Jákup á Borg er eitt væl kent navn í føroyskum fótbólti. Hann kom á fyrsta lið hjá B36 sum bara 16 ára gamal, og vann sítt fyrsta meistaraheiti longu árið eftir. Í 1998 bleiv hann toppskorari í føroyskum fótbólti og fekk landsliðsboð.
Tað gekk so væl, at Liverpool bjóðaði honum til royndarvenjingar, men hóast Liverpool vóru væl nøgdir, so broytti eitt venjaraskifti og ein nýggj royndarvenjing alt.
Í 1999 verður hann á øðrum sinni toppskorari. B36 vinnur aftur FM í 2001.
Jákup vinnur sær fast pláss á landsliðnum, men hóast ymisk tilboð, so gera góðu treytirnar tað gott at liva í Føroyum.
Síðst í 2002 missur Jákup sína stóru fyrimynd, tá stóribeiggin Høgni á Borg doyr einans 32 ára gamal. Í dag, tíggju ár seinni, fyllir hann framvegis nógv í hjartanum og fyrireikingunum hjá Jákupi til hvønn dyst.
Í 2004 skiftir Mr. B36 til HB. Tað sendir ein skelk gjøgnum føroyska fótboltsheimin. Fyrsti dysturin er móti B36. Skelti við áskriftini »Judas á Borg« eru at síggja í Gundadali.
Jákup spælir í HB fram til á sumri 2008, tá hann skiftir aftur til B36. Í 2011 vinnur hann aftur meistaraheitið.
Jákup á Borg hevur spælt 61 landsdystir, men kundi havt spælt nakrar afturat. Hann hevur nú endaliga sagt farvæl við landsliðsfótbólt.
Hann er 13 mál frá at gerast mest skorandi spælarin í føroyskum fótbólti.
Bara fótbóltur
Jákup á Borg býr í dag í Hoyvík har hann saman við konuni, Susi, hevur bygt hús. Har búgva tey saman við børnunum, Fríði og Anna. Fyrstur at taka ímóti er tó eitt ára gamli Prince. Hann er skeptiskur og ikki fyrr enn hann hevur kannað nýggjan gestin gjølla, gevur hann tekin um, at Sosialurin kann koma inn. Prince er av hundaslagnum Mops, sum vit eisini kenna úr filminum Men in Black.
Børnini eru farin í song. Tað er myrkt og kalt uttanfyri. Útsýnið í stovuni er gott. Jákup hevur skrivað sær nøkur ting niður, tí minnið hevur hug at arga, tá tosið fellur inn á gamlar dystir og hendingar.
Jákup er næst yngstur av fýra. Hann er uppvaksin í einum fótbóltsumhvørvi í Konmansmýru. Hvønn dag er fótbóltur á skránni í grannalagnum, og tað eru ikki ókend nøvn í føroyska fótbóltsheiminum, sum talan er um. Jan Dam, Mikkjal Thomassen, Sigfríður Clementsen, Jón Rói Jacobsen og Vagnur Mohr Mortensen eru nakrir av teimum, sum eru uppvaksnir har á leið.
Í skúlanum hevur Jákup ilt við at sita í fri og lurta, men er ikki beinleiðis óskikkiligur.
– Í dagsins samfelagið hevði eg sikkurt verið stemplaður sum DAMP og fingið eina rúgvu av heilivági fyri tað, sigur Jákup skemtandi.
Hann hevur altíð livað við fullari ferð, og soleiðis var eisini í fólkaskúlanum. Í fríkorterinum er eisini fótbóltur á skránni. Tað ræður um at verða fyrst í skúlagarðin og finna sær eitt mál, og njóta tað so leingi sum til ber. Tí hvørja løtu komu tey eldru børnini, og verða Jákup og teir bara skumpaðir til viks.
Jákup byrjar sum heilt ungur at venja við B36. Tað er sonur ein av stovnarunum, Eiler Mouritsen, sum hálar ein ungan Jákup á Borg við til venjing.
