Í durunum í ganginum stendur sjey ára gamli Leif Erik Niclasen. Hann er plússaður, og oyruni standa beint út í luftina. Lítli fitti drongurin er í knæbuksum, og sokkarnir fara heilt upp til knøini. Hann er til reiðar at fara í skúla til sín fyrsta skúladag.
- Mamma var so góð við meg, og hon helt, eg var so fittur, tá eg fór heimanífrá.
Orðini hjá 70 ára gamla Leif Erik hanga eina løtu í luftini, meðan hann minnist aftur á síni barnaár.
- Eg var eitt upplagt happioffur, tá eg kom í skúla. Hini børnini dugdu ikki at lata meg fáa frið, og soleiðis gekk alt skúlalívið hjá mær. Eg havi altíð verið einsamallur og havi altíð gingið fyri meg sjálvan, sigur hann.
Í staðin fyri at fylgjast við javnaldrunum var Leif Erik øgiliga ofta saman við eldri fólki. Har fekk hann frið, og tey dugdu at fortelja søgur. Frá teimum eldru hevur hann fingið nøkur virðir, sum hann hevur havt við sær gjøgnum lívið.
Góðtekur ikki happing
Leif Erik minnist aftur á eina uppliving, tá hann í sínum vaksna lívi kom framvið einari bensinstøð í Havn.
- Ein eldri drongur var í ferð við at plága ein yngri drong. Eingin av teimum vaksnu í bensinstøðini talaði at. Eg vendi mær við og sá, at eldri drongurin hevði tikið húgvuna hjá tí yngra og blakað hana upp á køliskápið, so eingin rakk eftir henni, fortelur hann.
- Eg fór yvir og segði við tann eldra "fá hasa húgvuna niður umgangandi!" Eg brúkti illbønir, sum ongantíð fyrr. Eg segði við happaran, at hann kundi lyfta hin yngra upp eftir húgvuni. Tað gjørdi hann so, og yngri drongurin fekk húgvuna aftur. Aftaná flenti hin eldri, men tann yngri takkaði mær.
Leif Erik kundi ikki góðtaka hesa støðuna.
- Eg hevði hug at sparka hurðina upp í skúlanum, har dreingirnir gingu, og givið lærarunum av grovfílini. Teir hava skyldina í, at børn vera happað. Hatta hendir hvønn dag í føroysku skúlunum, og happing kann hava stórar avleiðingar.
Leif Erik, sum kennir alt til happing, vil gera sítt fyri at steðga happing millum børn.
- Um eg uppdagi sovorðið í dag, so loypi eg á beinanvegin. Eg eri bangin fyri nøkrum. Hetta er mítt møguleiki at siga "nú er nokk", sigur hann.
Gekk sínar egnu leiðir
Í 1971 fór Leif Erik Niclasen niður at nema sær útbúgving í Danmark. Í 1987 flutti hann so til Havnar at búgva, har hann hevur havt gullsmiðjuna "Gullhornið" í nógv ár.
Í Havn byrjaði hann skjótt at leggja merki til, at handlar oyðslaðu við mati, tí hann sá fleiri ferðir, at matur fleyt á handilsgólvinum.
- Eg var frá barnsbeini av vanur at ganga støð, har eingin annar av mínum javnaldrum gekk. Tí legði eg merki til, hvat gekk fyri seg ymsastaðni. Ein dagin sá eg, at starvsfólk í einum handilslagri blakaðu mat burtur. Eg spurdi tey so “Kann eg ikki fáa hatta?”. Tey søgdu gaman í, fortelur hann.
##med2##
Við góðari hjálp og íblástri byrjaði hann at lata ókeypis mat til leguhúsið í Nesvík, har tey dugdu væl at gagnnýta allan matin, sum tey fingu. Hetta var umleið í 1990. Uppgávurnar vundu uppá seg, og hann koyrdi nógv tons av mati til Frelsunarherðin, og so gav hann eisini nógvan mat til russisku skipini, sum ikki høvdu tey bestu fíggjarligu viðurskiftini. Eftir stutta tíð hevði Leif Erik fleiri enn 100 familjur, sum hann koyrdi mat út til regluliga við sínum vørubili um alt landið.
Ikki bara tosa - praktisera
Leif Erik Niclasen er trúgvandi maður, og hetta er ein av stóru drívmegunum til hansara sjálvbodnu gerðir.
- Tá tú hoyrir eina prædiku frá prædikustólinum um umsorgan, so skalt tú praktisera tað og ikki bara tosa um tað. Tá politikkararnir tosa um at gera alt møguligt, skulu teir eisini fremja tað í verki, sigur hann.
Sjálvur vil Leif Erik ikki taka nakra æru fyri sítt sjálvbodna arbeiði.
- Eg vil ikki siga, at eg eri stoltur av, at tað eri eg, sum havi koyrt mat út til familjur. Eg eri stoltur av, at samfelagið hevur havt ein persón, sum hevur offrað seg fyri familjum og víst teimum tann møguleikan, at samfelagið kann vera við til at hjálpa. Tann, sum eigur æruna, er Jesus, tí hann hevur ført meg til ymiskar mammur, sum hava biðið um mat, sigur hann.
Hevur fingið nøgdsemi
Hóast hann ikki hevur fingið eitt oyra fyri sítt arbeiði, kunnu hansara nógvu tímar í vørubilinum ikki gerast upp í krónum og oyrum.
- Eg havi fingið nøgdsemi av, at maturin ikki er endaður í ruskspannini, sigur Leif Erik Niclasen.
Men skuldi mann gjørt tað upp í krónur, kann mann royna at gera eitt lítið roknistykki við at falda eina vanliga mánaðarløn við øll árini, Leif Erik hevur koyrt mat út.
- So hevði tað blivið til nógvar milliónir. Hesar pengarnar hevði mann heldur kunnað koyrt í ein grunn, sum mann hevði kunnað gjørt bygningar burturúr til einligar mammur, so tær fingu betri bústaðarviðurskifti. Um eg vann nakrar milliónir í eydnuspæli, so hevði eg bygt tað til tær, sigur Leif Erik Niclasen.