Síðani hann sum ungur byrjaði at vinna seg fram millum teir vaksnu í danska felagnum Randers Freja, hevur hann verið bersøgin. Á vøllinum, skiftirúminum og í fjølmiðlunum. Tað hevur millum annað havt sum úrslit, at hann hevur fingið forboð fyri at tosa við fjølmiðlarnar, eftir at hann hevði eina skemtiliga, men speiska viðmerking um eitt grannafelag.
Atli spældi sum ungur við góðum árgangi hjá B36, sum vann alt. Miðskeiðis í 90unum flutti hann til Danmarkar við familjuni.
Eftir loknan fólkaskúla fer hann á fótbóltsskúla, og spælir samstundis við Randers Freja. Hann búnast sum fótbóltsspælari og vinnur sær pláss í hópinum hjá besta liðnum. Í 2001 spælir hann sín fyrsta dyst, og venjarin er væl nøgdur.
Eftir trý venjaraskifti er tíðin hjá Atla komin at enda í Randers. Bara Søren Kusk, sum gevur honum debut, trýr upp á evnini hjá miðverjanum. Atli flytur til Keypmannahavnar og spælir við Lyngby í eitt hálvt ár, áðrenn leiðin gongur til Føroyar og GÍ í 2004.
Hálvt annað ár seinni fer Atli í skúla niðri, men endar aftur á bonkinum, fyrst í Skjold og síðani í Frem. Atli tekur avgerð um at koma aftur til Føroya og spælir undantikið eitt hálvt ár í skotska Ross County við Víkingi fram til í dag.
Dreymurin um at spæla á landsliðnum gongur út, tá iðBrian Kerr hevur brúk fyri stóra og sterka miðverjanum.
Hann hevur í dag mist plássið, men er ikki sinnaður at geva upp.
»Atli kiks«
Atli er uppvaksin í Stoffalág í Havn. Sum hjá teimum flestu fótbóltsspælarunum fyllir fótbólturin nógv í barnaárunum. Atli spælir fyri tað mesta við dreingjum, sum eru nakað eldri. Millum teirra eru Fróði Clementsen og Hans Jørgin Djurhuus, sum eru kendir í føroyska fótbóltsheiminum í dag. Fótbóltsvøllurin er grúsvøllurin aftanfyri Eysturskúlan.
Tað verður skipað fyri býarkappingum, og steyp verða vunnin.
– Jógvan Højgaard plagdi at keypa eitt steyp, sum vit so spældu um, sigur Atli Gregersen.
Pápin, Árni, arbeiðir um hetta mundið í sjónvarpinum, og Atli er altíð við, tá ið ítróttarinnsløg skulu gerast. Hetta gevur honum møguleika at koma at kenna fleiri av spælarunum. Tað er bara íblástur til ein longu góðan hug til at sparka.
Í B36 er Atli partur av einum gyltum árgangi, sum vinnur alt. Eina árið missa teir bara stig eina ferð. Tað er móti HB.
– Vit vunnu alt. Tað eina árið var tað bara eitt skeivt skot frá Jón Róa Jacobsen, sum rakti Vagn Mohr Mortensen og snýtti málmannin, sum gjørdi, at vit ikki vunnu allar dystirnar, sigur Atli við eyðkendu argandi røddini.
Gregersen maðurin er tó ikki nøkur bjørt stjørna á ungum árum. Hann fekk enntá eyknevnið »Atli kiks«, sum í at kiksa ein mál møguleika.
– Ragnar Poulsen var tann heilt stóri spælarin. Hann skoraði 137 mál í smápiltum, meðan eg bara skoraði 37, tí eg kiksaði so nógv. Eina venjing kallaði onkur meg »Atli kiks«, og tað hekk bara við, sigur Atli og grínur.
Millum leikararnar í 82 árgangium eru menn sum Niels Joensen, Bárður Johannesen, Ragnar Poulsen, Helgi Justinussen, Fróði Baldvinsson og Levi Nybo.
