Fríggjadagin 6. januar, kl.16 letur framsýning av Elin Jos. Smith upp í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin heldur fram til mikudagin 11.januar.
Opið er allar dagar frá kl.14 til 19.30. Elin sýnir fram oljumálningar bæði nýggjar og eldri. Eisini eru sjey vatnlitsmálningar við.
Elin Josefina Smith er fødd 30. septembur 1964 í Sandavági, og er í dag 41 ár. Hon hevur altíð havt áhuga fyri málningalist. Sum 10 ára gomul byrjaði hon at tekna og sum 15 ára gomul byrjaði hon so at mála. Fyrsti málningur hon fekk, var ein málningur ið hon arvaði frá abba sínum og var hetta ein málningur ið Ruth Smith hevði málað av ommu Elin.
Ì dag býr Elin í Miðjútlandi og er gift við tónleikaranum Kaj Klein, ið eisini er úr Føroyum. Hon starvast dagliga sum vikarur á einum dagrøktarstovni við 10 børnum. Hon málar onga fasta tíð ella dagar, men setur seg niður at mála inn í millum, tá hon hevur hug.
Tá hon setur seg at mála, hevur hon ikki langa tíð um ein málning, hon málar skjótt, men tað kann koma fyri at hon hevur fleiri mánaðir um ein málning, men sum oftast hevur hon ikki langa tíð um tað. Hon hevur heldur einki fast myndevni at mála eftir, hon málar tað hon heldur verða áhugavert, og tað kann verða frá natúruni á landi og líka niður til havbotnin við Atlantis.
Hon hevur havt millum 20-30 framsýnigar bæði í Danmark og í Føroyum, og í løtuni hevur hon eisini eina framsýning í Hammel í Danmark. Hon veit ikki rættiliga hvar næsta framsýning hennara verður, men í 2007 verður hon við á eini framsýning í Skanderborg.
mynd
Elin og Kaj hava listarligar gávur - hon sum málari og hann sum tónleikari
Mynd: Jens Kr. Vang