- Eg havi ongantíð tosað við Olevinu Joensen. Eg royndi at fáa hana á tal, men tað tóktist, sum rann hon undan mær, sigur Jan Højgaard, tá vit spyrja hann, um hann hevur givið Olevinu Joensen eina ringa viðferð.
Hann váttar, at Fiskimannafelagið hevur sagt leigusáttmálan upp.
- Húsini eru í so ringum standi og uppetin av fýri, at tað er beinleiðis óforsvarligt at hava tey standandi, sigur Jan Højgaard.
Hann sigur víðari, at Olevina Joensen ætlaði at selja ognina undan Fiskimannafelagnum, og at teir tí máttu tryggja sær framhaldandi ræðisrætt yvir húsunum.
-Hon sendi okkum eitt bræv, har hon boðaði frá, at hon fór at gevast, og at hon ætlaði at selja virksemið víðari, sigur Jan Højgaard.
Ætlanin er sambært formanninum at ríva bygningin niður og byggja nýtt.
- Eg eri ikki greiður yvir, um bygningurin er friðaður, men um so er verður alt gjørt í samráð við býráðið, sigur Jan Højgaard, sum leggur dent á, at hann á ongan hátt hevur lagt Olevinu Joensen fótonglar í vegin, og at hann ógvuliga fegin samstarvar.