Eg mátti søkja

- Eg føldi tað nærum sum eitt kall at søkja starvið sum trainee hjá Dong. Ikki bara tí, at eg eri forvitin og arbeiði fyri einum reinum umhvørvi, men av tí at umhvørvið er ein so týdningarmikil partur, tá ið tað snýr seg sum oljuleiting og -framleiðslu, sigur Durita Brattaberg, sum arbeiðir á deildini fyri góðsku, trygd og umhvørvi.

Hon hevur aldri ræðst at tikið við avbjóðingum. Og tá ið oljufelagið Dong í vár søkti eftir ungum føroyingum til uppgávuna sum trainee, smekkaði hon til. Durita Brattaberg er útbúgvin landbúnaðarkandidatur við umhvørvisumsiting sum sergrein, og tað var júst við umhvørvinum í huga, at hon søkti arbeiðið.

- Eg mátti søkja. Tað eru so ótrúliga fáir føroyingar, ið hava útbúgving innan umhvørvisumsiting. Eg hugsaði, at ger eingin annar tað má eg sleppa, eg føldi tað nærum sum eitt kall. Ikki bara tí, at eg vil verja umhvørvið og tí eg eri so forvitin, men av tí at umhvørvið er ein so týdningarmikil partur, sigur Durita Brattaberg.

Hon byrjaði í starvinum fyri tveimum mánaðum síðani og hóskvøldið tók hon lut á fundi, sum Dong og Føroya Arbeiðsgevarafelag skipaðu fyri á Hotel Hafnia fyri limum í arbeiðsgevarafelagnum. Durita greiddi frá, hvussu tað er at vera trainee, hvørja fakliga bakgrund tey, ið fingu trainee-størvini hava, hvørjar uppgávur tey hava í Dong, hvat tey hava fingið burtur úr og hvørjar framtíðarætlanir tey hava.

At vera trainee hjá Dong er avmarkað til seks mánaðir.

- Tað týdningarmesta hesa tíðina er at vera forvitin, súgva allar upplýsingar til sín, og fáa sambond við fólk, sum hava nógvar royndir á økinum, sigur Durita Brattaberg.


Skilagott

At Dong býðir ungum føroyingum upp í part og gevur teimum høvi at arbeiða innan eitt øki, ið kanska eigur eina stóra framtíð í Føroyum, er ikki bert av vælvild frá hesum peningasterka felagnum. Felagið hevur stórar vónir til eina komandi oljuvinnu í Føroyum og arbeiðir út frá, at føroyingarnir í fyritøkuni gerast ein vinningur fyri felagið.

- Dong hevur valt at taka fólk í læru, tað vil siga sum trainee, og tað er ein ógvuliga skilagóður máti at arbeiða eftir. Onnur feløg brúka aðrar mátar at gera seg sjónlig. Felagið fær heilt greitt nakað burtur úr ungu føroyingunum, sum eru í læru í hálvt ár, sigur Durita Brattaberg.

Áhugin fyri Føroyum sum oljulandi er ikki dalaður, hóast útbjóðingarrundan til oljuleitingina er útsett.

- Tað havi eg ikki varhugan av. Forarbeiðið er gjørt og tá ið útbjóðingarrundan kemur er Dong til reiðar, sigur Durita.


Umhvørvismál

Fyrstu nógvu vikurnar í starvinum brúkti Durita til at seta seg inn í arbeiðið og uppgávurnar. Og tað er hópin at seta seg inn í á deildini fyri góðslu, trygd og umhvørvi.

- Arbeiðsøkið eg havi valt mær er umhvørvismál, meðan leitað verður eftir olju og meðan framleitt verður. Eg kundi valt altjóða umhvørvisarbeiði. Nógvir stórir altjóða arbeiðsbólkar arbeiða í verkætlanum, granska í umhvørvi og skriva álit. Eitt annað val kundi verið at arbeitt við grønum roknskapi. Á hvørjum ári ger Dong grønan roknskap og øll sum hava nakað sum helst við Dong at gera skulu lata grønan roknskap inn. Tað vil siga upplýsa til dømis, hvussu nógv diesel er brúkt, hvussu nógvur svávul er í dieselinum, hvussu nógv orka er brúkt, bæði umborð á skipum og á plattformum. Eitt annað kundi verið at arbeitt við góðskustýring ella trygd, sigur Durita Brattaberg.

Eftirlitsarbeiðið, tá ið tað ræður um umhvørvi og trygd, er stórur og umfatandi partur av arbeiðinum hjá oljufelagnum.

- Arbeiða fleiri oljufeløg saman er altíð ein operatørur. Operatørarnir eru undir somu krøvum og treytum sum Dong viðvíkjandi góðsku, trygd og umhvørvi. Í einum boriævintýri kann Dong kanna sínar samstarvsfelagar og undirleverandørar. Tí eru nógvar eftirlitsuppgávur, har skipanir verða eftirmettar, soleiðis at tær samsvara málini tey hava.


Leiðari

Ein uppgáva Durita júst hevur fingið er at leiða eitt eftirlitsarbeiði úti á einum plattformi í Norðsjónum, har illgruni er um, at burturkastskipanin ikki virkar nóg væl í mun til málið, sum plattformurin og Dong hava sett.

