Í Sosialinum í dag er samrøða við vinkonurnar hjá Ivonnu Johansen, Biritur Jacbsen og Ránnvá Olsen. Mynd: Álvur Haraldsen

– Eg ynski so brenn­andi at liva

Ivonna Johansen er sjúk við krabbameini. Hon tolir illa kemoviðgerð, og tí hevur hon funnið alternativa viðgerð í Týsklandi

Í Sosialinum í dag er samrøða við vinkonurnar hjá Ivonnu Johansen, Biritur Jacbsen og Ránnvá Olsen. Mynd: Álvur Haraldsen

Alternativa viðgerðin hjá Ivonnu Jo­han­sen í Týsklandi er sera kostn­að­ar­mikil. Tí skipa vinfólk hennara fyri ymsum til­tøk­um at savna pening inn til við­gerð­ina hjá henni.

 

Í annaðkvøld, leygarkvøldið 11. ok­t­ob­er, verður eitt heilt serligt kvøld í Perl­uni í Havn. Eitt kvøld við tónleiki, kær­leika og samanhaldi, sum er ein stuðulskonsert fyri Ivonnu.

 

Sosialurin hevur hitt vinkonur hennara, Biritu Jacobsen og Rannvá Olsen, sum hava tikið stig til hesi tiltøkini at savna inn penging til viðgerðina hjá Ivonnu.

 

– Seinast hon fekk kemo í vár, bleiv hon innløgd beint eftir viðgerð, tá hugsaði hon, at nú orkaði hon ikki viðgerðina meira, sigur Birita Jacobsen, vinkona Ivonnu, í samrøðu við Sosialin.

 

Ivonna hevur bara gott at bera føroyska heilsuverkinum, men støðan hjá henni gjørdi, at hon fór at leita eftir alternativum viðgerðarhættum. Ivonna fann eina privata klinikk í Hallwang uttan fyri Stuttgart í Týsklandi. Har arbeiða krabbameinslæknar, og viðgerðin sum Ivonna fær, er í høvuðsheitum við immunterapi, vaksinum og lágdosis av kemo.

 

Viðgerðin byrjaði í juni. Fyrstu ferð var hon illa fyri, tá hon fór avstað, men skjótt fekk hon orku.

 

– Tað sum vit síggja sum avvarðandi er, at tá hon fór avstað fyrstu ferð, var hon hovin, men á filmsbrotum sóu vit, at veskan var horvin, og hon fekk meira orku at ganga.

 

Ivonnu dámar ógvuliga væl at ganga í náttúruni. Tað gevur henni lívsgleði, og tí hevur tað verið svárt at kemoviðgerðin hevur gjørt, at hon hevur havt ov nógva pínu í beinunum. Ivonna gleðist tí um viðgerðina í Stuttgart, tí henda viðgerð hevur givið henni orkuna aftur, og Ivonna er ein orkurík kvinna.

 

##med2##

 

Í Sosialinum í dag er samrøða við vinkonurnar hjá Ivonnu Johansen, Biritur Jacbsen og Ránnvá Olsen. Mynd: Álvur Haraldsen