- Eg havi handlað á tí økinum, sum eg havi ábyrgd av. Eg vil ikki blandað meg í kjakið um politiska ábyrgd, sigur Heðin Mortensen nú Ewald Kjølbro hevur mist høvdið.
Stjórin á Landsverki er koyrdur frá í dag, og orsøkin er Glasir. Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum sigur, at arbeiðið við Glasir líka frá 2008 og fram til í dag hevur verið merkt av trupulleikum og mistøkum, og í dag fekk tað avleiðingar fyri stjóran á Landsverki.
- Har eru fleiri ting, sum ikki eru gjørd nóg góð, og tað er tað, sum eg havi handlað upp á í dag, sigur Heðin Mortensen.
Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, sigur við i in.fo í dag, at hendan uppsagnin av Ewaldi Kjølbro sær út sum ein roynd hjá samgonguni at sleppa undan at plasera politiska ábyrgd. Men hendan pástandin vil Heðin Mortensen ikki svara upp á.
Les eisini: Sær út sum ein roynd at sleppa undan ábyrgd
- Eg kann bara svara fyri tey øki eg varði av, sigur landsstýrismaðurin og vísir á, at hann nú er í einari útinnandi rollu og harvið ikki skal taka støðu til, hvør eigur ábyrgdina av Glasi.
- Eg kann ikki siga, um at haldi Rigmor Dam skal hava ábyrgdina av Glasir. Eg vil heldur ikki blanda meg í tað, tað má løgtingið taka støðu til, sigur Heðin Mortensen.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá Ewaldi Kjølbro enn. Les meira um hetta málið á in.fo seinni í dag.