Eg neyt væl av tænastuni hjá Leif Eriki

Maud Wang Hansen skilir ikki, hví Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal forða hjálparfelagsskapum at býta føði út.

Tað mundi koma sum ein skelkur fyri mong, tá tað í farnu viku frættist, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan forðaði handlum í at lata Leif Erik Niclasen mat, ið hann so kundi bera teimum, ið vóru fíggjarliga ikki so væl fyri.

Hetta er ein tænasta, hann hevur havt í tjúgu ár, og sum hann sigur, so er enn eingin blivin sjúkur ella er deyður av tí mati, hann hevur borið teimum, men sum annars hevði verið burturbeindur.

 

Maud Wang Hansen í Havn er fegin um, at hon kundi fáa hjálp við góðum mati frá Leif Erik Niclasen, tá hon sat einsamøll við trimum børnum og ikki hevði tað stóra fíggjarliga rásarúmið.

 

Hoyr samrøðuna, hon hevði við Rás 2 á miðdegi, við at trýsta á pílin undir myndini.