Eg veit ikki hvat alt rokið snýr seg um

- Eg havi ikki trupulleikar við rúsdrekka og eg kenni heldur einki til nakrar aðrar trupulleikar, sigur prestur í Klaksvík

- Eg kenni einki til nakrar trupulleikar yvirhøvur.

Tað staðfestir Magnus Brahé Jørgensen, prestur í Klaksvík.

 

Sum vit lósu fyri eini løtu síðani, er hann boðsendur á kreppufund hjá biskupi í næstu viku, har alt bendir á, at hann lenar seg upp at eini uppsøgn.

Biskupur nevnir serliga tríggjar trupulleikar, sum eru við prestin: Bústaðarviðurskiftini, tænastubýtið ímillum prestarnar og drykkjuskapur.

 

Men hetta eru alt trupulleikar Magnus Brahé Jørgensen, sigur, at hann als einki kennir til.

- Eg havi ikki rúsdrekkatrupulleikar og havi aldrin havt. Eg livi eitt friðarligt lív og eg kenni einki til nakrar trupulleikar, sigur hann.

- Eg veit ikki, hvat alt rokið snýr seg um, leggur hann afturat.

 

Les eisini: Rok um prestin í Klaksvík

 

Hann sigur, at hann býr í Klaksvík, men at hann má hava rætt at fara úr Klaksvík at gera síni ørindi, uttan at biðja um loyvi til tað.

Hann veit heldur einki um trupulleikar við tænastubýtinum ímillum prestarnar.

 

Magnus Brahé Jørgensen sigur annars, at hann hevur verið burturstaddur við mammu síni í sjúkraørindum.

- Nú havi eg summarfrí og hvat hendir aftan á, veit eg ikki. Men prógv má førast fyri páhaldunum ímóti mær og fyri at eg ikki kann vera til arbeiðis.

 

- Eg havi púra onga hóming av, hvørjir trupulleikar, talan er um og eg veit ikki, hvar próvførslan er.

Magnus Brahé Jørgensen sigur, at nú vil hann fyrst hoyra, hvat biskupur hevur at føra fram, so tekur hann støðu til, hvussu farast skal fram.

 

Øssur Kjølbro, formaður í kirkjuráðnum í Klaksvík, hevur onga viðmerking yvirhøvur.