– Eg var ótrúliga heppin sum ungdómsleikari. Eg hevði venjarar sum Annfinn Danielsen, John Klein og Jacob Thomsen. Teir gingu upp í tað við lív og sál. Eg hevði eisini núverandi B36 formannin, Sámal Ímundarsson, sum venjara eina árið, sigur Jákup.
Menn sum Hallur Johannesen, Halgir Arge, Bárður Lava, Gutti Winther, Dánjal á Neystabø, og René Tórgarð eru á liðnum. Teir vinna fleiri gullheiðursmerki.
Í 1996 er Jákup á Borg fyrsta árs unglingur, men tá eru boð eftir honum á besta liðnum.
Dreyma byrjan
Lívið í bestu deildini er hart, men Jákup fær góða vegleiðing. Longu sum 16 ára gamla skal hann royna seg millum menn, sum hann annars bara hevur sæð upp til. Venjari hjá B36 er Jógvan Norðbúð. Hann dugur at skilja, at Jákup er ungur og óstøðugur í sínum avrikum. Eisini verjukempan, Óli Johannesen, kemur til felagið. Tað hevur stóran týdning fyri menningina av Jákupi.
– Óli er kanska tann fótbóltsspælarin eg havi størst virðing fyri. Hann lærdi meg nógv tá eg kom upp á besta liðið, sigur Jákup.
Hann hevur tað fyri at spæla góðar dystir móti HB. Í seinasta dystinum í kappingaráinum 1996 vinnur B36 á HB. Jákup á Borg staðfestur sigurin til 2-0 stutt fyri tíð. Unglingurin hevur upp á eitt ár bitið seg fastan á besta liðnum. Tað merkist eisini uttanfyri vøllin.
– Brádliga sat eg í Casablanca og drakk øl saman við stórum persónligheitum í føroyskum fótbólti. Hetta hóast Muldi altíð hevði strengt 21 ára aldursmark. Men soleiðis var, tá tú spældi við besta liðnum hjá B36, greiður Jákup smílandi frá.
Sivic kemur til B36
Jákup hevur hug at framhevja tríggjar venjarar, sum hava gjørt nógv fyri hann sum fótbóltsspælara. Ein teirra er Tomislav Sivic, sum í 1997 verður leikandi venjari hjá B36. Hann er úr gamla Jugoslavia og hevur frammanundan verið venjari hjá VB.
B36 liðið er gott. John Petersen kemur afturat úr GÍ, og hópurin telur menn sum Egin Høgnesen, Tummas Eli og Jens Kristian Hansen, Óla Johannesen og Julian Johnsson.
Føroyska sinnalagið verður rulla saman og tveitt í eitt ruskílat. Menn skulu út at renna.
– Eg minnist onkrar av rennivenjinginum hann plagdi at hava. Tær vóru púra ørar í høvdinum. Men tú hevði einki val, tí Tomislav rann sjálvur fremst og orkaði best, greiður Jákup frá.
B36 spælir ikki altíð so væl, men mangan er nógva orkan munurin á liðnum. Um summarið er Inter Toto Cup á skránni. Ein av uppgávunum er ein útidystur móti FC Panachaiki Patras úr Grikkalandi.
– Fyri at venja okkum við hitan kravdi Tomislav, at vit ein heitan summar dag í Gundadali skuldu venja í fleiri løgum av troyggjum og buksum. Slíkt hevði aldrin gingið í dag, men soleiðis vóru tingini bara tá, sigur Jákup og grínur.
Kappingarárið endar við fyrsta FM heitinum í longri tíð. B36 vinnur avgerandi dystin í Vági 2-1, og túrurin til Havnar við Smyrli gerst ógloymandi.
Í 1998 og 1999 verður Jákup á Borg toppskorari í føroyskum fótbólti. Liðið er ótrúliga gott, men tað blívur ikki til nakað gullheiðursmerki. Hvørki í landskappingini ella steypakappingini.
