- Eg SKAL vinna

15 ára gamli Torstein Paulason Brattaberg úr Vestmanna er, umframt at vera danmarksmeistari, nú eisini norðurlendskur meistari í inniróðri. Hóast sín unga aldur hevur hann sett sær høg mál, og nú ætlar hann sær at bjóða heimsins bestu av. - Viljin er hansara størsta styrki, sigur venjarin Kári Brattaberg

Hann er danmarksmeistari frá 2011. Hevur júst vunnið norðurlandameistaraheitið. Ætlar sær at bjóða teimum stóru av í heimsmeistarakappingini, sum verður í Boston í februar, og skal eftir tað luttaka í DM. Síðani verður FM í inniróðri, og so er tíð at fyrireika seg til føroyska kappróðurin, har hann skal luttaka í dreingjaróðrinum við Junkaranum.
Torstein Paulason Brattaberg liggur ikki á løtu síðuni. Hann ræðist ikki avbjóðingar, og hann er ikki bangin fyri at seta sær høg mál.

Venja fyri at vinna
- Hetta er 4. árið, eg rógvi. Eg havi róð barnaróður í 2 ár, og í fjør luttóku vit fyri fyrstu ferð í dreingjaróðrinum. Mær dámar so sera væl kappróðurin, tí samanhaldið er so gott, og eg haldi tað vera stuttligt at vera til kappingar, greiðir Torstein frá.
Men sum so mangir aðrir føroyskir rógvarar, so er Torstein eisini farin at rógva á maskinu í vetrarsteðginum.
- Inniróðurin er nakað heilt annað enn at rógva í báti. Tað er ein einstaklingaítróttur, sum kann metast við svimjing ella súkkling. Tá hevur tú bara teg sjálvan at hugsa um, vísir hann á.
Hann hevur áður spælt hondbólt eisini, men nú er tað bara pláss fyri rógvingini, tí venjingin krevur so nógv. - Eg vil bara rógva, staðfestir hann stutt og greitt.
Men tað krevur nógv at venja einsamallur í maskinunum alt heystið og allan veturin.
- Tað kann vera ringt at trýsta seg sjálvan, og onkuntíð hevur hugurin ikki verið tann besti at venja. Men tú kemur ikki langt við at vera dovin - man má venja fyri at vinna, slær Torstein fast.
Hann heldur eisini, at stórar kappingar sum NM, HM og DM eru ein sera góð gularót. Og Torstein hevur heldur ikki hugsað leingi um, hvørt hann skuldi luttaka ella ikki.
- Tá eg hoyrdi um NM kappingina, vildi eg beinanvegin sleppa til hana. Eg taki allar avbjóðingar, sum eru.
Torstein heldur ikki, at støðið á innandura róðrinum í Føroyum er so høgt, sum tað kundi verið. Tað eru nakrir einstaklingar, sum klára seg fantastiska væl, men inniróðurin verður kanska ikki heilt sæddur sum ein verulig ítróttargrein enn.
- Nógvar manningar byrja ikki at venja í maskinunum fyrr enn nú, so tað eru ikki harðar og eksplosivar venjingar á skránni enn. Hugburðurin til innanduraróðurin tykist vera, at tað bara er eitt undanstig til at fara í bátarnar. Tí er tað rættiliga einsligt at venja um heystið og veturin, sigur Torstein.
Men nógva, harða og einsliga venjingin, saman við venjaranum Kára Brattaberg, hevur avgjørt givið úrslit.

Eingin serlig kapping
Torstein var nevniliga heili 10 sekund frammanfyri nummar tvey á NM kappingini farna vikuskifti. Tað vóru 19 rógvarar við, og hann var í tí seinna heat'inum. Besta tíðin í fyrra heat'inum var yvir 7 minuttir, og besta tíðin hjá Torsteini er 6.36. Tí var einki trýst á honum, tá hann settist í maskinuna. Hann skuldi bara syrgja fyri at hava kappingarneytarnar aftanfyri seg, so var gullið heima.
- Fleiri av teimum, sum eg róði ímóti, spurtaðu avstað beinanvegin og vóru langt frammanfyri meg. Men eg helt meg til avtalurnar, sum eg og Kári høvdu gjørt, og legði ikki alt ov hart út. Tá 1000 metrar vóru eftir, vóru teir langt frammanfyri meg, greiðir Torstein frá.
Kári bað hann bara taka tað róligt, tí hann tók støðugt inn á teir aftur. Og brátt tók hann fyrstaplássið.
- Tá einir 750-500 metrar vóru eftir á mál, sá eg, at eg var 50 metrar frammanfyri nummar tvey, og hinir bara dragnaðu. Tá avtornaði vann eg við heili 10 sekundum. Eg kann ikki siga annað enn, at alt gekk sum ætlað, sigur lítillætni Torstein.
Hann heldur tó, at vantandi kappingin móti endanum heilt víst ávirkaði endaligu tíðina, sum kundi havt verið enn betri, um kappingin var harðari.
- Man verður meiri taktiskur, tá kapping ikki er hørð, og man ikki verður pressaður. Man er heilt einfalt ikki líka svakur, sum tá man kappast um fyrstaplássið. Eg kann róliga siga, at eg havi verið troyttari eftir 2000 metrar, enn eg var til NM.
Torstein greiðir frá, at innandurarógving er sera hørð uppá allar mátar - bæði kroppsliga og mentalt. Seinasta teinin er orkan uppi, kroppurin vil ikki meiri, og tað er bara viljin, sum ber teg ígjøgnum. Mentala venjingin er tí eins týdningarmikil, sum tann kroppsliga.
- Tað ræður um at halda seg til avtalurnar og hugsa positivt. Eg royni bara at siga mær sjálvum, at »nú er einki eftir á mál, so eg má halda út«., greiðir hann frá