Millum venjararnar hjá Atla eru Ólavur Waag Høgnesen og Annfinn Danielsen.
B36 er einaráðandi í árganginum til 1996, tá Atli flytur til Danmarkar. Um tað skal leggjast meir í tað, skal verða ósagt.
Old School fótbóltsskúli og Randers
Árni fær arbeiði á Tv2 Bornholm, og familjan flytur við á sumri 1996. Atli er framvegis ikki millum teir bestu, men við tíðini byrjar hann at vaksa. Hann lærir eisini at brúka likamligu styrkina til sín fyrimun.
Atli er so mikið góður í mun til javnaldarnar á Bornholm, at hann skal umboða Bornholm í Union stevnu, har spælt verður móti teimum bestu á Sjællandi, Fyn, Jyllandi og Lolland-Falster.
Lítið verður roknað við Bornholm, men ein sigur á KBU, sum umboðar høvðusstaðin, bjargar allari kappingini. Atli skorar týdningarmikla málið. Allan Simonsen er til staðar og rósar Atla frammanfyri venjaranum.
– Teir hildu, at Allan segði, at eg var tann besti. Tað hildu teir verða stórt, at ársins spælari í Evropa helt ein hjá Bornholm vera best. Tað helt hann nokk ikki, men helt bara, at eg hevði klárað meg væl. Tað tímdi eg bara ikki at fortelja hinum, sigur Atli við einum smíli.
Í 1998 fer Atli á fótbóltsskúla í Grenå. Venjarar eru Flemming Povlsen, Kent Nielsen og Lars Lundkvist.
Teir leggja nógv fyri at læra sínar spælarar virðing og disiplin. Tað eru svartar gaggur og rennitúrar í skógini. Vaska klæðir og rudda kamar eru fastir táttar í gerandisdegnum.
– Eg gerist meiri búgvin og læri, at tað ikki bara er stuttligt at spæla fótbólt, sigur Atli nakað meiri álvarsligur á málinum.
Hann spælir samstundis við unglingaliði hjá Randers Freja, sum seinni blívur til Randers FC, sum vit kenna í dag.
Atli ferðast í hálvan annan tíma hvønn vegin. Skúlagongdin verður ikki passað heilt so væl, sum hon átti at verið, men til venjing er Atli nærlagdur – bæði í fótbóltsskúlanum og í Randers.
Í fótbóltsskúlanum verða spælararnir deildir upp í A, B og C. Millum teir kendu í dag eru Steffan Rasmussen og Leon Andreasen, sum báðir seinni spæla yrkisfótbólt. Atli byrja í C bólkinum, men endar við at vinna seg upp í A bólkin.
Í Randers er hann framman fyri flestu av hinum. Hann endar við at verða liðskipari á unglingaliðnum.
– Eg var venjingarnarkomanur tá, sigur Atli, men er skjótur at leggja afturat, at tað er hann ikki longur.
Hann verður eisini kosin til »Årets fund« í Randers.
– Um tú fer á leikvøllin hjá Randers í dag, so hongur ein pláta við mínum navni á har saman við Michael Gravgaard og Jesper Thygesen, sigur Atli flennandi.
Kusk trýr upp á Atla
Atli spælir í 2001 sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá Randers. Hann er ungur og ágrýtin. Mælski og bersøgni maðurin, sum vit kenna hann í dag, er í menning. Hann trýr upp á sjálvan, og tað er við til at geva Atla eina góða byrjan.
Til dyst móti Brønshøj er ein miðverji ivasamur, og Søren vil hava ein 18 ára gamlan Atla Gregersen við.
Ein hálvlan tíma fyri tíð verður Alti skiftur inn.
– Eg gjørdi ikki eitt mistak, og eftir dystin sigur Søren við meg, at eg skal hava ein sáttmála. »En stor kontrakt«, sum hann málbar seg, sigur Atli.