– John Petersen eigur ein stóran heiður av at eg gjørdist toppskorari hasi bæði árini. Ikki tí, eg legði eisini upp til nógv mál hjá honum, men hini liðini dekkaðu hann altíð við tveimum monnum, og tað gav mær meiri pláss, sigur Jákup.
Jákup er nú mentur til ein lyklaleikara á B36 liðnum, og hevur fingið landsliðsboð á fyrsta sinni.
– Tomislav gjørdi meg til tann spælarin eg var tá. Onkuntíð hugsi eg, at fleiri av teimum ungu leikarunum í dag kundu trongt til at havt Tomislav til venjara í eina tíð, sigur Jákup.
Prince liggur og hálvsvevur á sofuni, men lukturin av nýggjum kaffi fær hann at rakna við.
Kundi spælt í Liverpool
Góða gongdin í heimligu kappingini ger, at Jákup fær ein møguleika at venja við søguríka enska felagnum Liverpool. Jákup í Stórustovu er við at fáa fótin fyri seg sum umboðsmaður á altjóða marknaðinum. Jákup á Borg hevur árið fyri verið saman við Heðini á Lakjuni og royndarvant í Watford, men einki spyrst burturúr.
– Eg hoyrdi, at teir vildi hava okkum báðar ella ongan. Eg havi ikki uppspurt akkurát hvat tað var, sum hendi, men skiftini koma so ongantíð upp á pláss, greiður Jákup frá.
Um summarið 1998 fer Jákup so á fyrsta sinni til Liverpool. Hann býr hjá eini eldri konu og útsýnið er Anfield – heimavøllurin hjá Liverpool.
– Hetta var óveruligt hugsaði eg, tá eg fyrsti ferð hoyrdi um møguleikan. Eg hugsaði eisini, at eg kundi ikki fortelja teimum, at eg eri íðin Manchester United viðhaldsmaður. Tað endaði við, at eg fjaldi meg sum ein Tottenham viðhaldsmann. Tað gekk, sigur Jákup.
Stóra stjørnan í Liverpool um hetta mundið er Michael Owen. Jákup er smæðin uttanfyri vøllin og sigur ikki nógv. Hann torir ikki rættiliga at eta saman við hinum, men á vøllinum er øðrvísi.
Royndarvenjingin gongur væl, Jákup spælir dyst við eykaliðnum. Á liðnum tann dagin eru menn sum Robbie Fowler, David James, Jason McAteer og nakað minni kendu norrmenninir, Stig Inge Bjørneby og Bjørn Tore Kvarme, ið eisini spældu á besta liðnum. Liverpool vinnur dystin og Jákup spælir væl.
– Serliga David James var stuttligur minnist eg. Eftir dystin søgdu teir við meg, at teir vóru glaðir fyri tað teir høvdu sæð, og gjarna vildu síggja meg eina ferð afturat, sigur Jákup.
Til hetta kappingarárið er fraklendingurin, Gerard Houllier, komin afturat venjaratoyminum. Hann virkar sum høvðusvenjari saman við væl lýdda Roy Evans.
Jákup kemur aftur til Liverpool eftir kappingarenda í 1998, men nú riggar einki.
– Alt tað sum riggaði væl fyrru ferð, riggaði illa hesaferð, sigur Jákup.
Hann venur við eykaliðnum, og spælir fleiri dystir. Millum annað er hann á liðið saman við Steven Gerrard, sum í dag er liðskipari í Liverpool.
– Eg minnist at onkur peikaði á hann og segði, at hasin fór at blíva góður. Tað bleiv hann so eisini, sigur Jákup.
Mitt í seinnu royndarvenjingini verður kallað inn til fund, og ein tárandi Roy Evans leggur frá sær. Tað var serliga gjøgnum Roy, at Jákup og Jákup vóru endaðir í Liverpool. Nú var hann burtur.
Jákup metir í dag, at blivu kortini spæld eitt sindur øðrvísi, so hevði hann kunna fingið sáttmála við Liverpool.
