Eftir at eg í gongini á Hotel Føroyum havi sagt høvuðsvenjaranum á enska U-16 landsliðnum, Dick Bate, míni ørindi, er hann avgjørdur og sigur, at 16 ára gamli Lennie Pidgeley, sum dagliga er málverji hjá heimskenda Premier League felagnum Chelsea, er ein leikari við stórari framtíð. 5 minuttir seinni sita eg, og sambært Dick Bate, framtíðar málverjin hjá Chelsea, Lennie Pidgeley, og práta aftur og fram.
Skrivaði undir sáttmála við Chelsea
Tað fyrsta eg leggi merki til, tá eg síggi Lennie Pidgeley, er, at hann má vera umleið 1, 90 metur høgur. 16 ára gamli Lennie hevur spælt fótbólt í 9 ár, og fyrr hevur hann spælt við ymsum smærri feløgum. Men nú leikar hann dagliga við U-19 liðnum hjá Chelsea í London, hóast hann bert er 16 ára gamal. Hann býr heima hjá foreldrum sínum, og hann sigur, at familja hansara ongantíð hevur havt áhugað fyri fótbólti. Men síðani hann var ein smádrongur, hevur honum altíð dámt væl fótbólt.
- Eg havi altíð trivist á fótbóltsvøllinum, og hóast eg havi eina familju, sum yvirhøvur ikki hevur áhugað fyri fótbólti, eri eg í dag yrkisleikari hjá Chelsea og nýti sera nógva tíð til fótbólt. Vit venja tvær ferðir um dagin, og síðani spæla vit dyst hvønn leygardag.
Hevur tú skrivað undir sáttmála við Chelsea?
- Eg eri júst liðugur við skúlan, og beint eftir at eg gjørdist liðugur, skrivaði eg undir sáttmála við Chelsea, og havi eg sostatt bundið meg til felagið í trý ár.
Tá vit so koma inn á pening, sigur Lennie, at tað hevur hann tíverri ikki loyvi at siga, men at tað í løtuni ikki er serliga nógv. Hann leggur síðani afturat, at lønin fer upp jú eldri hann gerst.
Lennie nýtir sjálvsagt sera nógva tíð til venjing, og hann venur ikki minni enn tvær ferðir um dagin.
- Eg komi upp umleið kl. 9 hvønn morgun, og síðani fari eg at venja kl. 10. Vit venja í tveir tímar, og síðani verður farið til døgverða. Seinnapartin er aftur venjing á skránni, og so havi eg frí um kvøldið. Lennie leggur dent á, at tað inn ímillum kann gerast sera strævið og krevjandi. Serliga um hesa tíðina, tá leikararnir skulu koma í likamliga venjing til nýggja kappingarárið sum byrjar hálvan august.
Hvørjir eru fyrimunirnir, og hvørjir eru vansarnir við at vera yrkisleikari?
- Tað góða er sjálvandi, at um tað eydnast tær at koma langt sum fótbóltsleikari, gerst tú ríkur, kendur o.s.fr. Men hinvegin hevur tú lítið av frítíð, samstundis sum tú ert sera bundin av fótbóltinum. Skal ein spæla á hesum støði, skal tað vera 100%, staðfestir Lennie Pidgeley.
Chelsea krevur, at hann hvønn dag fær rætta matin, og at hann skal halda seg burtur frá tí, hann nevnir ?junk food?. At roykja er so slettis ikki loyvt, meðan teir bert gera undantøk til eldru leikararnar, tá tað kemur til at drekka, so sum eina ella tvær ferðir um árið. Bert 16 ára gamlir sleppa teir heldur ikki at drekka.
- Hooliganisma drepur fótbóltin
Hvat heldur tú um enskan fótbólt sum heild?
- Eg haldi, at Premier League er heimsins sterkasta kapping. Enska landsliðið kláraði seg ikki so væl undir EM endaspælinum, men enska landsliðið hevur eina góða framtíð, av tí at Ongland hevur fleiri nýggjar ungar leikarar, sum eru á veg at gerast fótbóltsleikarar í heimsflokki. Framtíðin sær góð út fyri enska landsliðið.
Liðið honum dámar best er sjálvsagt Chelsea, meðan yndisleikari hansara heilt avgjørt er Dennis Wise, sum eisini er á enska landsliðnum. Hann sigur, at U-19 liðið hjá Chelsea fær ókeypis atgongumerkir til hvønn heimadyst hjá Chelsea, so hann hevur møguleikan at fylgja við sínum fyrimyndum frá áskoðaraplássunum.
Eitt sum eyðkennir enskan fótbólt, er tíverri ensku áskoðararnir, sum teimum flestu kunnugt vera nevndir hooligans. Eitt nú stóðst nógv rok av teimum undir EM endaspælinum niðri í Hollandi og Belgia í summar, og heima í Onglandi eru samanbrestir við jøvnum millumbilum, hóast hooliganisma mest er í samband við dystir hjá enska landsliðnum, og ikki so nógv millum ymsu feløgini longur.
- Eg dugi ikki at síggja endamálið hjá teimum, sigur Lennie Pidgeley, tá eg komi inn á tað evnið.
- Tað skuldi langt síðani verið fingið av vegnum av myndugleikunum, og ein og hvør hooligan skuldi ikki fingið loyvi at sett sín fót á nakað stadion aftur. Tað er sera negativt fyri enska fótbóltin. Tað stutt sagt drepur fótbóltin, og tað skuldi verið beint av vegnum, er hann avgjørdur at siga.
Hann leggur afturat, at tað eru leikararnir sum eru mest keddir um hooliganismu, tí tað oyðileggur fótbóltin sum heild.
- Hasselbaink skýtur alt ov hart til mín
Lennie Pidgeley byrjaði í summar at venja saman við besta liðnum hjá Chelsea. Tað vil við øðrum orðum siga, at hann venur saman við monnum sum Marcel Desailly, Franck Leboeuf Jimmy Floyd Hasselbaink og Gianfranco Zola, har báðir fyrstnevndu hava roynt at verið bæði heimsmeistarar og europameistarar, meðan Hasselbaink var toppskjútti í bestu sponsku deildini í ár við Atletico Madrid. Síðani er hann seldur til Chelsea.
- Tað kann vera sera torført at venja saman við monnum á so høgum støði, tí likamliga er tað sera hart. Eg minnist, at vit vandu skotvenjing, og tá merkti eg m.a., at Jimmy Floyd Hasselbaink skýtur alt ov hart til mín. Men tað venji eg meg skjótt við, leggur hann smílandi afturat.
Hálendingurin Jimmy Floyd Hasselbaink er nevniliga kendur fyri síni hørðu skot, og tey sum fylgja við fótbólti, hava uttan iva sæð óteljandi ferðir, hvussu hørð skot hansara kunnu vera.
Lennie leggur afturat, at hann kennir væl núverandi málverjan hjá Chelsea, Ed de Goey, sum eisini kemur úr Hollandi, og Lennie fær góð ráð frá De Goey um lívið sum málverji á so høgum støði.
- Bestu ráðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.
- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið
Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?
- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.
Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.
- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.
Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.
Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?
- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.
Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?
- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.
Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.
Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....