Eg varð rættiliga kløkkur, tá ið úrslitið varð greitt í gjárkvøldið. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen.
Løgtingið brúkti allan dagin í gjár at viðgera rættindini hjá samkyndum. Andstøðan hevur lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at samkynd foreldur skulu hava somu rættindi í barsilsskipani, sum onnur foreldur hava.
Samgongan kom rættiliga í trupulleikar av hesum, tí Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, gørdi greitt, at kemur samgongan ikki við eini loysn á málinum, fór hann at atkvøða fyri uppskotinum hjá samgonguni.
Tí snikkaði Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum, í evstu løtu eitt alternativt uppskot til fyri samgonguna, har orðið samkynd ikki er nevnt, men har endamálið er at ein stakur forsyrgjari kann geva onkrum øðrum rættindi til barsilsgjald og farloyvi hjá hinum foreldrinum.
LES EISINI: Samgongan um samkynd foreldur: Pengarnir skulu fylgja barninum
Men tað var ikki eitt uppskot, sum Johan Dahl vildi góðtaka, so hann vísti í verki, at hann meinti tað í álvara, og atkvøddi fyri uppskotinum.
https://www.in.fo/news-detail/news/samkynd-foreldur-uppskotid-hja-samgonguni-loysir-ikki-trupulleikan/LES EISINI: Samkynd foreldur: Uppskotið hjá samgonguni loysir ikki trupulleikan
Sostatt vóru 16 atvkøður í Løgtinginum fyri uppskotinum. Men hinvegin var Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, farin av fundi, so tað vóru 32 tinglimir til staðar, og hinir 16 atkvøddu ímóti. Sostatt stóð á jøvnum, 16-16, og sostatt fullu bæði uppskotini, bæði tað hjá andstøðuni, og tað hjá Christiani Andreasen.
Bárður á Steig Nielsen sigur við tíðindini á FM1, at hann var rættiliga kløkkur av úrslitinum, tí hann sigur, at nú sita tey samkyndu eftir við svartaperi í einum dysti ímillum samgongu og andstøðu.
https://www.in.fo/news-detail/news/samkynd-foreldur-eingin-fekk-nakad-burtur-ur/LES EISINI: Samkynd foeldur: Eingin fekk nakað burtur úr
Hann sigur, at samgongan rætti hondina út við sínum uppskoti, og hann ivaðist ikki í, at tað fór at vera samtykt.
Tá ið samgongan varð skipað, gjørdi hann greitt, at hann fór ikki at sita sum løgmaður fyri eini samgongu, sum ikki dróg eina línu.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá, hví hann ikki heldur, at samgongan hevur mist stevið, hóast Johan Dahl atkvøddi saman við andstøðuni.