HM í inniróðri
Um alt gongur sum ætlað, so fer Torstein bæði til HM og DM innan stutta tíð. RSF skipar nevniliga fyri ùttøkukapping til HM leygardagin, og Torstein er ein av absoluttu favorittunum at koma við til Boston í februar at kappast um heimsmeistaraheitið. Hann ætlar sær eisini at luttaka í DM.
Torstein vil tó ikki siga nógv um vánirnar at fáa fleiri gullheiðursmerki.
- Man fær so lítið at vita um tilmeldingartíðirnar hjá teimum, sum man skal rógva ímóti, so tað er vónleyst at siga, sigur hann.
Kári Brattaberg leggur afturat, at dreingir um 15,16,17 ára aldur kunnu taka seg so øgiliga nógv fram upp á stutta tíð, so tað er mestsum ógjørligt at siga frammanundan, eisini hóast tíðirnar verða almannakunngjørdar.
Men tað ræðir ikki Torstein.
- Eg veit ikki um eg vinni. Tað er ikki vist, at eg vinni. Men eg SKAL vinna.

-----------------------------


Kundu verið suveren rógvitjóð

- Føroyar kundu verið ein suveren róðrartjóð. Bæði føroysku konufólkini og mannfólkini klára seg serstakliga væl í útlendskum kappingum, og danskarar eru villir eftir føroyskum rógvarum. Tað sigur Kári Brattaberg, sum er venjari hjá Torsteini P. Brattaberg.
- Tað er ein heilur hópur av ungum føroyingum, sum eru stór talent innan innandurarógving. Tað eru fleiri, sum kundu komið heilt langt, um tey fingu møguleika at royna seg uttanlands. Men Tað er dýrt at fara avstað - ferðaseðilin og uppihaldið fyri rógvara og venjara ella hjálpara er ikki bíligt, so tað eru uttan iva mong, sum setast aftur av fíggjarligum áðum. Og tað er stórt spell, at ferðaseðlaprísurin skal forða okkara talentum at náa málinum, heldur Kári Brattaberg, sum hevur vant Torstein P. Brattaberg síðani august.
- Í Danmark hava tey sagt, at um bert føroysku rógvararnir koma til Danmarkar, so skulu tey nokk taka teir undir hond. Men tað er dýrt, og tað er torført at finna stuðlar.
Torstein hevur fingið fleiri ymsar stuðlar, sum rinda eitt sindur í part, og hann hevur eisini fingið hjálp frá Vestmannar Kommunu.
Róðrarsambandið hevur ásannað, at talenthópurin í Føroyum er serstakliga stórur, og teir royna at arbeiða fyri ungu, evnaríku rógvarunum. Millum annað skipar RSF í ár fyri eini úttøkukapping til HM. Men tað er sera dýrt, og RSF er ikki eitt felag við stórari fíggjarligari orku.

--------------
Venjingin
Kári Brattaberg, sum sjálvur hevur róð í nógv ár, hevur lagt venjingarætlanina hjá Torsteini til rættis. Hann greiðir frá, at venjingin er bygd á ta venjingarætlanina, sum danski rógvarin Steffen Mølvig, gav teimum umborð á Vestmenningi í fjør.
Kári greiðir frá, at venjingin hevur verið sera hørð, og Torstein hevur vant nógv seinastu mánaðirnar. Einar tveir tímar fimm ferðir um vikuna.
- At rógva í maskinu er perfekt fyri ein so stóran drong, sum Torstein. Hann er langur, um 1,90 metur, og tað er ein fyrimunur í maskinunum.
- Men hann hevur sanniliga eisini ein sterkan vilja. Eg havi bara givið honum venjingarætlanirnar, men hann ger jú sjálvur av, hvussu nógv hann leggur í hvørja venjing. Tað fái eg ikki gjørt fyri hann.
Kári leggur dent á, at góðu úrslitini eru eitt einmansavrik.
- Hann hevur hæddina við sær, og hann megnar at halda avtalurnar - eisini undir trýstið. Tað eru stórir fyrimunir í inniróðri. Men sterki viljin er uttan iva størsta styrki Torsteins, heldur Kári Brattaberg, venjari.

------------

Fakta um nýggja NM vinnaran í inniróðri:
Navn: Torstein Paulason Brattaberg
Aldur: 15 ár - verður 16 20. januar
Skúli: 9. flokkur í Vestmanna skúla
Foreldur: Pauli T Petersen og Barbara Brattaberg
Rør við Junkaranum í dreingjaróðrinum, og hevur spælt hondbólt við VÍF, men beint nú savnar hann seg bara um inniróðurin, sum hann hevur vant síðani august.

Heiðursmerki:
Gjørdist í 2011 nummar 3 í dreingjaróðrinum við Junkaranum (hetta var fyrsta árið eftir barnaróðurin)
Vann í 2011 DM í inniróðri fyri dreingir 15 ár
Vann í 2012 NM í inniróðri fyri dreingir 15 ár


Komandi kappingar:
Skal komandi leygardag kvalifisera seg til HM
Skal til DM fyri dreingir 16 ár í inniróðri í januar
Skal vónandi til HM í inniróðri í februar
Skal til FM í inniróðri í februar
Skal í summar rógva við dreingjamanningini hjá Junkaranum