Myndir: Bilar fingu skaða umborð á Galaxy í dag

Seinnapartin fingu fleiri bilar skaða umborð á Galxy.

Veðrið er heldur vánaligt, og hetta sást aftur á bildekkinum á Galaxy seinnapartin í dag.

 

In.fo hevur fingið myndir av bilum, ið hava fingið skaða á túrinum til Havnar seinnapartin í dag.

 

Galaxy hevur avlýst túrar og broytt ferðaætlan fleiri ferðir hesa vikuna. Í dag hevur eftir øllum at døma verið so mikið av aldu, at bilar eru farnir á glið á bildekkinum. 

 

Talan er ikki bara um smáskaðar. Vit lata myndirnar tala fyri seg.

 

##med2##

 

##med3##