– Eg hevði kostað teimum millum lítið og einki. Tað er nemt at siga í dag, men kanska skuldu vit sagt nei til seinnu royndarvenjingina. Teir høvdu sæð tað teir skuldu fyrru ferðina, og so trýst teir eitt sindur. So kundi eg kanska havt spælt í Liverpool, sigur Jákup.
Enn eitt meistaraheitið
Í 2000 verður Tomislav útskiftur við svenska ítróttarsálarfrøðingin Per Olov Andersson, eisini nevndur Pelle. Tað er ein kolvelting í mun til tann harða Tomislav.
– Tá tað gekk illa skuldu vit standa í ring, og tosa við viðkomandi til hann kom í gott lag aftur. Tað var bara ein ov stór broyting, sigur Jákup, sum enn tann dag í dag hevur samband við Pella, sum ikki gjørdist gamal sum venjari hjá B36. Pjotr Krakowski tók yvir áðrenn kappingin endaði.
Í 2001 vinnur B36 aftur meistaraheitið. Liðið er væl mannað og fýra teir fremstu eru Jákup á Borg, John Petersen, Heðin á Lakjuni og Magni á Lakjuni.
B36 vinnur meistaraheitið í Gundadali móti HB við máli, sum Heðin á Lakjuni skorar. Jákup, sum er í skúla í Danmark verður flogin heim til dystin, men spælir bara tjúgu minuttir.
– Eg fekk eina ógvusliga takling og mátti av vøllinum. Eg fór inn í skiftirúmið og fór bara at gráta. Eg fekk næstan einki við av dystinum, sigur Jákup, sum tó kundi fegnast saman við liðfeløgunum eftir dystin.
Í 2002 og 2003 gongur væl hjá felagnum, men Jákup kennir á sær, at hann er so smátt við at steðga upp.
Tað endar við, at sáttmálasamráðingarnar slitna, og Jákup á Borg ger eitt tað mest umtalaða skiftið í føroyskum fótbólti.
Mr. B36 til HB
Í 2004 fyllir HB 100 ár. Teir gera nógv burturúr, men ongin hevði væntað, at Jákup á Borg skuldi eiga nakran lut í tí føðingardegnum. Hann var jú Mr. B36.
Jákup er sjálvur tvørur av natúr, men við samráðingarborðið møtir hann einum manni, sum heldur ikki vil boyggja seg. Tað er formaðurin í B36, Kristian á Neystabø.
– Vit eru kanska nokk so líkir, og tað var nokk eisini tað, sum gjørdi at vit ikki komu á mál. Í veruleikanum so snúði tað seg um einar 500 krónur. Eg stóð við mítt og hann við sítt, greiður Jákup á Borg frá.
Samanhaldið millum leikararnar í grannafeløgunum var gott tá, og Jákup hevði millum annað arbeitt saman við Rúna Nolsøe í Thomas Dam. Tað kemur millum annað honum, Hans á Lag og Halli Danielsen fyri oyra, at alt ikki ruggaði rætt í B36 viðvíkjandi Jákupi á Borg.
– Eg hevði áður fingið bjóðað tvífalda løn frá feløgum á bygd, men tað hugsaði eg ikki ein gongd um. Tankin um at skula koyra til eitt nú Toftir og venja í vindinum har í mun til pottin í Gundadali kom ikki upp á tal, sigur Jákup.
Tað endar við, at Jákup á Borg skiftir til HB. Familjan stuðlar honum, men onkur av garvaðu viðhaldsfólkunum vildu ikki heilsa upp á hann longur.
– Eg var glaður fyri allan tað stuðulin eg fekk, men eg skilji eisini tey fólkini, sum ikki vildu heilsa upp á meg. Tey elska jú sítt felag so nógv. Tað er jú tað fótbóltur snýr seg um, sigur Jákup ásannandi.
Jákup verður útleigaður til OB fyri kappingarbyrjan, og fyrsti dysturin í HB troyggjuni er móti B36. Í Gundadali hanga skelti við áskriftini »Judas á Borg« og »Svíkjari«. HB er nógv tað betra liðið og vinnur 5-2.