Atli hevur sína bestu tíð í felagnum. Hann spælir støðugt, og við tí veksur eisini trúgvin upp á seg sjálvan. Hann fær áleið 4.000 krónur um mánaðin, og Árni sleppur nú frá at senda lummapengar til sonin, sum hevur yvirhálað Michael Gravgaard í miðverjuni. Hann bleiv seinni danskur landsliðsspælari og spældi bæði við FCK og í fronskum fótbólti.
Miðskeiðis í árinum verður nýggjur venjari settur í felagnum. Navnið er Ole Fritsen. Hann hevur góð úrslit at vísa á við Vejle. Hann er tó ikki áhugaður í Atla, sum ongan dyst spælir restina av árinum.
– Kanska eg fleyg nakað høgt tá, sigur Atli.
Venjari er lítið sannførdur um leikligu eginleikarnar hjá Gregersen manninum, sum verður avsettur fyri Michael Gravgaard.
Í 2002 verður Kim Poulsen settur sum venjari, og Atli er aftur í hitanum. Hugurin at venja er framvegis góður, sjálvt um venjingarnar eru nakað einstáttaðar.
– Í uppstartinum renna við níggju kilometrar hvønn dag í skógunum. Tað hevði ikki verið góðtikið í dag, men tá var tað bara vanligt, sigur Atli, sum spælir allar venjingardystirnar.
Í seinasta venjingardystinum fyri kappingarbyrjan gongur tó galið. Atli fær eina minni fiburspreinging og má sita uttan fyri í tvær vikur.
– Eg missi plássið, men liðið blívur bara við at vinna, so eg sleppi ikki inn aftur, sigur Atli.
Í 2003 verður núverandi føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, venjari hjá Randers.
– Vit vóru ikki samdir um nakað, sigur Atli stutt og greitt.
Atli sleppur ikki upp í part. Hann er sjúkur, men velur at byrja ov tíðliga aftur. Hetta ávirkar orkuna, sum er í botni. Tað endar við, at Atli fær staðfest lungnabruna og má aftur í songina at liggja. Hesa ferð í tríggjar vikur.
Atli hevur fingið nokk og tímir ikki meira í Randers.
Føroyar draga
Atli flytur á sumri í 2003 til høvðusstaðin. Hann fær arbeiði sum mjólkamaður og spælir við Lyngby, sum fyri kortum er farið á heysin. Her venur hann saman við millum annað Christian Lamhauge Holst, Morten Nordstrand og Thomas Christensen, sum allir blíva Superliga spælarar seinni.
Atli sleppur upp í part av og á, men við árs enda er greitt, at Atli vil til Føroya.
Hóast hann er uppvaksin í Stoffalág í Havn, so hevur hann altíð hildið við GÍ. Røturnar eru eisini úr Gøtu, so valið er einfalt. Málið er at koma á føroyska landsliðið. Atli ætlar sær at prógva fyri landsliðsvenjaranum, at hann er nóg góður.
– Eg hugdi nokk eitt sindur niður á føroyskan fótbólt tá, men tað vísti seg ikki at vera so lætt, sum eg helt. Leikferðin er høg og tú hevur ikki tíð at traðka á bóltin, greiður Atli frá.
Tað gongur ikki, sum hann ætlar, og ongi landsliðsboð koma. Uttan fyri vøllin gongur tó betur. Stutt frá húsunum, har sum Atli heldur til í Gøtu, býr ein fitt dama, sum hann hevur fingið eyga á. Tað, sum ikki er eydnast í fótbóltinum, eydnast uttan fyri vøllin. Atli fær fast pláss hjá Jenny.
Eftir hálvt annað ár í Gøtu dregur skúli í Danmark. Jenny er upp á vegin, men kemur við.
