Tað sigur Karl við Stein, ið saman við vinkonuni er ein av teimum mongu túsund, sum hava lagt sær leiðina til Klaksvíkar hetta vikuskiftið.
Vinkonan, Sirið Rein, gjørdi tað øvugta.
- Eg kom til Klaksvíkar, tí eg skuldi til arbeiðis, flennir hon og peikar yvir á Maverick.
Hvat er tað besta við Summarfestivalinum?
- Tað er altíð góður stemningur og gott fólk, sigur Karl við Stein, og Sirið
Hvat skulu tit hoyra í kvøld?
- Eg má siga sum er, at eg kenni ikki so nógv til høvuðsnøvnini sigur Karl við Stein, men leggur aftrat, at hann gleðir seg til at lurta eftir tónleikinum kortini.
- Eitt av høvuðsnøvnunum er á midnátt, tað veit eg. Men har er alt møguligt føroyskt eisini - tað, sum vit kunnu syngja við til! sigur Sirið Rein.