– Tað var Allan Dybczak, sum hevði skipað fyri, at allir dreingjaliðsleikarnir hjá honum skuldu ýla eftir mær. Hann er í dag íðin HB viðhaldsmaður, sigur Jákup og flennur.
HB vinnur greipuna tað árið.
– HB var eitt heitt felag at koma til. Øll í familjuni vóru væl móttikin. Eg angri ikki at eg skifti til HB. Eg eri 100 prosent har eg eri, og tað var eg eisini í HB, sigur Jákup.
Ferðin heim aftur
Jákup á Borg spælir í HB fram til 2008. Í 2005 tapir HB FM finaluna fyri B36, sum harvið vinnur meistaraheitið. Í 2006 kemur Krzysztof Popczynski til HB. Jákup á Borg hevur sítt besta persónliga kappingarár, og verður kosin til ársins leikari.
Jákup nevnir Krzysztof sum ein av teimum trimum venjarunum, sum hevur givið honum mest sum fótbóltsspælara.
– Hann kravdi nógv av okkum, men hann kravdi so sanniliga eisini nógv av sær sjálvum. Slíkt smittar av upp á okkum spælarar, sigur Jákup.
Krzysztof verður heldur óskiljandi koyrdur frá árið eftir. Í 2008 stílar HB høgt. Fróði Benjaminsen og Christian Høgni Jacobsen koma til felagið, Andrew av Fløtum kemur aftur niðri frá, og Rúni Nolsøe er nýggjur venjari.
Undan kappingarbyrjan verður atkvøtt um hvør skal verða liðskipari. Tað verður Jákup á Borg. Á vøllinum gongur einki hjá HB. Tað endar við, at Rúni Nolsøe velur at taka liðskiparabandið frá Jákupi.
– Eg kendi tað sum eg bleiv gjørdur til syndabukk. Eg og Rúni hava altíð verið væl, men tað broytti alt. Tað er ikki fyrr enn í ár, at eg veruliga havi tosað við hann aftur. Eg eri vísur í, at boðini komu aðrastaðni frá, sigur Jákup.
Í summarsteðginum fer Jákup til Danmarkar við familjuni, tá telefonin ringir. Tað er formaðurin í HB, Birgir Enghamar.
– Hann sigur, at Kristian á Neystabø hevur havt ein fyrispurning um at fáa meg aftur til B36, og at HB ikki vil standa í vegin, sigur Jákup.
HB velur í nógvar mátar at stuðla Rúna í stíðnum teirra millum. Ein mánað seinni verður Sámal Erik Hentze settur sum venjari saman við Rúna.
Í B36 verður Jákup væl móttikin aftur. Felagið siglir í tungum sjógvi komandi tvey árini, men Jákup lærir nógv sum fótboltsspælari.
Í 2011 vinnur B36 aftur meistaraheitið. Jákup hevur eitt gott kappingarár, og samanspælið millum hann og Lukasz Cieslewicz minnur Jákup um samanspælið millum hann og John Petersen.
Venjari er Mikkjal Thomassen, sum er tann triði venjari, sum Jákup metir hevur givið honum nógv sum fótbóltsspælara. Mikkjal er málrættaður og venjingarnar eru lagdar væl til rættis. Hann hevur eisini heilt serligar eginleikar at motivera liðið undan dysti, og veit nær hann skal brúka tær ymisku talurnar.
Sjálvt Hvalbingar øtast við
Ongantíð hevur Jákup á Borg verið so bangin, sum tá B36 í 2002 mátti suður við lítlum báti, tí streyka var. FSF sýtti fyri at flyta dystin og so var einki at gera.
– Eg veit ikki hvussu stórur báturin var, men vit passaðu akkurát í hann, sigur Jákup.
Tað er síðst í Apríl og Tróndur Vanthamar hevur tikið luftbyrsina við og skjýtur frá hond eftir fugli. Við á ferðini er eisini Julian Florescu. Rumenin er bangin sjálvt um veðrið er gott á veg suður.