– Súni Olsen bleiv seldur til AaB og eg fór í skúla. Tað var ikki soleiðis, eg ætlaði, at eg skuldi fara av landinum, sigur Atli.
Upprunaliga skal miðverjin til Fremad Amager, men liðskiparin og málverjin, Kim Drejs, er farin við bøtikassanum, og ongir pengar eru í felagnum. Gjøgnum ein fyrrverandi liðfelag úr Randers verður Atli settur í samband við Skjold, sum manglar ein miðverja.
Atli venur eina ferð og skrivar sáttmála. Trupulleikin er bara, at Skjold hevur tryggjað sær tveir miðverjar, og Atli situr aftur uttanfyri.
Í 2006 skiftir Atli til Frem, sum hevur Jónas Tór Næs og Gunnar Nielsen í hópinum. Alti fær áleið 3.000 krónur um mánaðin, meðan kappingarneytin fær 25.000 krónur.
– Tað er ikki ilt at gita, hví teir brúktu hann, sigur Atli.
Aftan á eitt ár tímir Alti ikki meira. Hann er blivin pápi og hevur eina familju at hugsa um. Tíðin er komin til at flyta til Føroya aftur.
GÍ blívur til Víking
Fyrsta árið aftur í Gøtu er Petur Mohr venjari. Hann er harður og kontantur. Hann krevur nógv av sínum monnum til venjing, og mangan gongur tað hart fyri seg.
– Tað var stórur munur á at koma úr Danmark, har vit altíð skuldu tosa um tingini, um eitt hvørt ikki riggaði. Her var ongin góða mamma, sigur Atli.
Hann er við at blíva vaksin, og fyri fyrstu ferð er fótbólturin ikki tað týdningarmiklasta í lívinum. Tað eru sonurin og familjan.
– Tað gevur frið upp á ein ella annan máta, tá tú kemur heim eftir ein dyst ella venjing, og ein smílandi sonur stendur í hurðini og bíðar, sigur Atli, sum fyri einum ári síðan eisini bleiv pápi til eina gentu.
Í 2008 leggur GÍ saman við LÍF og blívur til Víking. Atli er ein av tólv, sum atkvøða ímóti samanleggingini. Lítið hjálpir, tí ein greiður meiriluti er fyri samanleggingini.
– Í dag dugi eg at síggja, at tað var gott at leggja saman, men tá var tað tungur biti at svølgja, sigur núverandi liðskiparin hjá Víkingi.
GÍ sigldi í tungum sjógvi, og ongin orka var eftir til at halda felagnum uppi. Fyrsti venjari hjá felagsliðnum er Edson »Dido« Silva úr Brasil.
– Vit vandu teknikk í kavanum í Sarpugerði, tá hann segði, at hetta var akkurát sum í sandinum Copacabana, sigur Atli flennandi.
Tað vísir seg, at venjararpappírini ikki eru í ordan, og Víkingur ger skjótt av og sendur “Dido” heima aftur.
Jógvan Martin fær skil á
Nýggjur maður í sessinum er Jógvan Martin Olsen, sum júst hevur verið landsliðsvenjari.
– Eg helt Jógvan Martin vera ein idiot, tí hann ikki hevði tikið meg út til landsliðið, sigur Atli.
Tað skuldi tó skjótt vísa seg, at Jógvan Martin skuldi spæla eina virknan lut í, at Atli fekk landsliðsdreymin uppfyltan.
– Tað fyrsta hann sigur við meg er, at eg ikki eri í formi. Hann vísir á, at eg spæli væl í ein hálvan tíma, so byrji eg at fáa býtt gul kort og koma forseint í taklingar, greiður Atli frá.
Hesum arbeiða teir við, og Atli verður við tíðini ein lyklaleikari í uppbyggingini av Víkingi.
– Tað vísti seg at verða stuttligt at verða við at byggja nakað upp frá nýggjum, sigur Atli víðari.
