- Eg ynski at vera eitt virðiligt umboð

- Sum so gevi eg ikki nýggjárslyfti. Ynski bert at vera eitt virðiligt umboð í mínum dagliga yrki, sigur Sæunn Ólavsdóttir Hansen.

Hvussu hevur árið 2014 verið?

 

- 2014 hevur verid eitt gevandi ár, bædi vid atliti til menning innan Sjúkrahúsverk Føroya, sum er mítt arbeiðspláss, eins og tad hevur verið innan vinnu-, mentanar-og sosiala økid í Runavíkar kommunu.

 

Tað sigur Sæunn Ólavsdóttir Hansen, sum nýggjarsaftan hevði stokt ræst kjøt vid øllum gódum aftur við.

 

- Eg lurti altíð eftir taluni hjá okkara løgmanni og hennara hátign, drotning Margrethu. Eg lurti eisini eftir danska forsætisráðharranum, nú Helle Thorning Smidth.

 

Sæunn sigur, at hon keypir einki fýrverk, tí tað ger maðurin.

 

- Sum so gevi eg ikki nýggjárslyfti. Ynski bert at vera eitt virðiligt umboð í mínum dagliga yrki. Tad er sum so bædi lyfti og ynski.

 

Sæunn Ólavsdóttir Hansen heldur, at útlitini fyri 2015 eru góð.

 

- Gleðiligt, at arbeiði innan gransking í sjúkrahúsverkinum er í støðugari menning. Spennandi verður at siggja, hvussu eldraøkið fer at mennast, nú kommunurnar fara at umsita hetta økið, sigur hon.

 

At enda ynskir hon øllum Føroya fólki eitt Harrans signað nýggjár.