– Eg stilli ikki upp til valið hesaferð

Hann er ikki liðugur í politikki enn. Men hann stillar ikki upp til býráðsvalið hesaferð

Bogi Andreasen hevur verið býráðslimur í Havn frá 2009 til 2020

Tað sigur Bogi Andreasen, fyrrverandi býráðslimur í Havn.

Bogi Andreasen varð valdur í Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi í 2008, tá hann varð fyrstvaldur á tjóðveldislistanum við 489 persónligum atkvøðum. Tjóðveldi fekk tá 2.670 atkvøður, sum svaraði til 26,1 prosent av atkvøðunum. Tað gav flokkinum fýra býráðslimir.

Men tvey ár seinni skifti hann til Fólkaflokkinum. Og á valinum í 2012 varð hann valdur í Tórshavnar býráð fyri Fólkaflokkin við 259 atkvøðum. Fólkaflokkurin fekk tá tvey umboð, hin var Sjúrður Olsen, sum fekk 310 atkvøður.

Í 2016 var Bogi Andreasen valdur sum sjálvur annar saman við Anniku Olsen fyri Fólkaflokkin. Tey fingu tá ávikavist 303 og 332 atkvøður.

Á seinasta býráðsvali í 2020 varð Bogi Andreasen ikki afturvaldur. Tá vóru Annika Olsen og Birgir Nielsen vald fyri Fólkaflokkin. Síðani tá er Annika Olsen farin úr Fólkaflokkinum og hevur boðað frá, at hon umboðar Tjóðveldi í Tórshavnar býráð. Hon varð eisini vald á ting fyri Tjóðveldi á løgtingsvalinum í 2022.

Tað gingu leysasøgur um, at Bogi Andreasen hesaferð fór at stilla upp fyri Tjóðveldi, og at Annika Olsen ikki fór at stilla uppaftur. Hóast vælvitandi keldur vildu vera við, at Bogi Andreasen fór at stilla upp fyri Tjóðveldi hesaferð, so verður tað kortini ikki so.

Tað váttar Bogi Andreasen fyri in.fo í dag.

 

##med2##

– Eg stilli ikki upp til býráðsvalið hesaferð. Eg havi eitt fulltíðarstarv at røkja umframt eitt frítíðarvirksemi saman við konuni, sum er Gallarí Havnará, sum tey bæði reka.

– Tað tekur nógva orku, og tað velji eg heldur at brúka tíðina uppá nú heldur enn politikk, sigur Bogi Andreasen.

Tað stuttliga er tó, sigur Bogi Andreasen, at hann hevur fingið áheitanir frá fýra flokkum um at stilla upp til valið hesaferð.

– Men er tað rætt, at tú aftur ert tjóðveldismaður?

– Tað havi eg onga viðmerking til, sigur Bogi Andreasen. 

Hann sigur, at hann ikki hevur verið virkin í nøkrum politiskum felag, síðani seinasta býráðsval.

Spurdur um hann er liðugur í politikki sigur hann, at tað heldur hann ikki.

– Eg havi bara valt ikki at stilla upp til býráðsvalið hesaferð, sigur hann.

 

Bogi Andreasen hevur verið býráðslimur í Havn frá 2009 til 2020

Saman við konuni, Jóhonnu Andreasen, rekur Bogi Andreasen Gallarí Havnará