Um summarið eru so landsliðsboð eftir Atla Gregersen. Nýggjur landsliðsvenjari er írin Brian Kerr. Atli verður úttikin til dystin móti Serbia á Tórsvølli.
– Jógvan Martin eigur ein stóran lut í, at eg kom á landsliðið. Alt fellur í hakk. Familjan, arbeiði og fótbólturin, greiður Atli frá.
Atli fær ongan bleyta byrjan, tí í fyrsta dystinum eru boð eftir leiðaraeginleikunum hjá miðverjanum.
– Brian Kerr lesur liðið upp og sigur, at »Atli« skal spæla í miðverjuni. Eg helt tað verða løgið at seta Atla Danielsen í miðverjuna, men brádliga sigur hann; »Big man, you take kontrol«. Tá skilti eg, at hann meinti við meg, og at eg skuldi stýra verjuni, grieður Atli frá.
Ongin tekur íran í skiftirúminum, tá spælarar skulu eggjast undan dystarbyrjan.
– Hann er tann besti til at motivera spælarar við talum. Hann fekk okkum til at trúgva uppá, at vit kundu vinna á einum og hvørjum, greiður Atli frá.
Alti hevur bara spælt tveir minuttir av landsliðsfótbólti, tá hann fær eina heilsan frá tí tveir metrar høga Nicola Zigic.
– Eg fór upp at stúta ein bólt, og hann sendi meg runt í luftini. Vælkomin á landsliðið hugsaði eg, sigur Atli, meðan hann við rørslum greiðir frá, hvussu tað hendi.
Seinni fær serbiska stjørnan, Dejan Stankovic, av at vita – ella tað var ætlanin.
– Eg bað hann skrubba av aftur á bonkin hjá Inter Milan. Í tí eg segði tað, so hugsaði eg, hvussu býtt tað ljóðaði. Men hann svaraði bara aftur, at hann ikki sat á bonkinum. Tá kundi hann gott havt sagt okkurt meiri niðrandi, sigur Atli við einum smíli.
Kerr tvingar Atla at spæla
Atli vinnur sær fast pláss á landsliðnum, og hann er eisini millum teir útvaldu til landsdystin móti Litava á Svangaskarði. Men eftir seinastu venjingina fyri dystin koma keðilig boð.
– Eg sá, at Jenny hevði ringt fleiri ferðir, so eg visti, at klokkan hevði sligið. Verpápin er deyður og eg skundi mær til Havnar, greiður Atli frá.
Ein maður skilur tó einki. Brian Kerr ringir í øðini til Atla og spyr, hvar hann er.
– Eg greiði honum so frá, hvat er hent, og at eg nokk ikki spæli dagin eftir, sigur Atli.
Aftursvarið er hart og kontant. Hann er deyður og tú kanst ikki gera nakað, er svarið í hinum endanum. Brian Kerr vil ikki hoyra talan um, at Atli ikki spælir.
Nakað seinni roynir Atli at ringja til hjálparvenjaran, Jens Martin Kundsen, fyri at geva honum boð um, at hann ikki kann spæla.
– Tá eg ringi, tekur Brian Kerr telefonina og spyr, hví eg ringi til Jens Martin. At enda sigi eg, at eg í minsta lagi sovi heima, men aftur er svarið nei, greiður Atli frá.
Tað endar tó við, at Atli sleppur at sova heima og møtir til morgunmat dagin eftir. Føroyska liðið spælir ein góðan dyst og vinnur 2-1. Eftir dystin er veitsluhýrur, og allir fara til havnar við bussi uttan Atli, sum ætlar sær heim. Aftur er Brian Kerr ósamdur og vil hava Atla við til Havnar.
– Tað spældi alt væl av, men tá sá Brian Kerr bara fótbólt, sigur Atli og leggur afturat, at tað var got, at hann spældi handan dystin, tí Føroyar flugu upp eftir FIFA styrkilistanum, og allir spælararnir fingu áleið 200.000 krónur í bonus.
