? Eg ætli mær so avgjørt ikki at taka ímóti hasum 20 túsund krónunum.
Hetta var fyrsti tankin hjá teirri 91 ára gomlu einkjuni eftir Hákun Djurhuus, fyrrverandi løgmann, tá hon fekk at vita, at løgtingið hevur samtykt nýggja stóra pensjónsskipan til allar landsstýrismenn aftur til 1951 og allar einkjur eftir teir landsstýrismenninar, sum eru deyðir.
Hjørdis Djurhuus heldur tað vera heilt burturvið, at hon nú brádliga skal fáa eina stóra pensjón, bert tí maður hennara hevur verið løgmaður.
Hákun Djurhuus, sáli, var løgmaður frá 1962 til 1966, landsstýrismaður frá 1951 til 1957 og harumframt tingmaður frá 1946 til 1980. Hetta gevur honum rætt til fulla eftirløn eftir nýggju skipanini fyri løgmenn og landsstýrismenn, sum er umleið 26 túsund krónur um mánaðin. Men av tí, at Hákun Djurhuus er deyður, fella 75 prosent av pensjónini til einkjuna. Tað vil siga, at 91 ára gamla Hjørdis Djurhuus frá 1. januar fer at fáa knappar 20 túsund krónur um mánaðin settar inn á konto sína.
Geva til tey veiku
? Handan pensjónsskipanin er ein ógvuliga illa umhugsað avgerð. Tað ber ikki til, at politikararnir bara brúka so nógvan pening til pensjónir til sín sjálvs, meðan tey veiku í samfelagnum einki fáa, sigur Hjørdis Djurhuus avgjørd.
? Sum eg segði, hugsaði eg beinan vegin, at eg fór at senda pengarnar aftur, hagar teir koma frá. Men seinni havi eg hugsað at senda teir víðari til vælgerandi endamál. Tað eru so nógv, ið hava brúk fyri hjálp, sigur Hjørdis Djurhuus.
Løgmanseinkjan ger púra greitt, at fer hon at taka ímóti landsstýrismannapensjónini, fer hon ikki at brúka hana til sín sjálvs. Og hon roknar heldur ikki við, at arvingarnir vænta sær pengarnar, tí teir klára seg.
Forðar fyri fullveldi
Maður Hjørdis Djurhuus arbeiddi sum løgtingsmaður í samfull 34 ár, umframt at hann var landsstýrismaður og løgmaður. Tí spyrja vit Hjørdis Djurhuus, um hon ikki kortini heldur tað vera rætt, at politikarar eisini í aldurdóminum fáa løn fyri sítt stríð.
? Skulu vit byggja eitt land upp soleiðis, gerast vit aldri eitt sjálvstøðugt land. Hetta tekur botnin undan øllum sjálvstýrishugsjónum. Vit kunnu ikki bara tveita pengarnar soleiðis frá okkum í staðin fyri at brúka teir til tað, sum mest tørvur er á í samfelagnum.
? Her hugsi eg aftur um, at vit skulu brúka pengarnar til tey gomlu og brekaðu, áðrenn vit hugsa um undirsjóvartunlar og líknandi, ger Hjørdis Djurhuus greitt.
Ov stórur munur
Men heldur Hjørdis Djurhuus kortini ikki, at politikarar eiga rætt til eftirløn fyri sítt stríð fyri landið?
? Ja, tað er eingin í samfelagnum ? høgur ella lágur ? sum ikki hevur uppiborið sína løn. Men munurin skal ikki vera so stórur. Hvat um tey, sum fáa minst løn hvørva úr einum samfelag, hvussu sær samfelagið tá út? Hvat við teimum smáu lønunum til tey, sum eru so virðismikil í samfelagnum, spyr løgmanseinkjan.
Hjørdis Djurhuus unnar politikarum eftirløn, men hon heldur tað kortini vera heilt burturvið, at politikarar skulu fáa ovurstóra eftirløn, meðan onnur einki fáa.
? So stríggi er arbeiðið hjá teimum heldur ikki. Hákun gjørdi sítt arbeiði, tí honum dámdi tað, sigur Hjørdis Djurhuus, einkjan eftir løgmannin, Hákun Djurhuus.