– Vit tapa dystin í kolandi stormi og hugsa bara um at sleppa avstað aftur, greiður Jákup frá.
Tað tekur tveir tímar bara at koma á opið hav. Tað byrjar so smátt at ganga upp fyri teimum, at hetta vist nokk ikki var eitt serliga gott hugskot.
– Tá aldurnar vóru upp á tað hægsta sóu vit ikki land. Bara risa stórar aldur, sigur Jákup og greiður frá sum situr hann aftur í bátinum.
Tað er ikki hugsingur um at venda bátinum, tí fær hann eina aldu frá síðuni, so koppar hann. Tað eydnast at fáa sett kós móti landi aftur. Komnir á keiina standa hvalbingar og rista við hødvinum.
– Tá sjálvt hvalbingar spyrja hvat vit hugsa fyri okkum, so hevur tað verið nakað ringt veður, staðfestur Jákup á Borg, og sendir Julian Florescu ein tanka. Stakkalin kann ikki hava havt tað gott.
Hópurin steðgar í Suðri í nakrar dagar. Dagin eftir dystin fyllur John Petersen 30 ár. Í føðingardagsgávu hava nakrir á liðnum skipa fyri trimum stripparum. Tá John eina ferð tekur bindið fyri eyguni av fær hann sjokk, tí stripparnir eru ikki veruligur stripparar, men heldur spælarar hjá B36!
Ov nógv virðing á landsliðnum
Jákup á Borg er 18 ára gamal tá hann fær landsliðsboð fyrstu ferð. Hann er farin ein túr í SMS. Hans á Lag er til arbeiðis í Deres. Hann hevur umvegis táverandi HB venjaran fingið at vita hvør er úttikin.
– Hann sigur so tillukku við landsliðsúttøkuni, men eg trúgvi honum ikki. Tá fekst tú boðini umvegis tíðindini í Útvarpinum, greiður Jákup frá.
Fyrsti dysturin er í Bosina, sum er nógv merkt av kríggi. Í upphitingini fer ljósið á leikvøllinum, og spenningurin er spentur kring leikvøllin.
Áskoðararnir byrja so at lýsa við lasarum. Føroysku spælararnir kenna seg ótryggar. Fyrst lýsa teir á Julian Johnsson, sum tvísporar inn í skiftirúmið. Síðani verður lýst eftir Una Arge, sum tveitur seg í vøllin og roynir at goyma seg.
Jákup spælir 61 landsdystir og skorar tvey mál. Millum minniligastu dystirnar er 2-2 javnleikurin í móti Skotlandi á Svangaskarði, og dysturin í Hannover í 2002.
Tað hava eisini verið dystir, sum Jákup hevur bestan hug at gloyma. Ein teirra var á útivølli móti Skotlandi í 2006. Føroyska liðið er aftanfyri 5-0 í hálvleikinum
– Hvørja ferð teir skoraðu, so fór ein sangur frá á leikvøllinum. Tá teir høvdu skorað nøkur mál, fangaði eg meg sjálvan í at murra við til lagið, sigur Jákup og grínur.
Jákup var í nógv ár yngstur á landsliðnum, og tað innibar nakrar ótaknemmiligar uppgávur. Ein teirra var at standa í manngarð, meðan Óli Johannesen vandi fríspørk.
– Eg veit ikki hvussu oftani Óli royndi seg, men hann rakti aldrin málið. Hann rakti bara okkum, sigur Jákup og tykist næstan fáa ilt bara at tosa um tað.
– Er tað nakað sum eg kundi hugsa mær at gjørt øðrvísi á landsliðnum, so hevði tað verið at spælt við minni virðing fyri mótstøuni. Haldi mangan at eg hevði ov stóra virðing, og tí ikki trúði nóg mikið uppá meg sjálvan, sigur Jákup.
Lars Olsen og Jóannes Jakobsen høvdu Jákup í tonkunum eftir at hann var givin, men tað bleiv ongantíð til nakran landsdyst. Sostatt er seinasti landsdysturin hjá Jákupi 2-1 sigurin á Litava á Svangaskarði.
