Eg umhugsi støðuna

Tema: Stillar tú upp á komandi løgtingsvali?
Bárður Nielsen
Sambandsflokkurin
Fyrrverandi løgtings-og landsstýrismaður

Eg havi ikki tikið nakra endaliga støðu til, um eg eri hugaður at stilla uppaftur til løgtingsval. Eg skal ikki útiloka, men eg kann heldur ikki siga, at eg fari at gera tað. Eg hevði nøkur góð ár í politikki, og eg treivst sera væl.

Nú er minni eitt ár til valið, so eg veit eisini, at eg skal gera upp við meg sjálvan innan stutta tíð, um eg skal stilla uppaftur.

Stilli eg uppaftur, so skal tað verða tí, at eg havi nakað upp á hjarta og haldi meg kunna ávirka mál rætta vegin.