Eg vil provokerast

Enn einaferð hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður, valt ikki at stuðla eini filmsverkætlan. Hesaferð tí at hesin stuttfilmurin hevur sex sum snúningsás. Ráðgevararnir mæltu til at játta stuðulin, men eins og við animatiónsverkætlanini SkúlaScam, valdi landsstýrismaðurin at ganga ímóti tilmælunum. Grundgevingin er persónlig. Honum dámar heilt einfalt ikki tað, sum hann sær. Tað er provokerandi fyri landsstýrismanni, og tískil skal tað ikki fáa stuðul.

 

Var eg landsstýrismaður í mentamálum, so hevði eg játtað pening til báðar verkætlanirnar, og eg hevði ikki gjørt tað HÓAST tað var provokerandi, men TÍ at tað var provokerandi. Um tú skal velja eina verkætlan at stuðla, skalt tú kanska SERLIGA stuðla tær, sum tú ikki tekur undir við, ella tær sum provokera teg.

 

Tí listin hevur tann týdningarmikla leiklut í almenna orðaskiftinum, og sum uppgávu í fólkaræði okkara, at provokera. Listin er har fyri at flyta mørkini. Listin skal flyta tað, sum loyvt er at tosa um. Listin hevur til uppgávu at lyfta samrøðuna upp í eitt hægri støði. Hon skal fortelja tað, sum ikki er so lætt at siga beinleiðis.

 

Tí haldi eg, at ein og hvør politikari við virðing fyri sær sjálvum, ikki bara skal tola at provokerast, men VILJA provokerast. Annars er ongin menning í samfelagnum. Einki grundarlag fyri kjak, ongin møguleiki fyri at broyta meining, og onki amboð til at sannføra fólk um nakað, ei heldur at lata seg sjálvan sannføra.

 

Eitt land, ið virðir fólkaræðisligu samrøðuna, kritiska hugsan, talufrælsi, skrivifrælsi, og listarliga frælsi í sínari heild, skal ikki bara sláa seg til tols við tað sum er provokerandi, men bjóða tí vælkomið, og standa við opnum ørmum.

 

Tí at tann provokerandi listin er eitt av teimum sterku amboðunum vit hava til at tryggja, at vit flyta okkum og mennast sum menniskju og samfelag. At Jenis av Rana helst vil vera tí fyri uttan, er so ein onnur søk.

 

 

 

Bjarni K. Petersen

Løgtingslimur