyri børn í Klaksvík, og undirtøkan hevur verið framúr góð. Á norðoyastevnu í fjør vóru um 100 børn við, og tá kommunan helt føðingardag í august vóru næstan 70 børn við. Men tað vísur seg, at tá alt kemur til alt, velja børnini liðítróttin fram um.
Burtur í øðrum heimi
Sjálvt um Guttorm Sørensen nú venur nógv saman við øðrum klaksvíkingum, sum eru farnir at gera nakað við renningina, kann tað stundum vera einsamalt at leggja ein kilometur fyri og annan eftir aftur um seg á føroyska asfaltinum. Og tað eru ivaleyst nógv fólk sum spyrja, hvat hesir rennararnir hugsa fyri sær.
? Tað fara nógvir tankar gjøgnum høvdið, tá eg renni. Serliga tá tað eru teir langu teinarnar, sum eg fari í holt við, kann eg hugsa um bæði eitt og annað. Og tað kemur meira enn so fyri, at eg eri sum burtur í øðrum heimi meðan eg renni, sigur Guttorm Sørensen.
? Og eg havi eisini upplivað, at eg havi fingið loyst onkra uppgávu, sum eg havi havt trupulleikar við, meðan eg havi runnið.
Guttorm venur seks ferðir um vikuna, tá hann venur mest, og hvørt ár leggur hann minst 2000 kilometrar aftur um seg. Meðan hann var í Danmark rann hann upp til 3500 kilometrar um árið.
? Eg havi roynt nógv og havi vunnið so at siga alt, sum eg sum føroyingur kann hugsa um ? og nógv meira, enn eg nakrantíð hevði væntað, tá eg byrjaði. Tað ger, at eg kanska eri eitt sindur mettur, og venjingin kann tykjast heldur tung við hvørt. Men eg veit, at skal eg náa nøkrum úrsliti, er tað eitt krav, at eg venji hart og nógv, sigur rennarin úr Hvannasundi.
Guttorm Sørensen hevur sett sjey føroysk met, og hann er millum tríggjar teir bestu á øllum teinum frá 800 metrum og upp til hálvt maraton. Í løtuni eigur hann bert eitt føroyskt met, og tað er í 10.000 metrum.