- Eg vænti vit fáa nógvar dagar við góðveðri

- Tað ræður um laga seg til umstøðurnar og fáa tað frægasta burturúr. Tá verður hvør dagur góður, sigur Tórhild Bjarkhamar í Leirvík.

 

- Eg fari at ganga dagligu túrarnar, serliga í nærumhvørvinum, men eisini aðrastaðni í landinum.

 

 

Hvørjar ætlanir hevur tú fyri summarið 2021? 

 

- At vera saman við familju, vinum og kenningum. Eg fari at ganga dagligu túrarnar, serliga í nærumhvørvinum, men eisini aðrastaðni í landinum. Vit fara at vitja bygdir og støð, har eg ikki eri so ofta. Eg fari at hugna mær í urtagarðinum, og onkur løta fer til viðlíkahald av húsunum. 

Tað sigur Tórhild Bjarkhamar í Leirvík, sum leggur aftrat, at hon helst eisini fer at mála onkran málning - og so plagar hon at hjálpa til á Teenstreet-leguni og onkrum útimøti.

Verður alt summarið hildið í Føroyum - ella verður tað ein túrur av landinum?  

- Vit hava ikki ætlanir um at fara av landinum í ár.  

Ferðast tú eisini í egnum landi?  

- Ja! 

Væntar tú, at korona fer at merkja hetta summarið í Føroyum? 

- Tað fer heilt vist at ávirka Føroyar og føroyingar, men tað verður ikki sum síðsta summar. Tó vænti eg, at vit av og á verða skerd aftur. 

Hvat heldur tú um summarveðrið higartil, nú farið er um longsta dag? 

- Eg haldi helst, sum flestu føroyingar, at veðrið kundi verið betri. Men eg vænti, at vit fara at fáa nógvar dagar við góðveðri. Í Føroyum vita vit, at tað eru umleið níggju mánaðir við minni góðum veðri og tríggir við góðum veðri um árið. Tað ræður um at fáa tað frægasta burtur úr og laga seg til umstøðurnar. Tá verður hvør dagur ein góður dagur, sigur Tórhild Bjarkhamar.

 

- Eg fari at ganga dagligu túrarnar, serliga í nærumhvørvinum, men eisini aðrastaðni í landinum.