– Hetta er eitt maktspæl, men eg ætli ikki at lata meg hótta. Tað sigur Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum. Og tað sigur hon eftir at meirilutin í Fíggjarnevndini nú hevur heitt á hana um at kalla saman til nevnd í Fíggjarnevndini alt fyri eitt.
Tað eru sjey limir í Fíggjarnevndini, og nú Kristin Michelsen er koyrdur úr Javnaðarflokkinum, misti samgongan samstundis meirilutan í nevndini. Og tað er nettupp Kristin Michelsen, sum nú er farin í part við hini trý umboðini fyri andstøðuna um at krevja fund í Fíggjarnevndini beinanvegin.
Á Fundinum vilja tey fýra umboðini fyri andstøðuna í Fíggjarnevndini sleppa at velja nýggjan formann, og tey vilja eisini hava nøkur mál á skrá, sum hava liggja í Fíggjarnevndini, men sum nevndin langt síðani átti at havt avgreitt eftir tingskipanini.
Ruth Vang sigur, at sjálvandi fer hon at kalla Fíggjarnevndina saman – men hon leggur afturat, at tað verður hvørki í dag ella í morgin. Hon leggur dent á, at samgongan kann ikki góðtaka at missa formannin í Fíggjarnevndini, sum er tann týdningarmesta nevndin av øllum hjá Løgtinginum.
Og hon sigur, at fyrr enn samgongan hevur viðgjørt støðuna, og hevur fingið greiði á, hvussu hon kann varðveita formannin í nevndini, verður ongin fundur. Og, hvussu tað málið verður avgreitt, veit hon ikki, tí tað verður leiðslan í samgonguni, sum skal fáa greiði á tí.
Hvussu tað kann gerast, veit hon ikki. Ein máti er at gera eina avtalu við onkran flokk í andstøðuni um at velja allar nevndirnar av nýggjum. Her kann leggjast afturat, at tá ið nevndirnar vórðu valdar upprunaliga beint eftir seinasta val, gjørdu samgongan og Sjálvstýri avtalu um valbólk, soleiðis at samgongan fekk formansskapin í nevndunum.
Bill Justinussen, sum er eitt umboð fyri andstøðuna í Fíggjarnevndini, heldur, at Ruth Vang er dumpað sum forkvinna, tí tað, hon ger, er í stríð við tingskipanina. Men Ruth Vang er ikki samd.
– Hetta er eitt maktspæl um formansskapin í Fíggjarnevndini. Og hetta er eitt maktspæl, har andstøðan brúkar tey vápn, hon hevur. Men afturfyri brúki eg eisini tey vápn, eg havi, og eitt av teimum er, at tað eri eg, sum geri av, nær fundur verður. Hevði eg givið eftir fyri eini hóttan, sum hesari, kundu vit tosað um, at eg var dumpað, leggur hon afturat.
Les eisini: Ruth Vang er dumpað so dyggiliga
Hon heldur eisini, at tey mál, sum Fíggjarnevndin ikki hevur avgreidd, eru mál, sum saktans tola at bíða. Talan er ikki um mál, har stór, samfelagslig virði, ella trygd landsins, eru í vanda, so tey tola at bíða í nakrar dagar afturat, leggur hon afturat.