Nakað seinni er venjingardystur í Skotlandi, og Føroyar tapa 3-0. Brian Kerr er bara við til sjálvan dystin, tí beiggin liggur fyri deyðanum.
– Tá segði hann við meg, at hann var farin skeivur í samband við dystin móti Litava, greiðir Atli frá.
»Pakkaði Anelka inn«
Besta kenslan sum landsliðsleikari kemur á Tórsvølli, tá Frakland er á vitjan. Atli spælir ein branddyst, og Nicolas Anelka er lítið sjónligur á vøllinum.
– Eg minnist, at eg segði við konuna, at eg hevði pakkað Anelka inn, sigur Atli stoltur á málinum.
Men løtan, tá Atli veruliga kendi á sær, at hann var vorðin landsliðsleikari, er tá ein føroyingur liggur skaddur á vøllinum. Fraklendingar drála við at sparka bóltin út. Soleiðis stóð at lesa í ummælinum í Sosialinum eftir dystin:
»Gøtumaðurin tók hvønn nærdyst, hann kundi, spardi seg ongantíð og var deiliga ósmæðin á vøllinum. »Put the fucking ball out!«, rópti Atli einaferð eftir franskmonnum, tá ein av okkara lá skaddur«
– Tá William Gallas so sparkaði bóltin út kendi eg á mær, at eg nú var ein landsliðsleikari, sum ikki var bangin fyri hinum heimsstjørnunum, sigur Atli.
– Hevði Jákup á Borg bara dugað at skalla, høvdu vit kanska eisini fingið stig, sigur Atli og grínur.
Ein annar landsdystur, sum Atli minnist væl, er dysturin móti Italia á Tórsvølli. Undan dystinum tryggjar Brian Kerr, at allir trúgva upp á sigurin, hóast mótstøðan er sera sterk. Vit tapa 1-0, men raka stengurnar tvær ferðir.
– Súni Olsen hevur oftani skotið hasar í stongina og inn. Bara óheppið, at akkurát hasin skuldi fara í stongina og út, sigur Atli um dundurskotið hjá Súna í fyrra hálvleiki í dystinum.
Eitt rend til Skotlands
Atli Gregersen er í 2009 til eina royndarvenjing í skotska aðru deildar felagnum, Ross County. Tá venjingin er liðug, fær Atli at vita, at Ross County skulu lata frætta frá sær. Hesum trýr Atli lítið upp á og vendir aftur til Føroya at spæla við Víkingi.
Í 2010 er landsliðið í Luksemborg og spælir venjingardyst. Einki mál kemur í dystinum. Ross County tosar við Brian Kerr, og umvegis umboðsmannin, Hans Jacob Á Líknargøtu, verður avtala gjørd við skotska felagið.
Atli hevur nógv at hugsa um, tí hann hevur familju og arbeiði at hugsa um. Hann velur tó at royna seg. Í fyrsta umfari kemur familjan ikki við.
Atli er við til allar venjingardystirnar. Hann er í so góðum formi, at hann hevur ein »six-pack«, sum ikki er at finna í dag.
– Undan fyrsta dystinum fái eg at vita, at venjarin ikki vil brúka meg, tí hann heldur, at eg síggi nakað móður út, sigur Atli.
Tað er kanska nakað um tað, men sum tíðin gongur, so gerst tað meiri og meiri greitt, at venjarin ikki metir Atla verða nóg góðan til liðið.
Hann kemur inn í einum steypadysti, men meiri spælitíð blívur tað ikki til. Hinvegin, so fær Atli innlit í bretska mentalitetin.
– Spælararnir ganga høgt upp í at gera »pranks«. Eina dag skuldi ein spælari lata seg í hosurnar, tá hevði ein annars leikari skitið í hosuna, so tað kom bara eitt ýl frá honum, greiðir Atli frá og ristir á høvdinum.
