Eg nokti ikki føroyingum at keypa á internetinum

- Tað er ógvuliga positivt, at føroyingar kunnu keypa á internetinum

- Eg fari ikki at avmarka møguleikarnar hjá føroyingum at keypa á internetinum.

Tað staðfestir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Í Radaranum hjá KvF nú ein dagin, varð tosað um skatt og avgjøld og í tí sambandi nevndi landsstýriskvinnan, at ein broyting, sum er hend hesi seinastu árini, er, at føroyingar eru farnir at keypa rættiliga nógv á internetinum.

 

Hon staðfesti, at tá fella inntøkurnar uttanlands, hóast brúkarin er í Føroyum, og spurningurin er, hvussu vit tryggja, at inntøkurnar fella her, og ikki í uttanlands, tá ið føroyingar keypa.

 

Hetta hevur elvt til nógv kjak, tí tað hevur verið fatað sum um at hon ætlar at avmarka møguleikarnar, ella enntá avtaka rættin, hjá føroyingum at keypa á internetinum.

 

Men tað avsannar landsstýriskvinnan avgjørd.

- Eg fari ikki at avmarka møguleikarnar hjá føroyingum at keypa á internetinum, sigur hon.

 

Tvørtur ímóti heldur hon, at tað er ógvuliga positivt at føroyingar hava hendan møguleikan.

- Vøruúrvalið er nógv størri, tí á internetinum ber til at keypa vørur úr øllum heiminum og møguleikin at keypa á internetinum er ein partur av tí, sum ger tað lættari at búsetast í Føroyum. Tað ger, at vit, sum hava verið so fjarskotin í Norðuratlantshavi, ikki eru so fjarskotin longur, sigur hon.

 

- Tað eru eisini føroyskar fyritøkur, sum selja á internetinum, leggur hon afturat.

 

Men Kristina Háfoss ásannar, at samfelagið er fullkomiliga broytt, síðani tær flestu lógirnar um avgjøld vórðu sett í gildi í áttati og nítiárunum.

 

- Og ein stór broyting er nettupp tann, at føroyingar eru farnir at keypa á internetinum í stórum stíli, og tað merkir samstundis at landið missur nógvar inntøkur í mvg, skatti og øðrum avgjøldum.

 

- Sostatt er grundarlagið hjá landskassanum at útvega inntøkur til vælferðarsamfelagið, nógv øðrvísi enn tað var fyri nøkrum árum síðani, tá ið flestu lógirnar um skatt og avgjøld vórðu smíðaðar.

 

Ein skipan, sum er galdandi, tá ið keypt verður á internetinum, er, at verður keypt fyri minni enn 300 krónur, er tað mvg frítt.

 

Tað hevur handilsvinnan illneitast inn á, tí tey halda, at tað ger kappingina ójavna, tí fert tú inn í ein føroyskan handil at keypa fyri minni enn 300 krónur, skal mvg rindast av tí.

 

Hinvegin heldur Posta, at markið er ein forðing, og at tað eigur at vera minst 2500 krónur fyri av álvara at geva føroyingum møguleika at keypa á internetinum.

 

- Eg havi varhugan av, at føroyingar eru ómetaliga fegnir um møguleikan at keypa mvg frítt upp til eitt vist, so tað skal í øllum førum viðgerast ógvuliga gjølliga, áðrenn tað verður broytt, sigur Kristina Háfoss.

 

Men av tí, at støðan er so nógv broytt, hevur hon nú sett eina nevnd at endurskoða alla okkara skatta- og avgjaldsskipan við tí endamáli at útgreina, hvussu skipanin skal setast saman og lagast til tíðina, sum nú er.

 

Og hon heldur, at nevndin skal fáa høvi til at koma við sínum tilmælum, áðrenn hon sigur nakað ítøkiliga um, hvussu inntøkurnar hjá landinum skulu skrúvast saman.