Eingin ivi er um, at handaligt arbeiði sermerkir gerandisdagin hjá Sigurdi.
Og heldur ikki er nakar ivi um, at handalag og hegni framvegis eyðkenna henda 86 ára gamla oyndfirðingin.
Hann er so væl fyri við hendrum sínum, at tíðin strekkir nærum ikki til alt tað, sum hann hevur hug at evna við hendrum sínum.
Ein stutt vitjan í heiminum hjá Sigurdi og 84 ára gomlu konu hansara, Aðalbjørg er fullgott prógv um, at hevur ein hug og hegni, kann nógv fáast burturúr gerandisdegnum.
Her gongur sjón fyri søgn!
Hóskar væl til
Í kjallaranum hevur hann innrættað sær eitt rúm at arbeiða í.
Innkomin í rúmið fær ein beinanvegin eyga á vindeygað. Her standa í hópatali av flaggstongum. Framvið vegginum standa vakurt útskornir fjallstavar, og á borðinum liggja amboð og annað sum krevst til hetta arbeiðið.
Fert tú hinvegin niðan í hugnaligu stovuna, liggja fleiri flættað bond og haraftrat vakurt útskornir grindaknívar á borðinum.
- Ja, hygg her. Hvat dámar tær henda grindaknívin?
- Og hesin slíðrin, - hóskar hann ikki væl til knívin?!, sigur ein ikki sørt errin Sigurd, ið sigldi sum maskinmaður í eini 40 ár.
Av og á koma fólk á gátt at hyggja, og ikki minst keypa okkurt av tí, sum Sigurd hevur gjørt.
Grót úr heimbygdini
Sigurd brúkar nógvar tímar um dagin í arbeiðsrúmi sínum.
Frammanfyri hann stendur ein stór og vøkur flaggstong úr messingi. Hon er formað sum ein mastur við akkeri, og undir henni er ein vakur fótur úr gróti.
Messingið keypir hann í longum stongum frá Tórshavnar Skipasmiðju, meðan honum ikki tørvar at fara so langt eftir fótinum: Malargrótið finnur hann í fjøruni.
Eitt annað ítriv, sum krevur fingrafimi, dámar honum eisini sera væl. Tað hevur kortini einki við metal at gera: At gera 12 tráað bond sum bringuprýði til føroyska kvinnubúnan.
- Eg havi tað ringt við ikki at skula gera nakað sum helst. Eg dugi líkasum ikki at sita fyri einki, sigur Sigurd.
Deiligt ítriv
Rúmið í kjallaranum er bæði framsýningarhøli, um ein kann kalla tað so – og eitt arbeiðshøli.
Í einum øðrum rúmi í kjallaranum hevur hann ein dreyibonk, har messingstengurnar verða evnaðar til mastrar, stengur og annað.
At gera ein slíka flaggstong tekur sjálvandi sína tíð, ja fleiri dagar. So tað er als ikki fyri tímaløn, at hann arbeiðir við hesum stóra ítrivi sínum.
Tað er skilligt at hetta er eitt arbeiði sum tekur tíð, hóast tað kanska ikki sær soleiðis út fyri tann ókenda.
- Eg arbeiði her nógvar tímar um dagin. Men sama ger. Hetta er eitt deiligt ítriv at fáa dagarnar at ganga við.
- Tað er so hugnaligt at sita soleiðis og arbeiða, sigur hann.