- Eg vildi bjarga flagginum á Ólavi Gregersen

Bogi Krossteig, sum eigur fyritøkuna North Atlantic Diving, hevur verið niðri á Ólavi Gregersen einar 15-20 ferðir síðan 2017.

Tað var Bogi Krossteig hjá North Atlantic Diving, sum saman við trimum øðrum var og kavaði niður á Ólav Gregersen í gjár, tá flaggið á farmaskipinum varð funnið.

 

Ólavur Gregersen sakk við Flesjarnar á Tangafirði hin 10. januar í 1984 - ella fyri skjótt 38 árum síðan, og dúgliga hevur verið kavað niður á skipið í fleiri ár.

 

Bogi Krossteig sigur, at hann var niðri á skipinum í gjár saman við trimum næmingum, sum hava verið á skeiði hjá North Atlantic Diving.

 

- Eftir at eg kom aftur úr Danmark í 2017, havi eg verið niðri á vrakinum av Ólavi Gregersen einar 15-20 ferðir, og eg trúgvi, at eg havi verið í næstan hvørjum rúmi í skipinum.

 

Hann sigur, at skipið, sum liggur á bakborðssíðu, er farið nógv seinnu árini, og hann heldur ikki, at tað í dag er ráðiligt at fara so víða um skipið, har eitt nú brúgvin er illa farin.

 

- Men, eg kavi ongantíð einsamallur á slíkum ferðum, og neyðugt er at leggja kavingina væl til rættis, leggur hann aftrat.

 

Bogi Krossteig vísir á, at tá hann saman við øðrum kavaði niður á Ólav Gregersen í gjár, sá hann eitt sum líktist einum toydúki, ið var vinklað um mastrina á brúnni. 

 

##med2##

 

- Hetta vísti seg at vera eitt plagg, sum hevði litirnar reytt, hvítt og blátt, og eg vildi vita, hvat hetta var. Tá til stykkis kom, var hetta eitt føroyskt flagg, og eg gørdi eina varisliga roynd at fáa tað leyst.

 

Tað eydnaðist, og flaggið vísti seg at vera í sera góðum standi eftir so mongum árum á havsins botni.

 

- Ein orsøkin til, at flaggið nú kom undan kavi, er helst, at vrakið er farið meira og meira, og onkusvegna hevur hetta elvt til, at gjar og ymiskt annað, sum helst hevur fjalt flaggið, er dottið burtur av mastrini, sigur Bogi Krossteig.