Skotar eru ikki kendir fyri at verða forfeingiligir, men í Ross County er søgan ein onnur.
– Tú skuldi trúð, at teir skuldu í býin hvørja ferð teir komu til venjing. Teir komu í nýggjasta mótanum og við Gucci taskum, sigur Atli og heldur fram at rista á høvdinum.
Venjarin kravdi eisini, at allir spælarar skuldu koma nýrakaðir til venjing. Tað vóru tað summir, sum tóku meiri bókstaviligt enn aðrir.
– Teir stóðu aftaná hvørja venjing undir brúsuni og rakaðu restina av kroppinum. Har teir ikki sluppu framat, hjálptu teir hvørjum øðrum, sigur Atli og flennur, meðan hann samstundis ristir á høvdinum.
Í desember mánaði verður venjarin koyrdur. Atli hevur tikið avgerð um, at útlandsævintýrið er liðugt. Familjan kom ongantíð yvir.
– Eg angri ikki, at eg tók avgerðina um at koma heim, men eg fekk vinir fyri lívið í Ross County, staðfestir Atli.
Havi goldið ein prís
Atli kemur aftur til Føroya og spælir við Víkingi tann dag í dag. At hann er bersøgin hevur givið honum nógvan mótgang, men hann er ikki sinnaður at broyta seg.
Eitt tað feskasta dømi er, tá hann á pallborðsfundi undan kappingarbyrjan í 2012 í skemti sigur, at ÍF verður liðið, sum fer at floppa í ár.
Orðini fara kring alt landið, og í Gøtu vilja tey hava Atla at biðja orsaka fyri at hava sagt tað.
– Tað vísir bara, hvussu langt úti tað er. Eg segði nakað í skemti, og fólk taka tað so álvarsligt. Einki er so lítið áhugavert sum ein vanlig samrøða við ein spælara. Hví ikki siga tingini sum tey eru ella verða eitt sindur argandi. Hetta er eitt show, sigur Atli Gregersen.
Úttalisið fekk Víking at geva Atla forboð fyri at tosa við fjølmiðlarnar í eina tíð.
Tað hevur eisini givið mótstøðuspælarunum nakað at stinga við, tá Atli nú eina ferð er so bersøgin í fjølmiðlunum.
– Ja eg hoyri nógv fyri tað, men tað ringasta eru áskoðararnir, sum kunnu verða beinleiðis óreinir. Í Føroyum hevur tú sum oftast spælt móti teimum flestu fleiri ferðir, ella verið á landsliðnum við teimum, so teir skilja, hvar markið gongur, sigur Atli víðari.
Nógvu árini við dagligari venjing hava eisini sett síni spor. Atli megnar illa at gjøgnumføra eina venjing uttan tablettir. Hóast tað, hevur hann mót upp á meiri sum fótbóltsspælari.
Atli Gregersen er ikki bangin fyri at siga, hvørji mál hann hevur. Hann vil á landsliðið aftur, og hann vil hava eitt FM gullheiðursmerki um hálsin. Tað fjalir hann ongantíð í samrøðuni. Hann hevur sterkar meiningar, og tær torir hann at deila við fólkið.
– Eg spæli best, tá eg havi nakað at prógva, sigur Atli at enda.
So er spurningurin, um tað er nokk til eitt landsliðspláss og eitt gullheiðursmerki.
- - -
Atli Gregersen
Føddur: 15. juni 1982
Foreldur: Árni og Maria Gregersen
Kona: Jenny Gregersen
Børn: Árni Nóa 6 ár, Eva 1 ár
Starv: Søluleiðari á Dimmalætting
Yrkisleið:
2000 - 2003 Randers Ferja
2003 Lyngby
2004 - 2005 GÍ
2005 Skjold
2006 Frem BK
2007 GÍ
2008 - 2010 Víkingur
2010 Ross County
2011 - Víkingur