– Eg havi altíð vilja funnið hurðina á landsliðnum sjálvur, sigur Jákup, sum 33 ára gamal hevur spælt sín seinasta landsdyst.
Familjumaður
Gjøgnum alla samrøðuna nevnir Jákup fleiri ferðir familjuna. Hann er sera takksamur fyri stuðulin hann hevur fingið gjøgnum ár og dag frá teimum.
Tað er serliga ein hending í 2002, sum hevur merkt Jákup fyri lívið. Sum bara 32 ára gamal doyr stóri beiggin, Høgni á Borg. Hann er stóra fyrimyndin hjá Jákupi, umframt at hann eisini er størsti viðhaldsmaðurin hjá Jákupi.
Undan hvørjum dysti fer Jákup ein túr á grøvuna hjá Høgna at heilsa uppá. Tað er ein fastur táttur, sum fær Jákup at samla tankarnar.
– Eisini tá eg hiti upp, so plagi eg at hugsa um hann. Hann var altíð fyrsti maður í Gundadali, so eg ímyndi mær, at hann hevði sitið har. Tá eg skori, so peiki eg altíð upp í loft. Tað er ein heilsan til Høgna, sigur Jákup.
Jákup hevði fleiri møguleikar at royna seg uttanlands, men tók ongantíð av.
– Er tað nakað, sum eg hevði gjørt øðrvísi í dag, so hevði eg nokk tikið av onkrum av tilboðunum, sum eg fekk úr eitt nú Íslandi. Eg hevði tað bara so gott í Føroyum, sigur Jákup.
Fleiri ferðir í samrøðuni kemur bland í minniligu dystirnar hjá Jákupi, og hann má ringja til vinir og kenningar fyri at fá greiðu á akkurát hvat hendi nær. Millum annað kom hann brádliga í tankar um, at hann faktist hevði spælt við eykaliðnum hjá Liverpool móti sínum elskaða Manchester United.
– Eg veit ikki hví eg minnist slík ting so illa. Tað má vera tí eg livi í fullari ferð, og ikki havi stundir at steðga á at hugsa um tingini, sigur Jákup. Hann vísur somuleiðis á, at hann má tveitast í kjallarin tá Manchester United spælir, tí hann er so íðin.
– Tað er næstan ótrúligt, at eg ikki skal minnast at hava spælt móti eykaliðnum hjá Manchester United, sigur Jákup víðari og ristur við høvdinum.
Jákup minnist heldur ikki steypafinalu sigurin í 2003, og má ringja til vinmannin Fróða Clementsen fyri at fáa greiðu á hvør mótstøðan var – B36 vann 3-1 á GÍ, og Jákup skoraði eitt av málunum. Fróði fekk reytt kort.
Tað er hinvegin heldur ikki lætt at skula skilja millum næstan 500 dystir og 176 mál. Jákup hevur skotið 133 mál í bestu deildini. Tað eru 13 færri enn John Petersen, sum hevur núverandi metið.
– Mentalt eri eg klárur at spæla fleiri ár afturat, so um beinini vilja tað, so ætli eg mær at taka metið, sigur Jákup á Borg at enda.
Prince liggur og snorkar á sofuni. Kaffe er blivið kalt og ljósini í flestu av húsunum í Viljormsgøtu eru sløkt. Hóast yrkisleiðin hjá Jákupi ikki fevnir um so nógv skiftið, so hevur havnarmaðurin upplivað nógv.
Vil heilsan, so kann Jákup á Borg gerast tann leikarin, ið hevur spælt flest dystir og skotið flest mál í føroyskum fótbólti.
- - -
FAKTA: Jákup á Borg
Føddur: 26. septembur 1979
Foreldur: Guðrun og Heini á Borg
Kona: Susi á Borg
Børn: Fríði 9 ár, Anna 4 ár
Starv: Stjóri og eigari av Bilrøkt
Yrkisleið:
1996-2003 B36
2004 OB
2004-2008 HB
2008- B36
Landsdystir 61/2