- Endamálið er at kanna eftir, hvussu arbeiðið á plattforminum er í mun til tað Dong hevur sett sær fyri. Hevur Dong til dømis sett sær sum mál at endurvinna ella minka um nøgdirnar av burturkasti í ár í mun til í fjør, skulu vit hyggja eftir, hvussu tað roynist í verki. Eru málini ikki lokin ella eru tey ov ambisjøs skulu tey endurskoðast og nýggj loysn finnast. Á tann hátt verða nýggj mál funnin.

- Samstundis havi eg eisini fingið uppgávuna at seta meg inn í, hvussu kemikalii verða handfarin í mun til trygdina og umhvørvið. Tað vil siga, um alt tað sum eitur serliga dálkandi burturkast verður handfarið sum tað eigur sigur Durita.

Durita er farin undir fyrireikingarnar til uppgávuna úti á plattforminum í Norðsjónum. Í hesum sambandi skal hon til Noregs at kunna seg um, hvørji krøv norðmenn seta til sínar plattformar.

- Um tvær vikur skal eg út á plattformin, í fyrsta umfari í tríggjar dagar, har eg skal seta nøkur ting í verk og so skal eg út aftur at kanna eftir, hvussu tað roynist í verki.


Í hásæti

Dong hevur orð fyri at vera eitt tað besta oljufelagið, tá ið tað snýr seg um umhvørvisvernd og trygd.

- Eg havi ikki nakað at samanbera við, men eg havi varhugan av, at Dong er øgiliga ambisjøst og skipað, tá ið tað snýr seg um at verja umhvørvið fyri oljudálking. Tey hava gjørt nakrar skipanir og mannagongdir, sum gera, at tey røkka málini, tey seta. Eftirlit er allan vegin í gjøgnum, eisini eftirlit við teirra egna eftirliti. Mín varhugi er, at danir yvirhøvur seta stór krøv til sín sjálvs, tá ið tað snýr seg um umhvørvi og trygd. Og trygd og umhvørvi í oljuleiting og framleiðslu kostar nógvar pengar, sigur Durita.

- Í Grønlandi er oljuvinnan ikki langt burturi. Næsta ár fara teir at bora og tað er eitt øki, eg havi stóran áhuga fyri og royni at fáa meiri vitan um. Umhvørvisliga er Grønland meiri viðkvæmt enn Føroyar, tí tað er arktiskt øki.


Málrættað

Umframt at hava verið á trygdarskeiði, - tað verður kravt, skalt tú gista á boriplattformi -, hevur Durita verið á fleiri skeiðum hesar tveir mánaðirnar.

- Eg havi verið á einum skeiði, sum eitur Basic Petroleum. Tað er eitt skeið um oljusøgu og teknisk ting, søguna aftanfyri amboðini, oljuprísir, umhvørvi, trygd og annað. At hava vitan um hesi viðurskifti, eisini tey teknisku, ger tað meiri áhugavert. Í næstum skal eg á skeið í umhvørvisstýring og har skal eg eisini til próvtøku. Harumframt skal eg á eitt skeið um tað nýggjasta innan lóggávu í oljuvinnu.

Hvussu rúmar tú allar upplýsingarnar?

- Í byrjanini var tað kann næstan ov nógv at seta seg inn í. Eg eri rættiliga úrslitamálrættað og vil sleppa at brúka tað seg eg læri beinanvegin. Men sjálvandi upplýsingarnir verða goymdir og sodnaðir, og nú eru teir við at koma uppá pláss. Økið er so mikið stórt, at eg eri noydd til at skipa tað sundur. Eg havi følt, at tað hevur tikið langa tíð at seta seg inn í alt. Men sjálvandi tú kanst ikki loysa eina uppgávu um tú ikki hevur sett teg inn í viðurskiftini áðrenn, sigur Durita.


Lopfjøl

Um arbeiðið sum trainee hjá Dong verður ein lopfjøl til at fara víðari í oljuvinnuni, sigur Durita.

- Tað hevði eg ikki havt nakað ímóti. Hetta er øgiliga spennandi og aftaná seks mánaðir havi eg ivaleyst gott innlit í nøkur viðurskifti, ið eg kann brúka og gera gagn av seinni. Eg vil ikki siga, at eg havi nakrar dreymir um at vera ein tann fyrsti føroyingurin, ið fær starv í eini oljuvinnu í Føroyum, tí tað liggur ikki til mín at droyma. Men eg trúgvi, at øll vit sum eru trainee hjá Dong hava Føroyar í bakhøvdinum og tí royna at arbeiða við tí, sum er viðkomandi fyri Føroyar. Oljuvinnan er eitt heilt nýtt øki í mínari verk, men eg kenni til skipanirnar tey arbeiða við innan góðsku, umhvørvi, roknskapi frá tíðini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har eg arbeiddi við umhvørvisætlanum hjá kommununum. Í Føroyum skalt tú kortini hava fleiri bein at standa á og kenna eitt sindur til øll økini, sigur Durita Brattaberg at enda í viðtali.