- Eg tveitti baðibóltin

- Tað var eg. Eg gjørdi tað. Upptøkurnar frá dystinum vísa tað greitt, og eg eri sera harmur um tilburðin, sigur Callum Campbell, sum hevur staðið púra óskiljandi seinastu vikuna.

 

Fjepparar kring knøttin hava lagt unglinginum úr Liverpool eftir lívinum við hóttanum sum hesum:

 

Rým úr býnum, barn

Ver verandi heima ella tú er deyður

Ger kistuna klára

 

- Men teldupostarnir eru serliga komnir úr Avstralia og USA, so eg ivist í, hvussu nógv hald er í teimum. Men sjálvsagt er tað óhugnaligt, sigur 16 ára gamli Callum Campbell.