Eg leggifrá mærnæstu ferð

­ Um aðalfundurin fellir uppskot okkara, sigur Andreas Poulsen, formaður í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag

­ Eg haldi tað vera sera ótíðarhóskandi, at ein nevnd í einum fakfelag ikki skal sleppa at gera ein sáttmála sjálv, sigur Andreas Poulsen, ið er alt annað enn fegin um broytingina, sum gjørd var á seinasta aðalfundi í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag. Tá varð samtykt, at ein sáttmáli skuldi leggjast fyri eini aðalfund, áðrenn hann kann koma í gildi.

Anedras Poulsen vísir á, at tað hesaferð serliga vóru dagrøktarmammurnar, sum vóru ónøgdar við sáttmálan. Tær gjørdust limir í felagnum í fjør - og eru 65 í tali og tískil sera sterkar.

Á fundinum møttu ikki fleiri enn 96 limir felagsins. Av teimum vóru tað 52, ið feldu sáttmálauppskotið. Hetta er ikki meira enn 20% av limum felagsins.

Andreas Poulsen sigur, at hetta fær ikki nevndina at leggja frá sær.

­ Hetta merkir, at limirnir ikki eru nøgdir við arbeiðið, vit hava gjørt. Men eg haldi ikki, at hetta er eitt misálit á nevndina sum so, sigur hann.

­ Men tá so eitt annað uppskot kemur á borðið, so skal eisini tað fyri ein aðalfund. Verður tað aftur felt, so eitur formaðurin í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag ikki longur Andreas Poulsen, sigur hann, uttan at hann kann svara fyri hini í nevndini.

­ Men hevði tað ikki verið ein møguleiki at sent uppskotið til uratkvøðugreiðslu millum allar limirnar, fyri at fingið eina heildarmynd av, hvat limirnir halda?

­ Nei, tað haldi eg ikki. Tá vit hava limafund, so kunnu allir limir møta, og har siga sína hugsan. Koma teir ikki á fund, so kunnu teir heldur ikki hava nakað at siga okkum, heldur Andreas Poulsen, sum týðuliga er misnøgdur við, at neyðugt er at spyrja aðalfundin um sáttmálan.

­ Í ein um nútíðarsamfelag má man kunna lata nevndini sáttmálasamráðingar í hendi, heldur hann.