- Eg tekni trøll, tí at tað er so lítið til um trøll í Føroyum í dag. Eg vil hava trøllini fram aftur, sigur Janus á Húsagarði, sum í dag letur myndlistaframsýning upp. Í dag klokkan 16 letur Janus á Húsagarði upp myndlistaframsýning í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu.
12 myndir, sum eru pastell og akryl, verða sýndar fram. Myndaevnini eru malargrót og trøll úr føroyska náttúruni. - Men so eisini fuglar, leggur Janus afturat.
- Stílurin er oftast humoristiskur, sigur Janus og væntar at tey flestu fáa eitt smíl fram, tá tey koma at hyggja.
Janus hevur teknað fleiri barnabøkur og eisini til Mína Jólabók í fleiri ár. ? Beint nú tekni eg tvær barnabøkur, sum koma út næsta ár, sigur Janus. Nýggjasta barnabókin hjá Janusi, Mosamollis, fer eisini at verða evni á komandi frímerki.
- Hóast eg ikki ætlaði at hava framsýningar aftur í ár, so tekni eg so mikið nógv alla tíðina, at bráddliga varð nóg mikið til enn eina framsýning, sum tey, ið vitja, vónandi taka væl ímóti.
- Eg tekni trøll, tí at tað er so lítið til um trøll í Føroyum í dag. Eg vil hava trøllini fram aftur. Tað er nakað, sum vit eiga og sum er stuttligt at brúka í søgum og tekningum. Tí blíva tekningarnar ofta frásøgukendar, tí tær renna saman við einari søgu, sum oftast er um trøll og náttúru í Føroyum. Helst er tað eitt eyðkenni í mínum tekningum, sigur Janus.
Framsýningin hjá Janusi á Húsagarði er opin í Snarskivuni frá 27. august til 5. oktober 2009.